Orknoyggjar
| |||
Tjóðarslagorð: Ongin | |||
Tjóðsangur: Ongin | |||
Alment mál | Enskt, skotskt gæliskt | ||
Høvuðsstaður | Kirkwall (umsitingarmiðdepil) | ||
Drotning | Charles III kongur | ||
Stjórnarleiðari | |||
Fullveldi | Onki | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
990 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2010 - tættleiki |
20 110 20/km² | ||
Gjaldoyra | Bretskt pund GBP | ||
Tíðarøki | UTC +0 | ||
Økisnavn á alnetinum | .uk | ||
Telefonkota | +44
| ||
Orknoyggjar (skotskt gæliskt: Arcaibh, enskt: the Orkney Islands) eru ein oyggjabólkur millum Hetland og skotska meginlandið. Oyggjabólkurin er ein av 32 skotskum regiónunum. Tað eru 200 smáar oyggjar 16 km í ein norðan úr Caithness í Norðurskotlandi. Størsta oyggin nevnist Mainland (sama orð sum føroyskt meginland). Fólk býr á umleið 20 oyggjum.
Orkney hevur umleið 20 100 íbúgvar, harav búgva 7000 í høvuðsbýnum Kirkwall. Í ferjubýnum Stromness búgva umleið 2000 fólk.
Oyggjarbólkurin hoyrir undir Skotlandi og er harvið ein partur av Stóra Bretlandi.
Søga
rættaLongu í 8. øld settu fyrstu norðmenninir búgv her. Í 875 tók norski kongurin Harald Hárfagri oyggjarnar og legði tær undir norskt veldi. Oyggjarnar komu sum frá leið undir norskt vald, og norsk mentan, mál og virksemi gjørdist ráðandi.
Oyggjarnar hava verið undir Skotlandi síðan 1472. Áðrenn hetta hoyrdu tær undir norsku og donsku krúnuni. Tað var norski kong Harald Hárfagri, sum við einum stórum flota hertók Orknoyggjarnar í árinum 875. Tá tann danski-norski kongurin Christian 1. í 1468 skuldi burturgifta dóttur sína Margretu, til tann skotska kongin, hevði hann trupuleikar við heimanfylgjuni. Hann valdi tí at veðseta Orknoyggjarnar til skotska kongin fyri 50.000 gyllin, sum myntfóturin tá æt.
Skara Brae
rættaBygdin Skara Brae varð bygd í yngru steinøld um 3000 f.Kr. Hon varð funnin av tilvild í 1850, tá ið sandurin, sum hevði fjalt bygdina øld eftir øld, feyk burtur í einum herviligum ódnarveðri. Í bygdini eru eini tíggju laðað hús. Veggirnir vóru laðaðir av fløtum hellum, gólvini vóru steinsett við stórum hellum. Innbúgvið var laðað av gróti ella høgt inn í veggin. Búnyttur og amboð vóru eisini av steini, sumt av beini. Viður var eingin, tí skógur veksur ikki í Orknoyggjum.
Skara Brae varð sett á heimsmentanararvslistan hjá UNESCO í 1999.
Landalæra
rættaOrknoyggjar eru 67 í tali, og fólk býr í 20 oyggjum.
- Auskerry er ein lítil oyggj við vita og fuglareservati.
- Burray er ein lítil oyggj, sum hevur eitt savn við steinrenningum.
- Eday
- Egilsay
- Eynhallow
- Flotta
- Graemsay
- Holm of Papa
- Hoy
- Mainland
- North RonaldsayMainland
- Papa Stronsay
- Papa Westray
- Rousay
- Sanday
- Shapinsay
- South Ronaldsay
- Stronsay
- Westray
- Wyre
Føroyar og Orknoyggjar
rættaTað er vorðið alt meira vanligt, at føroyingar vitja Orknoyggjar, hetta kemst millum annað av tí at stuttleikabátar eru vorðnir alramannaogn, og at nógvur av bátaeigarunum dámar væl at vitja næstu grannalondini.
Myndasavn
rætta-
Útsýni frá Pentland Firth.
-
Útgrevstur av Skara Brae.
-
Steinsirkulin Ring of Brodgar á Mainland.