Miðøldin
Miðøldin er eitt tíðarskeið í evropeiskari søgu. Flestu søgufrøðingar eru samdir um at miðøldin byrjar í ár 476 og endar í ár 1453. Í miðøld vóru stórar fólkaflytingar, kristindómurin varð borin um alt Evropa, og kirkjan fekk ovurstórt vald.
Leingi varð hildið, at miðøld var myrkt og óhugnaligt tíðarskeið - nógv og harðlig kríggj, krossferðir og svartideyði, tí ið um triðingurin av fólkinum doyði. Tá fór nógv vitan fyri skeyti, og hildið verður, at vit í Føroyum tí vita so lítið um tíðina fyri 14. øld. Men í miðøld blómaðu eisini list og mentan. Tá vóru nógvu og stórfingnu kirkjurnar bygdar. Framburður var eisini í handli, sjóvinnu og handverki. Tey lærdu at prenta bøkur, og m.a. vórðu kumpassin og mekaniska urið tikin í brúk. Bókmentir vórðu skrivaðar, og nógv kvæði eru yrkt í hesari tíð. Miðøld endaði í 15. øld, tá ið endurburðartíðin fór um alt Evropa.
Miðøld tekur við, tá ið Rómverjaríki fór til grundar um ár 400, og varir til trúbótina um ár 1500.
Ávísingar úteftir
rætta- Hans Jacob Debes: Føroya søga, Nám 1995
- Um miðøldina s. 89
- Um svartadeyða: s.115
- Søguliga gongdin í fólkatalinum frá miðøld til nútíð, hagstova.fo