Jørðin
Jørðin (symbol: ella ), bústaður okkara í alheiminum, er ein av teimum átta gongustjørnunum, sum eru í ringrás um sólina (áður varð hildið, at Pluto var gongustjørna, men tað varð seinni mett, at hon ikki var). Jørðin er einasti himinknøttur, sum vísindamenn vita, at lív er á, tí at í lofthavinum um jørðina er súrevni og í høvunum vatn - bæði treyt fyri alt lív. Drúgvir tveir triðingar av jørðini eru vatn, í høvum, ísi, vøtnum og áum. Tað, ið eftir er, eru sjey ovurstór meginlond, kallað heimspartar, við skiftandi landslagi og fjølbroyttari náttúru. Har eru høgir og óførir fjallaryggir, langar áir og víðar oyðimerkur. Teir sjey heimspartarnir, sum eru turra lendið oman fyri sjógvin á jørðini, eru Ásia, Afrika, Norðuramerika, Suðuramerika, Antarktis, Evropa og Kyrrahavsoyggjarnar við Avstralia (eftir stødd). Kring Norðurpólin og Suðurpólin eru póløki, sum ikki síggjast á einum fløtum korti, men síggjast á globusunum.
Lív
rættaHigartil er einki lív funnið á aðrari gongustjørnu enn jørðini. Rundan um alla jørðina er eitt jaður, nevnt lofthav, sum er tann luftin, vit anda. Okkara sólarskipan og jørðin vórðu skapað fyri um 4,6 milliardum árum síðan. Einar 3,5 milliardir ár eru liðin, síðan fyrsta, einfalda lív kyknaði á jørðini. Og tá ið enn eitt ófatiliga langt tíðarskeið var runnið, høvdu fyrstu, einfaldu verurnar ment seg til fullskapaðu menniskjuna, homo sapiens sapiens, fyri einum 40.000 árum síðan.
Fólkatalið er vaksið við einari milliard síðan 1999, og stovnurin Census Bureau hevur roknað seg fram til, at í ár 2012 verða ikki færri enn sjey milliardir fólk á jørðini. Tískil hevur tað bert tikið 13 ár fyri menniskjuni at økjast við einari milliard. Serliga er tað í M-londum har vøksturin fer fram. Í Niger og í Mali fær hvør kvinna í miðal sjey børn.
Høvuðsbygnaðurin á jørðini
rættaJørðin er samansett av trimum høvuðspørtum. Skorpan, kápan og kjarnin. Uttast er skorpan, tað er her vit liva og útvinnað ráðevnir, sum olju, málmsteinsløg og ymisk grótsløg. Skorpan er okkurt um 10 til 60 kilometrar tjúkk, og er tískil bert ein lítil brøkpartur av allari jørðini. Tey mest vanligu grótsløgini í skorpuni hava eitt høgt innihald av kisil, sum ger hana relativt lætta. Undir skorpuni er kápan. Hon fevnir um 75-80 % av rúmdini og massanum av jørðini. Samansetningin er ikki so kisilrík, og massafyllan er nakað væl størri enn í skorpuni. Kjarnin er í høvuðsheitum gjørdur úr jarni (Fe) og nikkul (Ni). Uttari parturin er flótandi, ímeðan innari parturin er fastur.
Jarðarýtan
rættaFólk liva bara á 12 % av jarðarflatanum. Umleið 29 % av jarðarflatanum eru land.
- Hav - 71 %
- Ásia - 30 %
- Afrika - 20 %
- Norðuramerika - 16 %
- Suðuramerika - 12 %
- Antarktis - 9,5 %
- Evropa - 7 %
- Kyrrahavsoyggjarnar - 5 %
Sólskipanin |
---|
Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto |
Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa |
Sí eisini Stjørnufrøði |