Hinduisma
Hinduisma er ein heimsátrúnaður. Indiska trúgvin, hinduisma, varð grundað fyri fleiri enn 5000 árum síðan. Hindar trúgva á nógvar gudar, og flestu hindar trúgva á endurføðing. Hindu er persiskt orð fyri India. Kendasta teknið hjá hinduismuni er orðamyndin OM, ið er gud á okkara máli.
Átrúnaðurin hevur ongan stovnara og ongar skrifitir [1], men ístaðin eru elstu hindulærurnar í Rigvedakvæðunum, ið eru elstu átrúnaðarligu bókmentir í India. Nú eru nógvir hindu trúarflokkar, og tó at teir trúgva á somu gudarnar, hava teir tó ikki somu trúgv. Tað, sum eyðkennir hinduisma, er karma, læran at fólk eru merkt av, hvat ið tey gjørdu í undanfarnum lívum, og hvat ið tey fara at gera í komandi tíðum. Flestu trúgva, at menniskjan hevur sál, sum ikki doyr, men fer úr einum kroppi í annan. Eru fólk góð, verða tey endurfødd til betri lív, men tey kunnu eisini, eru tey ónd, verða endurfødd sum djór, til dømis skordjór. Tí er tað, at dýr og menniskjur verða mett eins. Tað ræður tí um at gerast betri, so at tað slepst undan endurføðing. Soleiðis kemst í Mokshastøðuna.
Hinduisman lærir, at eingin má sláa í hel ella gera seg inn á onnur [2]. Prestar gera tænastu í templunum. Fólk koma hagar at biðja og ofra blomstur ella mat. Tá ið maturin er signaður, verður hann býttur ímillum tey trúgvandi ella latin teimum fátæku.
Upprunasøgan
rættaHinduisma er tann trið elsti átrúnaður í heiminum og varð til í India fyri fleiri enn 5000 árum síðan [3]. Hinduisman tók seg upp í India um 1750 f.Kr. Um 1500 f.Kr. kemur induevropiskt fólk, nevnt ariar, til India úr Miðásia, og gamla indusmentanin fer til grundar. Sum tíðin leið, vórðu ariar og upprunafólkið blandað saman, og burtur úr tí spratt onnur mentan og nýggj trúarlæra, hinduisman. Samfelagið varð skift í fýra stættir - prestastættin, hernaðarsættin, bóndastættin, keypsmansstættin og niðasta stættin, sum vóru tey, ið tæntu hinum stættunum.
Landið varð býtt sundur í nógv fúrstadømi, og fúrstarnir úr hernaðarstættini høvdu politiska valdið. Harafturat varð samfelagið býtt sundur í nógvar ymiskar kastur, sum vóru skipaðar eftir ætt og starvi. Elstu átrúnaðarligu bókmentirnar, sum eru varðveittar í India, eru umleið 3000 ára gomlu Rigvedakvæðini. Tey halda sín uppruna ímillum ariarnar, men hinduisma hevur eisini djúpar røtur í gomlu indusmentanini.
Gudar
rættaHinduisman hevur tríggjar høvuðsgudar, skaparin Brahma, uppihaldarin Vishnu og oyðileggjarin Shiva. Umframt tað er eitt ótal (eini 330 mió. í tali [4][5]) av øðrum gudum, sum tey hava at halda seg til í dagliga yrki. Gudarnir kunnu vera forfedranna andar. Gomur indisk kvæði, tað gitnasta er Mahabharata, siga frá gudunum og bardaga teirra við tað ónda. Nógvir hindugudar eru í ætt.
Flestu hindar taka framum ein gud, sum teir tilbiðja. Men teir tríggir gudarnir, Shiva, Vishnu og Brahma, hava meira at siga enn allir hinir. Teir halda eisini, at mangt í natúrini er heilagt. Teir meta eisini fleiri dýr at vera heilag, sum kýr, krokudillur, apur og ormar. Hesi dýr eru friðað, og tí má eingin gera teimum ónáðir. Um onkur etur neytakjøt, trúgva teir, at hann er æviga glataður.
Listi
rætta- Brahma er skaparin við fýra andlitum, og tí sær hann alt. Flestu hinduar trúgva á mangar gudar, men at ein hevur skapað tilveruna - Brahma.
