Tíðarsonur

(Ávíst frá Tíðarøki)

Tíðarsonurnar vórðu gjørdar út frá nulllongdarlinjuni. Hendan tíðarsonan eitur Greenwich Mean Time, vanliga stytt GMT. Fyri at gera tað lættari at máta tíðina, er jørðin býtt upp í 24 tíðarsonur. Sonurnar ganga norður og suður. Í hvørjari sonu er sama tíð galdandi. Tað hevur við sær, at vit í Føroyum hava somu tíð sum til dømis Vesturafrika. Ein tími er vanliga millum sonurnar. Fert tú eystureftir til eina nýggja tíðarsonu, mást tú flyta klokkuna ein tíma fram. Fert tú harafturímóti vestureftir, mást tú flyta klokkuna ein tíma aftur. Hetta er so, tí at sólin rísur í eystri og setur í vestri, og tað hevur við sær, at dagurin byrjar eystanfyri. Tíðarsonurnar fylgja ikki heilt longdarlinjunum, tí tíðarsonurnar eru ofta lagaðar til landamørkini hjá einstøku londunum av praktiskum ávum. Tó hava stór lond fleiri tíðarsonur. Í USA eru til dømis fýra tímar á muni millum eysturstrondina og vesturstrondina. Lítla landið Nepal hevur valt eina tíð, sum er 15 minuttir frá indiskari tíð, fyri at vísa sjálvræði sítt mótvegis stóra landinum sunnanfyri.

Vit skifta dagfesting á dagslinjuni, sum fer suður ígjøgnum Kyrra­hav. Dagslinjan er við 180 stig, men í veruleikanum smýgur dagslinjan seg nakað kronglut ímillum ymsar oyggjabólkar, tí tað er óhóskandi um somu tíð at hava ymiskar dagfestingar í sama landi.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið