Føroyar
Flagg Føroyar
(Flagg Føroyar)
Skjaldarmerki Føroyar
(Skjaldarmerki Føroyar)
Tjóðarslagorð: Einki
Tjóðsangur: Tú alfagra land mítt
Alment mál Føroyskt og danskt[1]
Høvuðsstaður Tórshavn
Kongur Fríðrikur X
Løgmaður Aksel V. Johannesen
Fullveldi Einki 1
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1 395,74 km²
0,5
Íbúgvar
 - tilsamans 2022
 - tættleiki
 
54 211 (januar 2023)[2]
38/km²
Gjaldoyra Føroysk króna
Tíðarøki
Økisnavn á alnetinum .fo
Telefonkota +298
1Føroyar hava síðan 1814 verið ein partur av danska ríkinum, men síðan 1948 havt egið heimastýri.

Føroyar (danskt: Færøerne; 62° norðurbreidd, 7° vesturlongd) eru oyggjaland í Norðuratlantshavi. Føroyar eru partur av Norðurlondum, staddar í Norðurevropa og eru limur í Ríkisfelagsskapinum. Føroya íbúgvar verða nevndir føroyingar, og tungumál føroyinga er føroyskt. Føroyska flaggið verður nevnt Merkið og føroyska skjaldarmerkið ímyndar ein veðr á bláum skjøldri. Oyggjarnar hava egið løgting og egið flagg. Føroyar eru ikki limur í­­ ES, hóast Danmark er.

Kort av Føroyum

Føroyar liggja í Norðuratlantshavi, 280 km norðan fyri Hetland, 430 km frá Íslandi og 575 km vestan fyri Noreg. Landið er fjallaland, 18 størri og smærri oyggjar, umleið 1400 km2 til samans. Norður og suður er landið 113 km, og eystur og vestur eru 75 km. Veðurlagið er óstøðugt.

Hin 1. juli 2011 búðu 49.267 fólk í Føroyum.[3] Umleið 19.300 búgva í høvuðsstaðarkommununi, Tórshavn, og uml. 4.700 fólk búgva í næststørsta býnum í Føroyum, sum er Klaksvík. Miðallívsævin í landinum er 80,11 ár.[4] Fiskivinnan er tann týdningarmesta inntøkukeldan í Føroyum, og hon fevnir um 95 % av øllum útflutningi úr Føroyum.[5]

Søga

Høvuðsgrein: Føroya søga

 
Thule.
 
Grímur Kamban var fyrsti maður, ið setti búgv í Føroyum.

Tá ið ístíðirnar vóru av um ár 12 000–10 000 f. Kr., komu Føroyar undan ísinum, men enn lógu tær óbygdar í nógv túsund ár. Sjálvt eisini eftir at fólk um 4 000 f. Kr. búsettust í Orknoyum og Hetlandi. Eftir at ísurin var horvin, kom gróðurin umsíðir, borin av havstreymum og vindi, og líðir og dalar vallaðust. Rannsóknir av jóansøkugrasfræi kundu bent á búseting í Føroyum longu um 2300 f. Kr., m. a. í Hoydølum. Jóansøkugras er planta, ið fylgir menniskjum og dýrum. Pytheas úr Massalia gjørdi umleið 310 f. Kr. rannsóknarferð út í Norðuratlantshavið. Hann kom til Bretlands, haðan sigldi hann í seks dagar norðureftir og síðani eystureftir og kom til land, ið hann nevndi Thule. Semja er ikki um, hvat land hetta var, gitt hevur verið Orknoyar, Hetland, Føroyar og Noreg.

Írski munkurin Dicuil skrivar í 825 bókina Liber de mensura orbis terrae (føroyskt: "Bók um mát jarðarkringsins"), har oyggjar, ið helst eru Føroyar, verða nevndar. At døma eftir fjarstøðu og landafrøðiligu lýsingini mugu hesar oyggjar vera Føroyar. Hann sigur, at norskir ránsmenn nú hava rikið einbúgvarnir burtur. Grímur Kamban er fyrsti landnámsmaður umleið 825. 998 taka føroyingar við kristnari trúgv, men tað er politiskt og átrúnaðarligt stríð millum Sigmundar Brestissonar og Tróndar í Gøtu. Tróndur í Gøtu stendur á odda fyri mótstøðuni móti trúarskiftinum.

Føroyar verða nevndar sum biskupssetur í pávabrævi í 1133. Ormur, Føroya biskupur, er á kirkjufundi í Lund í 1139. Av tí at hann er hin 4. biskupurin, kann bispasetrið verða stovnað fyri 1100. 1035 tekur Leivur Øssursson Føroyar í len frá Noregs kongi og 1100 verða Føroyar biskupsdømi undir Nidaros erkabiskupsdømi. Erlendur bispur skrivar í 1298 Seyðabrævið í Kirkjubø, har Kirkjubømúrurin síðani verður byrjað bygdur í 1300, men ikki bygdur liðugur. Erlendur er biskupur í Føroyum 1269–1308.

 
Seyðabrævið er elsta miðaldarrit sum vit eiga í Føroyum.

Vatikanríkið fær pæturspengar/rómaskatt úr Føroyum fyri árini 1319–1326. Rómaskatt guldu húsbøndur við ávísari ogn. At rokna eftir hesi uppgerðini vóru tá í minsta lagi 270 sjálvstøðug hús við hesi áogn í Føroyum. 1380 fylgja Føroyar við Noregi undir danskan kong. Eftir trúbotina 1538 verður biskupstólurin niðurlagdur og Føroyar verða biskupsdømi undir Bergens biskupi. Kongur tekur 2/3 av kirkjugóðsinum. 1619 fylgir handilin við Føroyar úr Bergen til Keypmannahavnar. 1620 kemur Føroya kirkja undir Sælands biskup.

Í Gablatíðini 1655–1709 fær Kristoffur Gabel Føroyar í len. 1662 fær hann, og seinni sonurin, eisini einkarrætt til Føroya handil. 1673 skrivar presturin Lucas Debes bókina Færoæ et Færoa reserata. Eldur er í í Tinganesi, og flestu bygningar handlisins brenna í grund. 1688 verður Norsk Lóg galdandi í Føroyum. Stóra turkaránið er í Hvalba í 1629. Sjórænarar á tveimum skipum úr Algeria, ið tá var partur av turkiska Osmannaríkinum, drepa 6 fólk og taka fleiri enn 30 konur og børn við sær til trælamarknaðin í Norðurafrika. Annað skipið fer á land í Hvalba og gerst vrak. Helst høvdu hesi somu skip í 1627 rænt 250 fólk í Íslandi; 35 íslendingar vórðu seinni leyskeyptir úr trældómi. Men eingin føroyingur kom aftur.

Seyðabrævið verður týtt til danskt í 1637. Nú hava danskir myndugleikar ikki longur skilt tað norrøna málið. Seyðabrævið var í gildi, til Hagalógin kom í 1886. Síðan 1709 er kongligur einahandil. Rybergs handil er 1768–1788 í Vágsbotni, Tórshavn. Føroyingar læra at salta sild, og klippfiskur verður útfluttur. Umsitingin av Føroyum verður 1776 løgd undir Sælands stiftsamt. 1781–1788 er føroyaferð Jens Christians Svabos, sum skrivar bókina Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781–1782.

 
Minnisvarði til minnis um at Nólsoyar Páll og aðrir bygdu Royndina Fríðu.

Nólsoyar Páll byggir Royndina Fríðu 1804. Eisini í 1804 verður latínskúlin stongdur (stovnaður 1547). 1809 gongur Nólsoyar Páll burtur við skipi sínum. Eftir Fríðin í Kiel 1814 fer Noreg frá Danmark og undir svenskan kong. Føroyar, Ísland og Grønland vera verðandi saman við Danmark. Løgtingið verður avtikið 1816 og Føroyar verða danskt amt.

 
V. U. Hammershaimb ger tað føroyska skriftmálið í 1846.

Ein avleiðing av kjakinum um undirvísingarmálið í fyribils skúlaskipanini verður, at V. U. Hammershaimb ger uppskot til føroyskt skriftmál í 1846, ið tekur støði í norrøna upprunanum. Við smærri broytingum er hetta tað skriftmál, vit nýta í dag. Giftingarbannið í “Trælalógini” frá 1777 verður tikið av. 28 føroyingar senda umbøn til stættartingið í Roskilde, um at fáa løgtingið endurreist sum ráðgevandi stovn. Brennivínsnýtslan er farin at vaksa. Avhaldsrørslan byrjar.

Danska grundlógin frá 1849 verður sett í gildi í Føroyum 1850. Fyrsta val í Føroyum til danska ríkisdagin er 1851, og 1852 verður Løgtingið endurreist sum ráðgevandi amtsráð. Kongligi einahandilin verður avtikin hin 1. januar 1856. Føroyar hava nú fríhandil.

1861 verður realskúlin í Havn stovnaður og 1870 læraraskúlin. Almúguskúlar koma 1872. Konufólk sleppa tó ikki inn á skúlan fyrr enn í 1884. Hetta árið verður eisini kommunulóg fyri Føroyar sett í gildi, og sluppfiskiskapurin byrjar. “Dimmalætting” (danskt Amtstidende for Færøerne) kemur út í 1878. Alt er skrivað á donskum.

Tann tjóðskaparligi fundurin í tinghúsinum er 2. jóladag 1888 og førir til, at Føringafelag verður stovnað. Fundurin samtykti m. a., at virkast skuldi fyri:

  • at kristniundirvísingin skuldi vera á før;
  • at føroyskt skuldi verða fak í skúlanum;
  • at undirvísast skuldi í føroyskari søgu;
  • at loyvt skuldi verða at prædika á før;
  • at stovnseta føroyskan háskúla.
 
Rasmus Effersøe var ein av teimum, ið tóku stig til tann gitna Jólafundin í 1888.

At fremja hesi endamál varð Føroyingafelag stovnað ein mánað seinni. Í 1890 fór Føroyingafelag undir blaðútgávu. “Føroyingatíðindi” var fyrsta blað, ið varð skrivað á føroyskum. Jóannes Patursson og Rasmus Effersøe stóðu á odda fyri nýggju føroysku tjóðskaparrørsluni.

1899 verður Føroya Fólkaháskúli settur á stovn. Mortensens handil keypir eisini í 1889 fyrsta føroyska dampskipið Føring. Hann sigldi við fiski til Suðurevropa, og heim við aftur høvdu teir salt og aðrar vørur. Jákup Jakobsen doktari leggur fram sítt nýggja føroyska stavingarlag. Hetta byggir á framburðin (ljóðfrøðina) og ikki á upprunan (upprunafrøðina) sum stavingarlagið eftir Hammershaimb.

Fyrstu politisku flokkar í Føroyum verða til 1906–1908: Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, ið fyrstu ferð fær meiriluti á tingi 1918. Løgtingsskipanin verður broytt 1923: Amtmaður og próstur eru ikki longur løgtingsmenn. Tingið velur sjálvt formann. 1928 fær Javnaðarflokkurin umboð á tingi. 1937 setir Løgtingið Føroya Studentaskúla á stovn. Grein 7 í fyriskipan frá 1912, um at undirvísingarmálið í skúlunum skuldi vera danskt, verður avtikin hin 13. desember 1938. Føroyskt varð kirkjumál hin 13. mars 1939.

1940–1945 eru Føroyar hersettar av Bretlandi. hin 25. apríl 1940 varð Merkið góðkent sum føroyskt flagg. Fólkaflokkurin, sum varð stovnaður 1939, fekk 6 mans á ting í 1940. Við fólkaatkvøðu um stjórnaruppskot ella loysing hin 14. september 1946 er meiriluti fyri loysing, men kongur sendir løgtingið heim, og løgtingsval gevur meiriluta fyri sambandi. Heimastýrislógin kemur í gildi 1948, og Tjóðveldisflokkurin stovnaður.

Í 1957 verður Útvarp Føroya stovnað. Føroyar fáa 12 fjórðingafiskimark í 1964. Fróðskaparsetur Føroya verður sett á stovn í 1965.

Føroyar fáa umboð í Norðurlandaráðnum í 1970, og í 1974 er løgtingssamtykt um, at Føroyar ikki gerast limur í E. E. C.

Fyrsta føroyska frímerkjaútgávan Postverks Føroya er 1. apríl 1976. Árið fyri hevði danska postverkið útgivið frímerki við føroyskum teksti.

1977 fáa Føroyar 200 fjórðingafiskimark.

Fyrst í 1990'unum valdaði kreppa í Føroyum. Kreppan, ið vardi frá 1989 til 1995, hevði við sær eina mikla fráflyting. Sagt verður, at umleið 10 % av samlaða fólkatalinum flutti av landinum, nógv av hesum til Danmarkar.

Fólkið

Høvuðsgrein: Føroyingar

 
Føroyski tjóðbúnin hevur uppruna sín í gerandisbúnanum miðskeiðis í 19. øld.
 
Føroyskur dansur í Sjónleikarhúsinum í Havn.
 
Student i Midnamskolen i dragt

Føroyingar stava partvíst frá víkingum úr Noregi og partvíst frá trælkonum teirra úr Írlandi og Skotlandi.[6] Norðbúgvar úr Noregi komu til Føroya at seta búgv. Í Føroyingasøgu stendur skrivað, at Grímur Kamban víkingur var fyrstur at búseta seg í Føroyum. Mett verður, at hetta var í ár umleið 825, hálvthundrað ár áðrenn Naddoddur víkingur á veg úr Noregi til Føroya rak av leið og kom sum fyrsti víkingur til Íslands. Hann støðaðist tó ikki har, men vendi aftur til Føroya. Tað var á døgum Haralds Hárfagra serliga, at sagt verður í Føroyingasøgu, at mikið fólk flýddi úr Noregi undan harðræði hansara og valdu at seta búgv í Føroyum, aðrir í Íslandi og øðrum óbygdum londum.

Føroyingar eru sambært Føroyingasøgu, eru tí føroyingar ættaðir úr Noregi. Av fyrstan tíð hava føroyingar havt sama sið, mentan og mál sum aðrir norðbúgvar í til dømis Noregi og Íslandi, men síðan hevur málið broytt seg og nøkur ár hundrað seinni, kann føroyska málið sigast at vera sítt egið, tí tað hevur skilt seg so mikið frá hinum. Somuleiðis broytti mentan og siður seg við tíðini og nøkur ár hundrað seinni, høvdu føroyingar skilt seg frá norðmonnum og íslendingum, og kundu har við kallast føroyingar av røttum. Málið æt í landnámstíðini donsk tung og varð talað í Danmark, Noregi, Føroyum og Íslandi. Málið í Svøríki minti um, men var øðrvísi við eysturlendskum orðum og framburði. Orsakað henda uppruna, er føroyska málið nærskylt íslendskum og í minni mun summum bygdarmálum í Vesturnoregi. Í skrift er málið mest líkt íslendskum og eitt sindur nýnorskum. Eisini líkjast siðir íslendinga og norðmanna mest føroyinga siðum. Seyðarhøvd verður etið í Noregi og Íslandi til dømis.

Í 2014 var 88,67% av fólkinum føtt í Føroyum, 7,3% – í Danmark, 0,5% – í Íslandi, 0,37% – í Noregi og 3,17% – aðrastaðni.[7]

Høvuðsgrein: Eftirnøvn í Føroyum

Vanligasta givna dreingjanavnið í 2014 var Benjamin, næstvanligasta Liam og triðvanligasta Rókur.[8] Vanligasta givna gentunavnið í 2014 var Eva, næstvanligasta Emma og triðvanligasta Hanna.[9] Nøvnini Benjamin, Eva og Hanna eru bíblisk nøvn, meðan Liam og Emma eru av forngermaniskum uppruna og Rókur er av fornnorrønum uppruna. Vanligasta eftirnavnið í Føroyum er Joensen, hóast talið hevur minkað síðan 2001.[10] Joensen er donsk umskriving av føroyska eftirnavninum Jógvansson (eisini Jóansson). Hetta samsvarar við vanligasta mannfólkanavnið Jógvan.[11] Vanligasta konufólkanavnið í 2014 var Anna.[12]

Orðalýsing

Eingin ivi kann vera um, at ríkisrættarliga støða Føroya ger tað trupult at greina hugtakið føroyingur. Hetta kemst serliga av, at føroyingar ikki hava sjálvstøðugan føroyskan ríkisborgararætt, men eru fevndir av danska ríkisborgararættinum, sum er galdandi fyri alt Danska ríkið. Ein føroyingur er tí í heimastýrishøpi einans "dansk statsborger henboende på Færøerne" og hvørvur sostatt hagfrøðiliga sum føroyingur, um hann flytur til Danmarkar. Hetta hevði við sær, at neyðugt var at skilmarka hugtakið "føroyskur útiseti". Henda skilmarking kundi verða nýtt sum grundarlag fyri leitan í dátasøvnunum hjá Danmarks Statistik. Avgjørt varð tí, í samstarvi við Danmarks Statistik, at hendan skuldi vera soljóðandi:

  • 1. ættarlið: fólk, sum eru fødd í Føroyum, men sum í dag eru búsitandi í Danmark og hava ikki undanfarin ættarlið búsitandi í Danmark;
  • 2. ættarlið: fólk, sum eru børn hjá 1. ættarliði og eru búsitandi í Danmark. Hesi kunnu annaðhvørt vera fødd í Føroyum ella aðrastaðni, til dømis í Danmark;
  • 3. ættarlið: fólk, sum eru ommu- ella abbabørn hjá 1. ættarliði, og eru búsitandi í Danmark; eisini hesi kunnu annaðhvørt vera fødd í Føroyum ella aðrastaðni, til dømis í Danmark.

Mál

15 mest tosaðu móðurmálini í Føroyum (2014)[13]
Føroyskt 45 361 90,8 %
Danskt 1 546 03,1 %
Íslendskt 201 00,4 %
Enskt 190 00,3 %
Filipinskt 103 00,2 %
Norskt 99 00,2 %
Tailendskt 86 00,1 %
Rumenskt 67 00,1 %
Grønlendskt 62 00,1 %
Serbiskt 57 00,1 %
Russiskt 55 00,1 %
Spanskt 49 00,1 %
Svenskt 45 0,09 %
Pólskt 40 0,08 %
Kinesiskt 29 0,06 %

Høvuðsgrein: Mál í Føroyum

Móðurmál Føroya fólks er føroyskt, ið er sprottið úr forna norrøna málinum. Føroyskt líkist mest íslendskum og nøkrum norskum bygdamálum. Eisini hevur danska málið ligið tætt upp at føroyska málinum ígjøgnum øldirnar og havt ávirkan. Tað, at Føroyar liggja so langt burtur frá umheiminum, hevur hjálpt føroyska málinum at vera verandi eitt sera sermerkt tungumál. Í barnaskúlanum er undirvísing í málunum føroyskum, donskum og enskum kravd. Føroyingar flestir skilja hini norðurlandamálini, bæði skrivliga og munnliga.

Í sambandi við fólkateljingina Manntals, sum varð gjørd 11. nov. í 2011, varð m.a. spurt um, hvat móðurmál fólk høvdu. Í Føroyum eru næstan 3 000 fólk (9 %), sum hava annað móðurmál enn tað føroyska; úrslitið vísir, at tilsamans eru 2 985 fólk í Føroyum, sum hava annað móðurmál enn føroyskt. Av teimum hevur stívliga helvtin, ella 1 546 danskt sum móðurmál (3 %) og restin, 1 439 fólk, hava uppaftur onnur móðurmál.[14] Føroyskt er sjálvsagt ovast á listanum og danskt er framvegis nummar tvey. 45 361 fólk í Føroyum høvdu føroyskt sum móðurmál tann dagin kanningin varð gjørd, meðan 1 546 høvdu danskt. Á 3. plássi var íslendskt við 201, á 4. plássi enskt við 190, og so á 5. plássi kom filipinskt við 103. 99 tosaðu norskt og 86 teilendskt.

Átrúnaður

Høvuðsgrein: Átrúnaður í Føroyum

 
Viðareiðis kirkja.

Átrúnaðurin hevur ein stóran leiklut í føroysku mentanini. Umleið 82,8 prosent av fólkinum hoyrir til ta evangelisku-luthersku fólkakirkjuna,[15] og næststørsti bólkurin, sum verður mettur at vera 10 prosent, hoyrir til brøðrasamkomuna. Av tí at brøðrasamkoman ikki skrásetur limir, eru eingi nágreinilig hagtøl yvir, hvussu nógv hoyra til brøðrasamkomuna. Restin eru smærri trúarbólkar, sum flestir eru kristnir. Sambært fólkateljingini tann 1. nov í 2011 eru yvir 95 prosent av øllum føroyingum kristnir (allir kristnir samkomubólkar eru taldir saman).[16] Næststørsti bólkur eru tey, sum ikki hava eina trúgv – gudloysingar. Sambært kanningini hava 1 397 fólk yvir 15 ár í Føroyum onga trúgv. Tey valdu at svara ”onga trúgv”, sum var ein av svarmøguleikunum. Um fólk uttan trúgv ikki verða tald við, tá ið talan er um trúgv, so er buddisma næststørsta sjálvstøðuga trúgv (66 fólk yvir 15 ár). Eftir hagtølunum eru nógv flestar kvinnur, og tær allar eru undir 70 ár. Tá er bólkurin ”fleiri enn eina trúgv” heldur ikki taldur við. Hann umboðar 85 fólk. Islam er triðstørsti bólkur við 23 fólkum. Á næstu plássunum eru bahá'í trúgvin (13), jødadómur (12), hinduisma (7) og sikhisma (3). Verður hugt eftir sambandinum millum føðiland og trúgv, so er eisini týðiligt, at eisini tey, sum eru fødd uttanlands, men flutt til Føroya, svara at teirra trúgv er kristindómur. Av teimum, sum eru fødd í Afrika, Ásia ella Miðeystri svara 70 prosent, at teirra trúgv er kristindómur og 17 prosent svaraðu buddisma. Prosentparturin av teimum, sum svaraðu kristindóm, sæst ein lítil munir, um hugt verður eftir aldursbólkunum. Gott 91 % av teimum millum 15 og 29 ár svaraðu kristindóm, sum teirra trúgv, men hjá føroyingum yvir 70 ár svaraðu næstan 99 %, at teirra trúgv var kristindómur. Hinvegin sæst umvenda gongdin hjá teimum, sum svaraðu onga trúgv. Har minkar parturin, sum svarar onga trúgv við aldrinum.

Fólkatættleiki

 
Í Føroyum er fólkatættleikin uml. 35 fólk fyri hvønn km², og í Streymoynna uml. 60 fólk fyri hvønn km².

Fólkatættleikin í Føroyum er í miðal uml. 35 fólk fyri hvønn km2 í 2014.[17] Tað vil siga, at um alt slag av lendi verður tikið við, so hevur hvørt fólk so nógv pláss í part, sum svarar til uml. 4 fótbóltsvøllir. Men tað er misjavnt, hvussu nógv pláss er í part kring landið. Á fleiri av útoyggjunum er bara millum 1 og 2 fólk fyri hvønn km2. Hinvegin, so býr meira enn ein triðingur av øllum fólkinum í tí størsta býnum, sum er Tórshavn, íroknað Hoyvík og Argir. Í Suðuroy er fólkatættleikin uml. 28 fólk fyri hvønn km2, og í Eysturoynna uml. 38 fólk fyri hvønn km2. Gongdin í íbúgvatalinum í Føroyum er eins og í øðrum londum tann, at fólk flyta til tey stóru plássini, og at smáplássini í flestum førum minka. Sæð undir einum eru Føroyar eitt stálbygt land; tað vil siga, at miðaltalið av fólki fyri hvønn km2 er lágt. Men kortini býr meginparturin av fólkinum tætt saman í býum og bygdum.

Føroyingar í Danmark

 
Føroyingar stava frá víkingum, sum av óvart komu til Føroya, meðan teir sigldu vestur úr Noregi til Íslands.

Sambært hagtølunum, búgva í alt 22 549 føroyingar, býttir yvir 3 ættarlið, í Danmark. Í 1. ættarliðunum er býtið millum kynini ógvuliga ójavnt, av 7 737 fólkum er ein meiriluti á 1 799 konufólk. Samanlagt eru 9 741 av teimum 22 549 fødd í Føroyum. Sum skilst av skilmarkingini av einum føroyingi í innganginum, eru øll 7 737 fólkini í 1. ættarliði fødd í Føroyum, hetta svarar til 79 % av teimum 9 741. Tey írestandi 2 004 eru tískil býtt á 2. og 3. ættarlið.

Teir 22 549 føroyingarnir, sum búgva í Danmark, svara til nærum helvtina (46,75 %) av samlaða fólkatalinum í Føroyum, sum 1. januar 2006 var 48 219.[18] Føroysku útisetarnir eru tó einans 0,415 % av samlaða danska fólkinum, sum um sama mundið var 5 427 459. Øll trý ættarliðini hava tó til felags, at aldursbólkarnir 25-39 ár og 7-16 eru størstir. Hetta er felags fyri bæði kyn.

Eisini hava øll trý ættarlið til felags, at størsti parturin av hesum eru búsitandi í Keypmannahavnarøkinum, Norðurjútlandi, Ribe kommuni og Århus kommunu. Minst av føroyingum búgva í Bornholms Regiónskommunu.[19]

Politikkur

Høvuðsgrein: Føroyskur politikkur

 
Tinganes er miðdepilin í Havn. Navnið bendir á, at her helt tingið til frá miðøld og til løgtingið varð avtikið í einaveldistíðini í 1816.
 
Føroyar eru limir í Ríkisfelagsskapinum saman við Danmark og Grønlandi.
 
Aksel V. Johannesen (Javnaðarflokkurin) var Føroya løgmaður frá 2015 til 2019 og aftur frá 2022.

Føroyingar hava heimastýri, men eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, og danska stjórnin hevur ein umboðsmann, ríkisumboðsmaðurin í Føroyum, búgvandi her á landi. Síðani 1948 hava Føroyar verið ein sjálvstýrandi partur í danska kongaríkinum. Sambært heimastýrislógini verða nøkur málsøki umsitin av donskum myndugleikum. Løgreglan og dómsvaldið í Føroyum eru eisini donsk.

Landið hevur egið lóggávuting, Løgtingið, og egið flagg. Politiskt eru Føroyar skipaðar við løgtingi, ið hevur lóggevandi valdið um hendi, og landsstýri, ið hevur útinnandi valdið um hendi. Føroya Løgting verður valt av fólkinum, valrættaraldurin er 18 ár. Eftir løtingsval verður nýggj stjórn sett saman av flokkum ið undir samráðingum gerast samdir um hvør politikkur ið skal førast næstu fýra árini. Hesir flokkar skulu helst hava meirilutan í løgtinginum, tað er ikki vanligt í Føroyum at hava minnilutasamgongur. Tá ið nýggj samgonga er skipað, hava stjórnarflokkarnir valt løgmann og landsstýrisfólkini úr teirra flokkum. Landsstýrisfólkini kunnu saman við løgmanni vera í minsta lagi tríggir og hava onkuntíð verið upp til nýggju við løgmanni. Løgmaður er hægsti føroyski embætismaður, og hann er formaður fyri Føroya Landsstýri, sum er hægsta føroyska ráð. Til danska fólkatingið velja føroyingar tveir limir. Valrættaraldurin til løgtingið og fólkatingið er 18 ár. Til øll politisk val í Føroyum hava kvinnur valrætt, og kvinnur kunnu eins og menn veljast til øll álitsstørv.

Oyggjarnar eru skipaðar í seks sýslur, tó hava sýslurnar ikki longur sama týdning sum fyrr. Sýslurnar verða nevndar í fleiri lógum, t. d. í grindalógini. Sýslurnar eru: Streymoyar sýsla, Sandoyar sýsla, Suðuroyar sýsla, Norðoya sýsla, Eysturoya sýsla og Vága sýsla. Tað er serliga innan løgregluna, at tosað var um sýslurnar, har ið hvør sýsla hevði sín sýslumann. Løgreglan, ið er donsk, valdi at gera bygnaðarbroytingar og umskipa sýslumannaembætið nøkur ár eftir, at Føroyar varð bundið meira saman við fyrst Vágatunlinum og síðan Norðoyatunlinum. Tað varð vorði lættari at ferðast millum hesi øki í landinum, og hildi var, at tí var ikki neyðugt longur at hava seks sýslumenn. Bygnaðarbroytingarnar komu í gildi frá 1. apríl 2010 og størsta broytingin var, at Føroyar vóru skipaðar í trý politiøki: Norðurøki, Miðøki og Suðurøki við hvør sínum økisleiðara og varaleiðara. Meiningin var fyrst at avtaka sýslumansembætið, men av tí at fleiri føroyskar lógir nevna uppgávur hjá sýslumanninum, kundi løgreglan ikki bara avtaka hetta embætið. Nú eru 5 sýslumenn settir at røkja sýslumansuppgávurnar í teimum trimum politiøkjunum, sum hava 6 sýslur.[20] Norðurøki er Norðoyggjar og Eysturoy. Miðøki er Streymoy, Sandoy og Vágar og smærru oyggjarnar. Suðurøki er Suðuroy og Lítla Dímun.

Í mars 2014 samtykti løgtingið, at eldraøkið skuldi leggjast út til kommunurnar at umsita. Løgtingið samtykti í apríl 2014 Løgtingslóg um kommunalt samstarv á eldraøkinum, Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v. m., og Løgtingslóg um ávís starvsfólkaviðurskifti, tá heimatænastan, eldrarøktin v. m. Tað var Annika Olsen, táverandi landsstýriskvinna í almannamálum, ið tók stig til tað. Ætlan hennara var fyrst, at kommunusamanlegging skuldi fremjast fyrst, soleiðis at tað bert fóru at vera fáar kommunur í Føroyum. Men tað fekst ikki meiriluti fyri kommunusamanlegging, og á fólkaatkvøðu søgdur føroyingar nei til kommunusamanlegging. Eldrøkið varð lagt út til kommunurnar frá 1. januar 2015. Økini eru ikki sýslurnar men nýggj øki.

Kommunalu samstørvini um eldraøki eru hesi:[21]

  • Kommunurnar í Norðoyggjum – Norðoyar Bú- og Heimatænasta
  • Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur – Økistænastan hjá Skálafjarðarsam-starvinum
  • Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna – Heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu
  • Sørvágs og Vága kommunur – Heimatænastan í Vágum
  • Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur – Heimatænastan í VEKS
  • Kommunurnar í Sandoynni og Skúvoy – Økistænastan í Sandoyar Sýslu
  • Kommunurnar í Suðuroynni – Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
  • Tórshavnar kommuna – Heilsu- og umsorganartænastan

Føroyar er skipað í 30 kommunur, og fyri hvørja kommunu stendur eitt kommunustýri, sum verður valt av fólkinum. Kommunur taka sær av lokalum málum, tó at býtið millum land og kommunur ikki altíð er so greitt. Viðvíkjandi grundlóg og ríkisrættarligum viðurskiftum eru viðurskiftini í Føroyum ógreið. Danska grundlógin er ongantíð sett í gildi við fólkaatkvøðu ella samtykt í Løgtinginum. Men hon verður útinnt av dómsvaldinum og øðrum myndugleikum. Tó er heimastýrislógin uttan iva partur av stjórnarlógargrundarlagnum í Føroyum.

Føroyar eru ikki limur í ES, og allur handil við onnur lond er skipaður við serligum handilsavtalum.

Á løgtingsvalinum 8. desember 2022 gjørdist úrslitið hetta:

Flokkur Tinglimir % á vali
A. Fólkaflokkurin 6 18,9
B. Sambandsflokkurin 7 20,0
C. Javnaðarflokkurin 9 26,6
D. Sjálvstýrisflokkurin 0 2,7
E. Tjóðveldi 6 17,7
H. Miðflokkurin 2 6,6
F. Framsókn 3 7,5
Tilsamans 33 96,8

Eftir valið 2008 skipaðu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin stjórn við 17 tinglimum. Hetta var ein lítil meiriluti, sum kom at merkja samstarvið ímillum flokkarnar. Henda samgongan skipaði seg við Jóannes Eidesgaard sum løgmann. Í samgonguni var tó ikki langt lív lagað, tí longu í septembur 2008 segði løgmaður samstarvið við Tjóðveldi upp. Orsøkin til uppsøgnina av samstarvinum snýði millum annað seg um ósemju um undirsjóvartunnil til Sandoyar, ósemju um skerjing av fiskidøgum umframt ósemju um, hvat ráð skuldi hava eina skrivstovu úti í Tinganesi.

Eftir at samstarvið við Tjóðveldi varð sagt upp, fór Jóannes Eidesgaard undir samráðingar við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Teir skipaðu samgongu í septembur 2008. Samgongan skipaði seg við Kaj Leo Johannesen sum løgmann. Henda samgongan var ein sonevnd meirilutasamgonga, hon hevði 20 av 33 tinglimum aftanfyri seg.

Høvuðsyvirskriftin fyri ta samgonguna var: Sjálvbjargni, altjóðagerð og samhaldsfesti.

Sjey politiskir flokkar vóru valdir í løgtingi á valinum í 2011. Kaj Leo Johannesen helt fram sum løgmaður.

Løgtingsval varð tann 1. september 2015. Úrslitið av valinum sá soleiðis út:

Flokkar Atkvøður Tinglimir
Listar # ± # % ± % # ±
  AFólkaflokkurin 6 102 −781 18,9 −3,6 6 −2
BSambandsflokkurin 6 046 −1 500 18,7 −6,0 6 −2
CJavnaðarflokkurin 8 093 +2 665 25,1 +7,3 8 +2
DNýtt Sjálvstýri 1 305 +15 4,1 −0,1 2 +1
ETjóðveldi 6 691 +1 102 20,7 +2,5 7 +1
FFramsókn 2 241 +308 7,0 +0,6 2 ±0
HMiðflokkurin 1 779 −104 5,5 −0,7 2 ±0
Tilsamans 32 374 100,0 33

Evropasamveldið

 
Hóast Danmark er limur í ES, eru Føroyar ikki fevndar av danska ES-limaskapinum.

Føroyar hava heimastýri í Ríkisfelagsskapinum. Hóast Danmark er limur í Evropasamveldinum, eru Føroyar ikki fevndar av danska ES-limaskapinum. Tó eru føroyingar danskir ríkisborgarar og kunnu tí í ávísum førum, sum eru heft at bústaði, fáa tey rættindi, sum danski ES-sáttmálin fevnir um, til dømis rætt at búseta seg og arbeiða í einum ES-landi. Sum føroyingur kanst tú velja annaðhvørt føroyskt pass ella danskt ES-pass. Í veruleikanum hevur valið av passi onga ávirkan á, hvørji rættindi ein føroyingur fær, tá ið hann fer til eitt ES-land. Tað, sum er avgerandi, er bústaðurin. Hetta merkir, at ein føroyingur búsitandi í Føroyum hevur ikki rætt at búseta seg og arbeiða í einum ES-landi sambært felagsmarknaðarrættinum. Hinvegin fær ein føroyingur, sum er danskur ríkisborgari, somu rættindi sum ein ES-borgari, er hann búsitandi í Danmark – uttan mun til um viðkomandi hevur føroyskt-danskt pass ella danskt ES-pass.

Samkynd

 
Føroya Pride 2017.

Í rættarskipanini verður munur gjørdur á samkyndum og hinkyndum. Eitt nú hava samkynd ikki loyvi at skráseta sítt parlag, og samkynd sleppa ikki at ættleiða. Var uppskot lagt fyri tingi í 2011, um at loyva samkyndum at skráseta seg í parlag, hevði tað ikki verði samtykt.[22] Samkyndir menn kunnu eisini framvegis ikki lata blóð í Føroyum.[23] Føroyar eru eisini einasta Norðurland, sum ikki viðurkennir samkyndar familjur. Øll grannalond Føroya loyva samkyndum at skráseta seg í parlagi. Í t. d. Noregi, Svøríki, Danmark, Íslandi, Bretlandi og Hollandi kunnu samkynt eisini ættleiða.

At vera samkyndur hevur verið loyvt í Føroyum síðan 1933 tá tað varið gjørt lógligt í Danmark.[24] Samstundis varð aldursmark fyri samkynda samlegu sett til 18 ár. Síðan varð tað í 1988 gjørt kynleyst og har við set til 15 ár.[25] Harðskapur orsakað av kynshugi offursins verður bólkaður sum hatursbrotsverk, og fer at hava við sær herda revsing. Hetta er vegna tess, at grein 266b í revsilógini eisini fatar um samkynd.[26]

Skúlaskapur

 
Tvøroyri

Frálæra fæst í fólkaskúlanum ella á frískúla. Í 1979 fekk Landsstýrið um hendi at umsita øll føroysk undirvísingarmál, og løgtingslóg um fólkaskúlan kom í gildi 1. august 1979. Lógin sigur m. a., at øll børn í undirvísingarskyldugum eiga ókeypis frálæru í fólkaskúlanum.

Fólkaskúlin

 
Føroya Fólkaháskúli byrjaði í 1899.

Fólkaskúlin er almenni skúlin hjá børnum í skúlaaldri í Føroyum. Fólkaskúlin er sjey ára grundskúli og tvey ára framhaldsskúli og kann halda fram við einum 10. flokki. Fólkaskúlalógir verða viðtiknar á Føroya Løgtingi. Landsstýrið er hægsti myndugleiki í skúlaskipinum í Føroyum og fremur henda myndugleika gjøgnum Landsskúlaráðið, sum hevur Landsskúlafyrisitingina at sita fyri skúlaskapinum. Landsskúlaráðið ásetur reglur um endamálið við frálæruni í einstøku lærugreinunum og sendir út leiðbeinandi lesi- og tímaætlarnir. Skúlanevndirnar gera uppskot til skúla- og undirvísingarætlan, sum Landsskúlaráðið skal góðkenna.

Frískúlar og háskúlar

Í frískúlum/privatskúlum fæst frálæra, á sama hátt sum í fólkaskúlanum. Summir frískúlar hava serstakt grundsjónarmið, til dømis átrúðarligt ella politiskt. Hugsanin um privatskúla kom frá fólkum sum til dømis Nicolaj Frederik Severin Grundtvig og Christen Kold. Úr hesi skúlahugsan er Føroya Fólkaháskúli sprottin, hann stovnaðu Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen. Adventistaskúlin í Havn er eisini frískúli, og Skt. Frans skúli var privatskúli til 1985, tá ið Tórshavnar kommuna tók við skúlanum. Í 2013 eru tríggir frískúlar í Føroyum, tveir í Tórshavnar kommunu og ein í Skálabotni í Eysturoynni. Skúlarnir í Havn eru Frískúlin við Hoyvíkstjørn (Adventistaskúlin) og Frískúlin í Havn, sum í 2007 varð settur á stovn á Velbastað, har barnagarður fyrr hevði verið. Tað vóru Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard, ið tóku stig til frískúlan.[27] Í 2013 starvaðust 10 lærarar á Frískúlanum í Havn. Frískúlin við Hoyvíkstjørn varð settur á stovn í 1966. Tað var Adventistasamkoman ið setti skúlan á stovn og sum rekur hann enn í dag. 1. august 2003 varð Frískúlin við Hoyvíkstjørn broyttur til sjálvsognarstovn og frískúla sambært løgtingslóg nr. 46 frá 26. mars 2002 við egnum viðtøkum.[28] Frískúlin Keldan í Skálabotni varð settur á stovn í 2010,[tørvar keldu] ein av stigtakarunum var Jastrid Høj. Fyrsta árið var ein forskúlaflokkur og ein 1. flokkur.[29]

Hægri útbúgving

Studentar ella HF-næmingar fara ofta á Fróðskaparsetrið ella annan hægri lærustovn at lesa meiri. Lesturin varir vanliga 3-7 ár og endar við próvtøku.

Mentan

 
Teir fyrstu og komandi føroysku rithøvundarnir Janus Djurhuus, Jørgen-Frantz Jacobsen, William Heinesen og Hans A. Djurhuus um 1924.

Høvuðsgrein: Føroysk mentan

Føroysk mentan hevur sín uppruna í norrønari mentan. Málið er runnið úr fornnorrønum eins og í grannalondunum. Í stórum eru føroyingar kristnir hóast ymsar áskoðanir eru um júst, hvussu stórur partur av fólkinum er kristin. Við aldagomlu kvøðingini hava føroyingar siðvenju fyri kvøðing og sangi. M. a. orsakað av vantandi viðarvøkstri var ikki vanligt at nýta ljóðføri í Føroyum, og føroyingar hava dansað og kvøðið í staðin. Í 20. øld betraðist millumlanda vøruflutningurin, og føroyingar fóru tá at nýta innflutt ljóðføri, sum nú verða nógv nýtt. Á sama hátt tók myndlistin dik á seg í 20. øld, og er síðani nógv ment.

Landafrøði

Høvuðsgrein: Føroysk landafrøði

 
Lítla Dímun er einasta oyggj í Føroyum, har ongi fólk búgva.
 
Beinisvørð, Suðuroy. Beinisvørð er tað næsthægsta forbergið í Føroyum, bara Enniberg er hægri.
 
Slættaratindur er hægsta fjall í Føroyum.
 
Saksunardalur, ið er heilar 10 kilometrar langur.
 
Vestmannabjørgini.
 
Børn spæla í einari stórari á í Árnafirði.

Føroyar liggja í Atlantshavi nøkurlunda miðskeiðis ímillum Norra, Skotland og Ísland. Mitt í Golfstreyminum í Norðuratlantshavi á 62 stigum norður. Her í Atlantshavi renna saman heitir og kaldir luftstreymar, og veðurlagið er skiftandi sól, regn og mjørki. Um summrini eru Føroyar rímiliga kaldar, við miðalhitanum 11 °C (52 °F). Miðalhitin í okkara kaldasta mánaði er 3 °C (37 °F). Sjálvt um tær liggja á 62° norður, so heldur Golfstreymurin veðurlagið flótt, so vit hava mildar vetrar. Veðurlagið er rímiliga vátt, við nógvum regni og toka, og onkuntíð stórum stormum eisini.

Oyggjarnar eru 1 399 km2 til víddar. Fólk býr á 17 av teimum 18 oyggjunum. Oyggin, sum einki fólk býr á, Lítla Dímun, er rættiliga lítil (0,82 km2), og er umringað av brøttum, høgum bjørgum, so hon er ring at sleppa til. Einans seyður og fuglur býr á oynni. Úr suðri í norður er frástøðan 113 km, og úr eystri í vestur er hon 75 km. Strandalinjan er 1 289 km. Ongastaðni í landinum ert tú meira enn 5 km frá havinum. Tórshavn, sum er høvuðsstaður við umleið 20 000 íbúgvum, liggur sunnarlaga í Streymoynni.

Slættaratindur er hægsta fjall í Føroyum (882 m høgur) og er á norðara enda av Eysturoy. Norðanfyri er næsthægsta fjall í Føroyum, Gráfelli.[30] Í miðal eru fjøllini í Føroyum umleið 300 m høg. 10 fjøll eru í Føroyum, hægri enn 800 m.

18 oyggjar eru í Føroyum. 17 eru bygdar og 1 óbygd, Lítla Dímun. Umframt oyggjarnar eru mangir hólmar, stakkar, drangar og sker. Tilsamans 779 av teimum. Heilt neyvt er víddin av øllum Føroyakortinum, við skerum, 1 395,74 km2. Umveldismark: 12 fjórðingar.[31] Størst er Streymoyggin, 373 km2, og minst er Lítla Dímun, 0,82 km2.

Oyggjarnar eru úr basalti, gosgróti, ið síðan fornu eldgosini er grivið burtur av jøklum í seinastu ístíð. Hesir jøklarnir eru nú firðir, sund og dalar, og orsøk til, at Føroyar eru tað oyggjasamfelagið, sum vit kenna í dag. Av tí, at Føroyar eru skaptar soleiðis, at ísurin lættliga kundi renna burtur, rennur vatn eisini lættliga burtur. Sum oftast er hetta ikki ein trupulleiki, tí nógv regn er í Føroyum. Men tað kemur fyri, at einki regn er í fleiri mánaðir.