- Shiva er oyðarin, sum ræður fyri bæði lívi og deyða og øllum, sum er í heiminum. Tá ið Shiva dansar, skapar hann lív. Hindugudurin Shiva er eisini gudur fyri góðum og illum. Mangir hinduar hava myndir ella standmyndir av Shiva heima við hús.
- Visnu er mildari enn tann grummi Shiva, og kemur til jarðar at halda frið og landaskil. Vishnu er eisini hann, ið varðveitir, hann hevur tíggju ymisk skapilsi.
- Krishna er best umtókti hindugudurin, og allastaðni í India eru myndir av honum. Krishna er ímynd av Vishnu og í frumsagnunum verður sagt frá, hvussu menniskjaligur hann var. Hesin tølandi og fagri gudur var eitt óviðeiriligt barn, sum, tá ið tað var vaksið til mans, elskaði alt og vann á tí ónda.
Halgidagar
rættaStættarbýtið
rættaEin og hvør hindi er føddur í ávísa kastu og ávísan bólk, og hetta ger av støðu hansara í samfelagnum. Høvuðsstættirnir vóru fýra - prestarnir, handverkarnir, hermenninir og bøndurnir. Hesir stættir fóru við tíðini sundur í hundraðtals aðrar stættir, til dømis hevði hvørt handaverk sín stætt. Stættirnir høvdu hvør sítt frámerki brent inn í pannuna ella á okkurt annað ásýnligt stað á stættarlimunum, so at øll skuldu síggja, hvønn stætt, ið tey hoyrdu til [7]. Eingin mátti skifta stætt, og felagsskapur stættanna millum ella giftarmál var ólógligt. Giftust tvey úr hvør sínum stætti, vóru tey útihýst av stættunum og itu tá paria, sum merkir stættarleys. Tey stættarleysu vóru vanvird og hildin at vera órein, tey máttu halda seg burtur frá øðrum og livdu ofta í trongum korum. Hóast stættarbýtið nú er avtikið við lóg, situr tað so fast í hindiska fólkinum, at tað koma at ganga nógv ár, áðrenn tað hevur mist sína megi millum manna.
Reglur eru enn, sum siga, hvussu fólk úr ymsum kastum skulu fara hvør við øðrum, ella um tey kunnu giftast. Hjúnaband og húslív hava nógv at siga hjá hindum. Ofta gera foreldrini av, hvørjum børn teirra skulu giftast við. Konufólkini halda seg til sítt og akta pápan ella mannin. Tey gera stórt brúdleyp. Brúður og brúðgómur fara í stásilig klæði, og skrýdd við blomstrum geva tey hvørt øðrum hátíðarlig lyfti framman fyri heilagum manni.
Heilaga áin
rættaMesta fólkið í India eru hinduar (80,5 % av tí samlaðu fólkinum [8]), og halgasti býur teirra er Varanasi norðarlaga í India. Býurin er við ánna Ganges. Hinduar halda størstu ánna í India, Ganges, vera heilaga. Teir halda, at tváar tú tær í henni, verður øll synd vaskað burtur av tær. Hvørt ár koma fleiri milliónir pílagrímar til Varanasi at baða sær í ánni. Í Veranasi standa eini 400 gudatempul, sum trúgvandi hinduar valla til fleiri ferð um árið, og fram við Gangesánni standa eitt ótal av gistihúsum. Gistihúsini eru altíð full av fólki, sum er komið hagar at búgva, meðan tey tváa sær í Gangesánni, ella at verða har sínar seinastu dagar. Hinduarnir vóna, at tá ið teir eru deyðir, skulu teir verða brendir og stroyddir út í Gangesánna.
Keldur
rætta- ↑ http://www.religioustolerance.org/hinduism.htm
- ↑ http://www.bbc.co.uk/religion/religions/hinduism/hinduethics/capitalpunishment.shtml
- ↑ http://www.bbc.co.uk/religion/religions/hinduism/ataglance/glance.shtml
- ↑ http://www.skoleforum.com/stiler/analyse/det.aspx?id=2207
- ↑ Joe David Brown; Time-Life Books (1961): "Though the popular figure of 330 million is not the result of an actual count but intended to suggest infinity, the Hindu pantheon in fact contains literally hundreds of different deities [...]"
- ↑ http://www.bbc.co.uk/religion/religions/hinduism/
- ↑ http://www.religionfacts.com/hinduism/things/tilak.htm
- ↑ "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/in.html. Heintað 2011-07-11.