Skotskt gæliskt (Gàidhlig, Scottish Gaelic, Gaelic) er eitt Goideliskt (gæliskt) mál. Tað var uppruna tungumálið hjá Hálandsskotum, men er nú avloyst av enskum flestastaðni. Tað verður framvegis tosað í Ytru og Innaru Suðuroyggjum. Tó eru flestu, ið tosa skotskt gæliskt, búsett í Glasgow. Sambært skotskum manntali í 2001 søgdu 1,9 prosent, ið eru 92.400 av skotunum, seg antin duga ella skilja gæliskt. Av hesum dugdu 58.552 at tosa gæliskt.

Skotskt gæliskt
(Gàidhlig)
Tosað í: Skotland Skotlandi
Kanada Kanada (Cape Breton í Nova Scotia og Glengarry)
USA USA.
Tosandi íalt: 100.000 (2001)
Skotlandi 92.400 herav
58.552 ræðið (flótandi)
Kanada 2.000
USA 1.600
Málætt: Indo-evropeiskt

  keltiskt
    oyggja-keltiskt
     goideliskt
      skotskt gæliskt.

Málkotur
ISO 639-1: gd
ISO 639-2: gla
ISO 639-3: gla

.

Skotskt gæliskt talarar í prosentum uppá øki í 2001.

Við viðtøkuni "the Gaelic Language (Scotland) Act 2005" hevur gæliskt fingið ávísan almennan status í Skotlandi. Gæliska málið er formliga viðurkent sum tungumál, ið skotskir ráðharrar kunnu tosa á fundum við embætisfólk í ES.


Gælisk orð í føroyskumRætta

blak/blaðak (av mjólk) - blàthac
drunnur - dronn
dunna - tunnag
grúkur - gruaig
lámur - làmh
sornur (sornhús) - sorn
tarvur - tarbh
ærgi - àirge


Mini orðabók:

  • Fiskur - iasg
  • krabbi - partan
  • maður - duine, fear
  • kvinna - boireannach, bean
  • hundur - cù
  • oyggj - eilean, inis
  • fjall - monadh, beinn
  • fjørður - loch, bàgh, òb
  • vatn - loch, lochan, poll
  • góður - math
  • hann er góður - tha e math
  • eg - mi
  • tú - thu/tu
  • hann - e
  • hon - i
  • vit - sinn
  • tit - sibh
  • tey - iad
  • Hvussu eitir tú? - Dè an t-ainm a' th'ort?
  • Eg eiti... - is mise...
  • Hvussu gongur tað? Ciamar a tha thu?/
  • Mær gongst væl, takk, og tygum? Tha mi gu math, tapadh leat, agus thu fhèin?
  • Hvar býrt tú? - Càite bheil thu a' fuireach?
  • Eg bugvi í... - tha mi a' fuireach ann...
  • Góðan morgun - madainn mhath
  • Góðan dagin - latha math
  • Gott kvøld - feasgar math
  • Góða nátt - oidhche mhath
  • Farvæl! - Beannachd leibh!

Nær skyldt við Írskt og Manskt.

 
Tvímælt skelti á skotsk-gæliskum og enskum.
Sí miðlasavnið