Føroyar hava oyggjaveðurlag við ógvuliga skiftandi veðri. Bert stutt løta kann vera millum sólskin og regn, logn og storm. Sólskin, regn og mjørki hvørt um annað. Í Føroyum mást tú altið laga teg eftir veðrinum. Sjógvurin frystir ongantíð. Miðalhitin um veturin er umleið 3 °C (37 °F) og um summarið umleið 11 °C (51 °F). Veturin er lýggjur; ofta við regni, vindi og við hvørt nakað av kava og kulda, sum ikki liggur serliga leingi. Summarið er ljóst – á hásumri nærum alt samdøgrið. Hitin liggur ofta um 10-12 °C (50-53 °F), men onkrar dagar krýpur hann upp í 20 °C (68 °F). Hóast landið er lítið, er ikki altíð sama veður allastaðni í landinum.

Oyggjarnar úr landnorðingi eru: Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy, Kalsoy, Eysturoy, Streymoy, Nólsoy, Vágar, Mykines, Koltur, Hestur, Sandoy, Skúvoy, Stóra Dímun, Lítla Dímun og Suðuroy.

 
Fiskivinnan er týdningarmesta inntøkukeldan í Føroyum.
 
Í Føroyum eru 70 000 seyðir. Víkingar høvdu seyðin við sær hagar í 9. og 10. øld.
 
Í 2004 taldi fiskaútflutningurin 82% av øllum útflutningi av bæði vørum og tænastum samanlagt.
 
Sambært hagtølum er ferðavinnan næststørsta vinnan, og eftir henni kemur útflutningur av ullvørum og øðrum tilvirkaðum vørum. Fiskur og fiskaúrdráttir eru 97 prosent av útflutningsvirðinum hjá føroyingum.


Búskapur

Høvuðsgrein: Føroyskur búskapur

Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) hjá Føroyum í 2006 var 11 878 milliónir krónur. Skift á fólkatalið var bruttotjóðarúrtøkan umleið 250 000 krónur í 2006.

Arbeiði

Í Føroyum er ein størri partur av fólkinum arbeiðsvirkin enn í øðrum londum. 93 % av mannfólkinum og 83 % av konufólkinum eru virkin á arbeiðsmarknaðinum. Men ein stórur partur arbeiðir tó ikki fulla tíð. Av mannfólkunum arbeiða 81 % vanliga fulla tíð, meðan tað bert eru 45 % av konufólkunum, ið arbeiða fulla tíð. Heili 83 % av føroysku kvinnunum eru virknar á arbeiðsmarknaðinum. Samanbera vit við Vesturevropa undir einum, so er talið har bara 66 % av kvinnunum. Í Norðurlondum er tað Finnland, sum hevur lægstu luttøkuna av kvinnum á arbeiðsmarknaðinum við 73 %.

Størsti parturin av teimum arbeiðsvirknu eru løntakarar. Í november 2005 vóru 85 % av teimum arbeiðsvirknu løntakarar, 11 % vóru sjálvstøðug, og 5 % vóru ólønt. Í 1990 vóru 76 % av mannfólkunum løntakarar og 68 % av konufólkunum. Í 2005 vóru tølini 73 % av mannfólkunum og 74 % av konufólkunum. Ein størri partur av konufólkunum er sostatt komin út á arbeiðsmarknaðin. At løntakaraparturin millum mannfólk er minkaður, kemst helst av at alt fleiri arbeiða sum sjálvstøðugt vinnurekandi.

Arbeiðsloysi

Áðrenn kreppuna í 1990'unum var lítil og eingin skráseting av arbeiðsloysi í Føroyum. Tá Arbeiðsloysistryggingin varð sett á stovn, bar til at fáa hagtøl um gongdina í arbeiðsloysinum. Í 1995 var miðalarbeiðsloysið uml. 13 %, men minkaði síðan ár undan ári fram til 2002, tá tað var komið niður á 2,3 % av arbeiðsfjøldini. Síðani tá er tað komið nakað upp aftur, og í mars 2014 var tað gjørt upp til 4,3 %, ið enn er lágt sammett við onnur lond. Tað er 0,3 prosentstig minni enn fyri einum ári síðani, tá ið tað var 4,7 %. Hettar síðsta árið er arbeiðsloysið annars minkað 123 fulltíðar arbeiðsleys. Fleiri kvinnur hava verið arbeiðsleysar enn menn og í miðal hava 133 fleiri kvinnur verið arbeiðsleysar, enn tað eru menn, men tilsamans eru nú 1158 fólk arbeiðsleys. Annars vísir uppgerðin, at arbeiðsloysið er nógv størst í Sandoy, har tað er heili 8,4 %. Minst er arbeiðsloysið í Eysturoy, har tað er 3,5 %. Annars liggur arbeiðsloysið javnt ímillum 4,5 % í Norðoyggjum til 5,6 % í Suðuroy. Tey flestu arbeiðsleysu eru ímillum 55 og 66 ár, har arbeiðsloysið er 5,9 %, minst er arbeiðsloysið hjá teimum í góðum árum, frá 35 til 54 ár.

Fiskiskapur

Føroysk skip fiskaðu í 2004 samanlagt 580 túsund tons á øllum havleiðum og umleið helvtin varð fiskað á føroyskum sjóøki. Hetta er meira enn tvífalt tað, sum fiskað var fyrst í 1990'unum. Nógv tann størsti parturin var tað vit kalla uppisjóvarfiskur, sum fiskað vórðu omanfyri 400 túsund tons av. Um 150 túsund tons vóru botnfiskasløg. Besta fiskiárið var 2003, tá fiskað vórðu 617 túsund tons, og tá vóru 420 tons av uppisjóvarfiski og 160 tons av botnfiskasløgum.

Fiskur er mest týðandi útflutningsvøran. Av vøruútflutninginum hava fiskavørur seinastu árini talt umleið 95 % av øllum útflutninginum. Sjálvt tá tænastuútflutningurin verður taldur uppí, telir fiskaútflutningurin nógv størsta partin – í 2004 taldi fiskaútflutningurin 82 % av øllum útflutningi av bæði vørum og tænastum samanlagt. Útflutningurin av fiskavørum í 2005 var slakar 3,4 miljardir krónur. Av virðisøkingini í landinum taldi fiskiskapur 16 % í miðal árini 1998–2003.

Fiskiskapur telist eisini millum tær vinnur, har mesta arbeiðsvirksemi er. Løntakarateljingin vísir, at í 2005 vóru tað um 2 400 fólk, ella 10 % av løntakarunum, sum høvdu høvuðsinntøkuna úr fiskiskapi. Bæði talið og prosentparturin eru minni enn í 1990, tá tey vóru 2 900 og taldu góð 12 % av løntakarunum. Haraftrat eru fleiri sjálvstøðug vinnurekandi í fiskiskapi, sum útróðramenn og reiðarar, men øll starvandi í fiskiskapi telja somuleiðis 10 % av arbeiðsvirknum borgarum.

Føroyar vóru í 2003 á 25. plássi, tá talan er um størstu fiskiveiðitjóðir í heiminum, meðan Noreg var á 8. plássi, Ísland var á 11. plássi og Danmark á 18. plássi. Størstu fiskiveiðitjóðirnar eru Kina, Peru og Indonesia. Kina einsamalt fiskaði í 2003 næstan 10 miljardir tons, sum er 15 % av øllum heimsins fiskiskapi upp á 67 miljardir tons, næst teimum Peru, sum fiskaði 9 % og síðani Indonesia 5 %.

Uttanlandshandil

 
Føroyski vøruútflutningurin er fyri alramesta partin fiskur og hevur eisini verið tað í meira enn 100 ár. Í virði telur fiskaútflutningurin eini 90-98% av øllum vøruútflutninginum.[32]

Í hagtølum kalla vit innflutning og útflutning av vørum fyri uttanlandshandil. Handil er eisini við tænastum um landamark, men tænastuhandilin verður uppgjørdur í gjaldsjavnanum og vanliga ikki í hagtølum um uttanlandshandil.

Fiskur og fiskaúrdráttir eru 97 % av útflutningsvirðinum hjá føroyingum. Sambært hagtølum er ferðavinnan næststørsta vinnan, og eftir henni kemur útflutningur av ullvørum og øðrum tilvirkaðum vørum.

Innflutningurin umfatar allar tær vørur, sum okkum tørvar, meðan útflutningurin umfatar tær vørur, sum vit eru dugnalig til at framleiða. Innflutningurin er í so máta endamálið við uttanlandshandlinum, meðan útflutningurin er tað, vit lata afturfyri, fyri at fáa ráð til innflutning.

Í einum so lítlum landi sum Føroyum, er tørvurin á innflutningi stórur, tí vit hava ikki støddina og orkuna at framleiða tað breiða vøruúrval, sum okkum tørvar til at skapa neyðuga trivnaðin í tilveruni. So at siga allar vørur, sum okkum nýtist til at seta búgv við og til dagliga nýtslu hjá húsarhaldinum, koma úr útlondum. Somuleiðis koma flestallar vørur til vinnuligt virksemi úr útlondum, tí vit hava so at siga bara fiskin, eitt lítið sindur av landbúnaðarvørum og nakað av orkukeldum til egna nýtslu. Restin av vørunum koma uttaneftir.

At vit kunnu hava so høgt livistøði í Føroyum, við einum vøruúrvali átøkt tí í ríku grannalondunum, ber bara til, tí at vit afturímóti eru før fyri at útflyta fyri stór virði av fiskavørum. Samfelagsbúskaparliga ber til at siga, at fyri alt hetta stóra vøruframboðið er goldið við fiski. Føroyar hava spesialiserað seg til at framleiða fiskavørur, sum onnur lond vilja gjalda so nógv fyri, at vit afturímóti kunnu innflyta vørur, sum hóska til okkara høga livistøði.

Handilsjavnin er úrslitið av endaliga roknskapinum, uttanlandshandlinum viðvíkjandi. Tá árið er runnið, verður handilsjavnin gjørdur upp sum munurin millum inntøkurnar frá útflutningi av vørum og útreiðslunum av innflutningi av vørum. Síðani 1988 hava verið 5 ár við halli á handilsjavnanum, 11 ár við avlopi og 3 ár, har handilin so at siga hevur javnviga. Ofta – hóast ikki altíð – er tað so, at tá framgongd er í búskapinum, verður hall á handilsjavnanum, tí innflutningurin til íløgur og nýtslu veksur, meðan tað hinvegin ofta er avlop av handilinum í vánaligum tíðum, tí at keypsorkan er lág og íløguhugurin minni. Minkar útflutningurin av serligum ávum sum fiskaloysi, prísfalli ella tí fiskaalingin fer fyri bakka, kann tað sjálvsagt eisini elva til hall av uttanlandshandlinum.

Keypara- og seljaralond

Inn- og útflutningurin av vørum, skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2007, sær soleiðis út sambært Hagstovu Føroya:

# Útflutningur Innflutningur
1.   Stóra Bretland – 24,0%   Danmark – 29,9%
2.   Noreg – 13,6%   Noreg – 18,5%
3.   Danmark – 12,8%   Týskland – 7,9%
4.   Spania – 8,5%   Svøríki – 6,6%
5.   Frakland – 7,4%   Stóra Bretland –4,6%
6.   Týskland – 5,3%   Kina – 3,6%
7.   Nigeria – 3,9%   Frakland – 2,6%
8.   Russland – 3,1%   Ísland – 2,4%
9.   Japan – 3,0%   Spania – 2,4%

Ferðavinnan

 
Flogfar hjá Atlantsflog. Umleið 166 fólk starvast hjá føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági.

Seta við tølini saman fyri bæði loft- og sjóleiðirnar, so kann samlaða talið av útlendskum ferðafólkum til Føroyar roknast at vera 38 560 í 2008. Afturat teimum 38 560 ferðafólkunum koma tey, ið komu til Føroyar við ferðamannaskipi. Hesi vóru, við manning, 33 000. Samanlagda ferðafólkatalið av útlendingum í Føroyum kann sostatt sigast at vera 71 560. Visit Faroe Islands metti í 2005, at 45 000 ferðafólk vitjaðu Føroyar. Talið var mett at standa í stað í 2006.

Ferðafólk komin loftvegis

Ferðafólkaflutningurin loftvegis til Føroyar er tann ferðabólkurin, ið hevur økt mest um ferðafólkatalið. Seinastu tíggju árini er ferðafólkatalið tvífaldað til uml. 230 000. Her er talan um komur og fráferðir. Metingar hjá Visit Faroe Islands meta, at 79 % av ferðafólkunum hjá Atlantic Airways eru føroyingar. Í 2008 komu 111 033 ferðafólk til Føroyar. Av teimum vóru 21 % útlendingar, um vit fylgja metingum hjá Visit Faroe Islands, svarandi til 23 316 útlendingar (í 2006 – 21 690).

Ferðafólk komin sjóvegis

 
Norröna er størsta ferðamannaskip í Føroyum. Pláss er til 1.482 ferðafólk og 800 bilar. Norröna tekur 3.250 tons.[33]

Norröna, ið er einasta ferðamannaskip við regluligum túrum til Føroyar, flutti í 2006 31 533 ferðafólk til Føroyar. Av teimum vóru 46,5 % føroyingar. Hini 53,5 % komu í høvuðsheitum úr Skandinavia (33,8 %) og Norðurevropa (13,4 %) og vóru 16 870 av samlaða ferðafólkatalinum.

Ferðamannaskip

Talið av ferðamannaskipum, ið koma inn á Tórshavn, tykist at vera í støðugum vøkstri. Nevnast kann, at í 1999 var talið av ferðafólkum, sum komu við ferðamannaskipum, stívliga 7000, uttan manning. Longu í 2006 var hetta talið nærum fýrafalda, tá talið av ferðandi var 25.000, uttan manning. Verður manningin tald við, vóru umleið 33.000 ferðafólk í hesum bólki í 2006. Ein kanning, sum var gjørd í 2006 av einum bólki, settur av Tórshavnar kommuna vísti, at ferðafólkini brúka í miðal bert 100 kr. hvør. Brúkar hvørt av ferðafólkunum 100 kr. í miðal, tá eru útferðir ikki íroknaðar, kann inntøkan roknast at vera 2,5 mió. kr. Um manningin verður tald við, er inntøkan 3,3 mió. kr. Tá samlaða BTÚ fyri Føroyar var 11.738 mió. kr í 2006, var nýtslan hjá hesum ferðafólkunum einans 0,028 % av samlaðu bruttutjóðarúrtøkuni.

Handilssáttmálar

 
Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í Heimshandilsfelagsskapinum WTO, men eru partur av danska limaskapinum.

Síðani 1945, og serliga síðani fyrst í 1970-árunum, er millumtjóða handil vaksin nógv. Ein avleiðing av hesum er búskaparliga altjóðagerðin, sum hevur viðført handilsliga frælsisgerð millum lond. Sum avleiðing av samráðingum í GATT og síðan 1995 í Heimshandilsfelagsskapinum er altjóða handil vorðin alsamt meira opin. Hetta hevur millum annað havt við sær, at tollur er lækkaður, og at aðrar handilsforðingar eru beindar burtur. Føroyar eru til dømis limir í heilsufrøðiliga økinum í ES og gjørdust í 2005 partur av alevropiska miðjarhavsøkinum um samsavnan av uppruna (EMFTA, Euro-Mediterranean Free Trade Area). Føroyar hava síðan 1. januar 1995 verið fevndar av danska limaskapinum í WTO. Sostatt eru altjóða ásetingar, sum eru gjørdar í hesum felagsskapi, eisini galdandi fyri Føroyar.

Føroyar hava í løtuni fríhandilssáttmálar við Evropasamveldið og EFTA-londini Noreg, Ísland og Sveis – hetta eru fýra sáttmálar við tilsamans 28 lond. Umframt hetta er MFN-sáttmáli við Russland komin í gildi í 2006. Hetta er ikki ein handilssátmáli, men ein sáttmáli sambært Most Favoured Nation-meginregluni í WTO, sum sigur, at allar sømdir, eitt land veitir einum øðrum, skulu galda fyri øll WTO-lond. Føroyar kunnu sostatt ongantíð fáa verri sømdir enn nakað annað land, ið hevur handilssamband við Russland. Í roynd og veru merkir hetta, at tollurin á fleiri vørum er farin í helvt. Føroyar hava áður havt handilssáttmálar við Finnland, Svøríki, Pólland og Estland, sum allir fullu burtur, tá hesi fýra londini gjørdust limir í ES. Føroyar og Russland royndu í fleiri ár at fáa ein handilssáttmála landanna millum, men tað eydnaðist kortini ongantíð at koma endaliga á mál, tí Russland knýtti WTO-limaskapin at handilssáttmálnum. Úrslitið var, at Føroyar gjørdu ein sáttmála við Russland, sum byggir á grundregluna hjá WTO um Most Favoured Nation Treatment. Sáttmálin kom gildið í 2006.

Sáttmáli Føroya við ES frá 1996 er fríhandilssáttmáli, ið loyvir ídnaðarvørum frítt at fara millum partarnar báðar meðan tað eru avmarkingaravmarkingar á landbúnaðar- og fiskivinnuøkinum. Føroyar hava at kalla veitt ES fullkomnan fríhandil (seyðakjøt og mjólkaúrdrátt undantikið), meðan tað eru avmarkingar hinvegin. Kortini hevur gongdin síðan 1991 verið, tá ið Føroyar á fyrsta sinni fingu fríhandilssáttmála við EF, at færri og færri handilsforðingar eru. Í 2005 gjørdust Føroyar partur av kummuleringskipanini, eisini nevnd samsavningarskipanini, hjá ES. Í stuttum merkir hetta, at tað er lættari hjá Føroyum at hava handil við ES-limalondini, Ísland, Noregi og Sveis. Skipanin hevur fleiri tættir, sum vinnulív í Føroyum kann nýta. Ein av meginreglunum í skipanini er, at vørur kunna skifta uppruna millum lond í skipanini. Tað ber til at keypa rávøru, tilvirka vøruna og útflyta hana sum føroyska vøru.

Djóra- og plantulívið

Djóralívið

Høvuðsgrein: Djóralívið í Føroyum

 
Í Føroyum eru gott 550 000 pør av føroyskum lundum; lundi er alt árið í Føroyum.
 
Grindahvalur.

Ríkt djóralív er í Føroyum. Nógvur seyður og nógvur fuglur, har uppií lundar og eisini tjøldur, sum er tjóðarfuglur landsins. Í havinum eru ein ørgrynna av fiskasløgum, kópum, krabbum, rækjum, og hvalum, m. a. bóghvítuhvalur, grindahvalur og augustur. Hendinga høgguslokkur sæst eisini. Seyðurin er tann mest eyðsýndi parturin av djóralívinum í haganum. Samstundis hevur hann eisini so mikið stóra ávirkan á vøksturin, at hann setur dám á skordýra- og fuglalívið. Rotta og mús liva í Føroyum, hóast músin er á einum avmarkaðum øki, á nøkrum fáum oyggjum (Músin, sum livir í Føroyum er vestanmúsin (Mus domesticus).[34] Rottan, sum livir í Føroyum er brúna rottan (Rattus norvegicus), hon er at finna um alt landið, og verður eisini kallað ferðarottan. Viðvíkjandi flogmús, so hava seinastu árini flogmýs verið at sæð í Føroyum. Um tað fara at nørast her, vita vit ikki enn. Haran, sum vit kenna í Føroyum er norðurevropeiska snjóharan (L. timidus). Hon hevur gjøgnum tíðirnar broytt lit, frá at vera snjóhvít, til at vera meiri grá. Eisini skiftir hon lit eftir árstíðunum. Haran verður veidd um veturin frá 2. nov til 31. des.

Um 54 fuglasløg eiga javnan í Føroyum. Fuglabjørgini og lundalondini eru fuglaríkastu partarnir av náttúruni, og bjørgini verða øll roknað sum "Important Bird Area" ("Týdningarmikil fuglaøki") sambært BirdLife International. Økið við Sandsvatn, Gróthúsvatn og Søltuvík er einasta økið, sum ikki er fuglaberg, men sum verður roknað sum "Important Bird Area". Vit vita ikki neyvt, hvussu nógv djórasløg eru á landi í Føroyum. Ein samanteljing vísti yvir 1000 sløg av skordýrum í 2010, og harafturat kemur ein hópur av ryggleysum djórum, sum til dømis ormar, maðkar, sniglar o.tíl. Helst eru tað eisini nógv sløg, sum ikki eru skrásett enn. Um tað er orsakað av alheimsupphitingini ella ikki, so kunnu granskarar vátta, at djóralívið í Føroyum er broytt seinastu 10-20 árini. Nýggj skordýrasløg hava fest seg og eru farin at nørast, nýggir fuglar búleikast nú í Føroyum, og broytingar síggjast eisini í havinum, eitt nú síggjast fleiri nýggj fiskasløg.

Í heimshøpi eru skrásett uml. 26.000 fiskasløg, og av teimum eru uml. 240 undir Føroyum. Undir Føroyum eru nøkur fá fiskasløg, sum eru at finna í stórum nøgdum mett í vekt: svartkjaftur, toskur, upsi, hvítingsbróðir, svartkalvi, stóri kongafiskur, nebbasild, gullaksur, trantkongafiskur og lítil kongafiskur. Fram til 1968 var nógv av sild undir Føroyum.[35]

Plantuvøkstur

Høvuðsgrein: Plantulívið í Føroyum

 
Í Føroyum veksur arktiskur pílur í homrum har seyður ikki sleppur til, norðatil í landinum.

Tað finnast okkurt um 400 sløg av plantum í Føroyum, av teimum íalt 248 428 kendu plantusløgunum, ið finnast á jørðini. Av hesum eru 60 innførd av fólki; sum príðisplantur í urtagørðum ella, sum av óvart, eru komnar sum óbodnir gestir í ferðagóðsi. Til samanberingar kann sigast, at talið av hægri plantum í Norra er okkurt uml. 2 000 meðan tað í Danmark er 4 000. Ráðandi vøksturin er graslendi við sløgum, sum bæði vaksa í láglendi og á háfjallinum. Á háfjallinum, sum er oman fyri 400 m, verður vøksturin berligari við sløgum, sum sum eru eyðkend fyri láglendið á tí arktiska økinum. Urtapílur (Salix herbaceae), aksgrógvin bløðkuurt (Bistorta vivipara) og grámosi (Racomitrium lanuginosum) eru ráðandi sløgini.

Vanligasti vøksturin er graslendi, ið er frá fjøru til fjallatind. Lyngheiðar finna vit bert í láglendinum upp í 200 m hædd, har lyngheiðavøksturin hvørvur. Ráðandi planurnar á lyngheiðunum eru vanligur heiðalyngur (Calluna vulgaris), tvíkynjaður berjalyngur (Empetrum hermaphroditum), aðalbláber (Vaccinium myrtillus), sjáldnari eisini føroyskur klokkulyngur (Erica cinerea) og heiðabláber (Vaccinium uliginosum). Hópur av urtum vaksa eisini á lyngheiðunum, eitt nú børkumura (Potentilla erecta), fagurligt pirikum (Hypericum pulcrum) og smá silkibond (Polygala serphylla). Lyngheiðar eru bert á størstu oyggjunum og trívast best á lýggjum suðurvendum fjallasíðum. Á skuggasíðum er einki heiðalendi. Oman fyri 200 m minkar útbreiðslan av berjalyngi og bláberjagróðri so smátt eisini, til o. u. 400 m oman fyri sjóvarmálan; tá hvørva hesi sløgini eisini.

Myndasavn

Slóðir

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldur

  1. http://www.tinganes.fo/Default.aspx?ID=219
  2. bbbb Fólkatalið veksur støðugt Archived 2023-01-10 at the Wayback Machine, kvf.fo, 10. januar 2023.
  3. "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/fo.html. Heintað 2008-03-23. 
  4. "CIA World Factbook, Føroyar". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/fo.html. Heintað 2008-03-23. 
  5. Hagstova Føroya, Fiskiskapur
  6. Wang, C. August. 2006. Ílegur og Føroya Søga. In: Frøði pp.20-23
  7. hagstova.fo
  8. http://www.hagstova.fo/fo/hagtalsgrunnur/novn-a-dreingjum-foddir-i-arinum-2001-
  9. http://www.hagstova.fo/fo/hagtalsgrunnur/novn-a-gentum-foddar-i-arinum-2001-
  10. http://www.hagstova.fo/fo/hagtalsgrunnur/eftirnovn-2001-
  11. http://www.hagstova.fo/fo/hagtalsgrunnur/mannfolkanovn-2001-
  12. http://www.hagstova.fo/fo/hagtalsgrunnur/konufolkanovn-2001-
  13. http://www.hagstova.fo/fo/folkateljing/folkid-111111/filipinsk-og-teilenskt-vunnu-fram-sum-modurmal
  14. http://www.hagstova.fo/fo/folkateljing/folkid-111111/filipinsk-og-teilenskt-vunnu-fram-sum-modurmal
  15. Landsfólkayvirlitið, Føroya Stiftsstjórn.
  16. http://www.hagstova.fo/fo/folkateljing/atrunadur/eitt-kristid-samfelag
  17. http://www.hagstova.fo/sites/default/files/Faroe%20Islands%20in%20figures%202014_0.pdf
  18. Hagstova Føroya
  19. http://www.dnag.dk/get.file?ID=2783
  20. "heimabeiti.fo - Nýggir sýslumenn settir". http://www.heimabeiti.fo/default.asp?page=3&id=348. Heintað 2016-04-20. 
  21. amr.fo - Eldraøkið er lagt til kommunurnar at umsita 1. januar 2015
  22. http://aktuelt.fo/grein/samkynd_avvist_av_logtinginum[deyð leinkja]
  23. http://lgbt.fo/?page_id=376
  24. http://copenhagen.angloinfo.com/information/family/lgbt/
  25. http://ansoblog.wordpress.com/
  26. http://logting.elektron.fo/logtingsmal/Logtingsmal06/VanligTingmal/020.06Revsilog-Samkynd.htm
  27. Aktuelt.fo[deyð leinkja] Frískúlin verður á Velbastað
  28. Friskulin.fo[deyð leinkja]
  29. Aktuelt.fo Archived 2012-08-31 at the Wayback Machine Frískúlin í Kelduni veksur við risafetum
  30. "Archive copy". http://www.us.fo/Default.aspx?ID=6562. Heintað 2014-03-28. 
  31. ANORDNING NR. 240 FRÁ 30. APRIL 2002 OM IKRAFTTRÆDEN FOR FÆRØERNE AF LOV OM AFGRÆNSNING AF SØTERRITORIET
  32. http://www.hagstova.fo/fo/talt-og-hagreitt/uttanlandshandil/utflutningur
  33. http://www.smyrilline.fo/Um-skipid-17279.aspx
  34. http://setur.fo/uploads/tx_userpubrep/A_molecular_characterization_of_the_charismatic_Faroe_house_mouse.pdf
  35. "Archive copy". https://www.setur.fo/media/5021/foeroyanattura_havidkringfoeroyar_kap3.pdf. Heintað 2018-12-05.