Miðøldin

(Ávíst frá Miðøld)

Miðøldin er eitt tíðarskeið í evropeiskari søgu. Flestu søgufrøðingar eru samdir um at miðøldin byrjar í ár 476 og endar í ár 1453. Í miðøld vóru stórar fólkaflytingar, kristindómurin varð borin um alt Evropa, og kirkjan fekk ovurstórt vald.

Víða um í Evropa standa enn miðaldarborgir. Tjúkku múrarnir og tornini vórðu gjørd, at ógjørligt skuldi vera hjá fíggindum at oyða tær.

Leingi varð hildið, at miðøld var myrkt og óhugnaligt tíðarskeið - nógv og harðlig kríggj, krossferðir og svartideyði, tí ið um triðingurin av fólkinum doyði. Tá fór nógv vitan fyri skeyti, og hildið verður, at vit í Føroyum tí vita so lítið um tíðina fyri 14. øld. Men í miðøld blómaðu eisini list og mentan. Tá vóru nógvu og stórfingnu kirkjurnar bygdar. Framburður var eisini í handli, sjóvinnu og handverki. Tey lærdu at prenta bøkur, og m.a. vórðu kumpassin og mekaniska urið tikin í brúk. Bókmentir vórðu skrivaðar, og nógv kvæði eru yrkt í hesari tíð. Miðøld endaði í 15. øld, tá ið endurburðartíðin fór um alt Evropa.

Miðøld tekur við, tá ið Rómverjaríki fór til grundar um ár 400, og varir til trúbótina um ár 1500.

Ávísingar úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur rætta