Kirkjubøur er ein bygd í Streymoy. Umleið 76 fólk búgva í Kirkjubø. Kirkjubøur er millum elstu bygdir í Føroyum og er ein hin søguríkasta. Bygdin var í miðøldini, við sínum bispasæti, miðdepil fyri átrúnaðarliga og mentanarliga virkseminum í landinum. Umstøðurnar at búgva í Kirkjubø hava verið góðar. Gott rekapláss og góður sólargangur og tí eisini fruktargott. Bygdin hevur onkuntíð verið munandi størri, enn hon er nú, og hevur, har hon liggur mitt í landinum, eisini verið ein hin týdningarmesta føroyska bygdin.

Kirkjubøur
Kirkebø (danskt)
Bygd
Kirkjubøur
Kirkjubøur
Land  Føroyar
Sýsla Streymoya sýsla
Oyggj Streymoy
Kommuna Tórshavnar kommuna
Íbúgvar 80 (2015)[1]
Postnummur FO-175
Markatal 39-00-00

Søguligi kongsbóndagarðurin, hin størsti í Føroyum, hevur verið í somu ætt síðani miðskeiðis í 16. øld við sínum sermerktu hugnaligu húsum. Ikki minst aldargomlu stokkastovurnar og roykstovan. Kendasta fornminni føroyinga er gamli dómkirkjumúrurin í Kirkjubø, St. Magnus Katedralurin ið helst ongantíð varð bygdur liðugur. Í Kirkwall í Orknoyum er ein St. Magnus Katedralur, vígdur sama halgimenni. Kortini er verandi sóknarkirkjan enn eldri, og er elsta kirkja í landinum. Saman við Velbastað gjørdist Kirkjubøur partur av høvuðsstaðarkommununi 1. januar í 2005.

Kirkjubøur er ein av elstu bygdunum í landinum og í avgomlum døgym tykist hon at hava verið ein stór bygd við stórum, sløttum bø, ið gekk langt út. Men sum árini hava liðið, hevur havið máað seg longur og longur inn, brimið og streymurin hava etið petti eftir petti burtur av landinum. Tí er Kirkjubøur í dag ein lítil bygd. Men Kirkjubøur er ein hin søguríkasta bygdin í oyggjunum, og haðani hava vit m.a. søgina um Gæsu (Æsu). Søgnin um Bardagan í Mannafalsdali verður vanliga hildin at vera um byggingina av Kirkjubømúrinum.
 Múrurin í Kirkjubø er eitt av mætastu fornminnum í Føroyum.

Í miðøld var Kirkjubøur kirkju- og mentanarmiðdepil føroyinga.

Søga rætta

Kirkjubøur var høvuðsstaður í Føroyum til siðabótatíðina. Okkurt um miðjuna á elliftu øld vóru Føroyar gjørdar eitt bispadømi, og bispurin, sum oyggjunum stýrdi, hevði setur sítt í Kirkjubø. Og biskuparnir, ið har búðu, høvdu hug at byggja. Úti á líkhúsi kalla tey tann staðin, har sum hinar elstu leivdirnar av kirkjubyggingi enn eru at síggja. Nú stendur eftir bert eitt sindur av einum horni av hesi nevndu kirkju; bakkin er burtur mataður, so alt hitt er farið út á sjógv.

Her við bispasetrið í Kirkjubø var ein skúli, sum ungir menn gingu í fyri at fáa prestalærdóm; prestarnir í Føroyum vóru vandir upp í hesum føroyska prestaskúlanum; eisini kann tað vera, at sumir av teimum, ið her lærdu, fingu embæti í Noregi. Vist er tað, at m.a. Sverri, sum seinri var kongur í Noregi, gekk í skúla í Kirkjubø í tíðini um 1160-1170, og at hann har fekk allan tann lærdóm, sum hevur gjørt hann tiltiknan millum konga.

Vitjanarverd støð rætta

 
Arbeiðið at gera Magnus-katedralin byrjaði uml. ár 1300 av Biskup Erland, sum var biskupur í Føroyum frá 1269-1305.
 
Ólavskirkjan, er elsta kirkja í landinum, sum er í brúki.
 
Kirkjubømúrurin á okkara døgum.

Kirkjubøur, sum nú er lítil bygd, var í miðøld týdningarmesa pláss í Føroyum. Eingin bygd eigur so nógv søgulig minni sum hon. Har kunnu vit sígga Múrin, leivdirnar av einari dómkirkju, sum fyri o.u. 700 árum síðani var bygd har av føroyskum gróti. Kálkið, sum er brent úr føroyskum skelsandi, og sum kallast skilp, heldur væl enn. Múrurin er prýddur við høgdum grótmyndum, og inn í veggin er settur ein myndskrýddur steinur, sum á innaru síðuni í einum lítlum rúmi goymir ymsar halgilutir, soleiðis sum tá var siður skuldi vera í einari dómkirkju.


Eldri enn Múrurin sigst kirkjan at vera; í henni vóru skurðmyndir av apostlunum, Ólavi kongi Halga, o.ø, men tær eru latnar úr Føroyum og eru nú í Keypmannahavn. Gomul er eisini roykstovan í bóndahúsunum; hon er úr stokkaviði og man vera elligomul. Føst í henni vóru áður eini stokkahús; tey tóku niður av kavaomanlopi, men sumt er uppsett aftur soleiðis, sum tað var áður. Frá gamlari tíð eru eisini stóru kjallarnir undir bóndahúsunum. Í katólskari tíð búðu bisparnir í Kirkjubø, har var prestaskúla, og har vaks Sverri Sjúrðarson upp, hann, sum seinni varð kongur í Noregi. Hjá bispinum Róa lærdi hann til prest. Søgnin sigur, at hann varð føddur í Kirkjubø, og oman fyri bøgarðarnar er Sverrahola, har sum móðir hansara skuldi krógva hann.


Fornminnini í Kirkjubø rætta

Í Kirkjubø er einasta staðið í landinum, har fornminnini eru so stórfingin og av slíkum monumentalum slagi, at til ber at ferðast beinleiðis í einum fornminnaumhvørvi.

  • Dómkirkjutoftin Múrurin, bygdur umleið 1300. Múrurin í Kirkjubø er eitt av mætastu fornminnum í Føroyum.
  • Bispagarðsleivdirnar við múraðum kjallarum frá einaferð í 1300-árunum.
  • Stokkastovurnar frá uml. 1350, sum standa oman á múraðu bispagarðskjallarunum.
  • Kirkjutoftin Líkhús, bygd tíðliga í 1400-árunum.
  • Sóknarkirkjan, sum varð bygd sum biskupskirkja einaferð í 1200-árunum.

Búskapur rætta

 
Kirkjubøargarður.

Í Kirkjubø er størsti bóndagarður í Føroyum; áður var hann 52 merkur, men nú er hann festur sundur í smærri festi. Bøurin er fruktagóður og slættur. Úti fyri Kirkjubø er Kirkjubøhólmur, har eiga nógvar æður. Út fyri lendingini í Kirkjubø er Suggan, hon er av bestu rekaplássum. Sunnan fyri hana er Brandansvík, og aftur sunnari var áður ein bygd, sum nevndist Úti á Bø.

Sí eisini rætta

Keldur rætta

  1. Hagstova.fo

Ávisingar úteftir rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið