Pluto
Pluto (symbol: [1] ella [2]) er fjar dvørgagongustjørna uttanfyri gongustjørnuna Neptun. Klótan Pluto er flokkað í bólkin gongustjørnudvørgar, og melur klótan kring sólina í eini ringrás uttanfyri henni hjá Neptun. Henda umflokking av Pluto fór fram eftir 24. august 2006, tá ið 2500 vísindafólk, sum vóru komin saman á ráðstevmiu í Sveis samdust um at Pluto ikki longur skuldi verða roknað millum gongustjørnur. Um Pluto gongur ein máni, Charon nevndur, Charon varð funnin í 1978. Hann er um 1 120 km í tvørmál, og hann er bara 20 000 km frá Pluto. Pluto og Charon eru helst ísknøttir av frystum vatni, metani og ammoniakki. Pluto eitur eftir grikska gudinum Pluton, sum var gudur fyri ríkidømi umframt myrkri og deyða. Charon var ferjumaðurin, sum flutti tey deyðu um ánna Styx til deyðans ríki. Nøvnini tykjast hóska væl til hesar køldu og fjaru knøttir ytst í sólskipanini.
Uppdaging | |||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|
Uppdagari | Clyde W. Tombaugh | ||||||
Uppdagað | 18. februar 1930 | ||||||
Ringrás um sólina | |||||||
Semi-major axis | 5 906 376 272 km 39,481 686 77 au | ||||||
Orbital circumference | 36,530 Tm 244,186 au | ||||||
Eccentricity | 0,248 807 66 | ||||||
Perihelion | 4 436 824 613 km 29,658 340 67 au | ||||||
Aphelion | 7 375 927 931 km 49,305 032 87 au | ||||||
Orbital period | 90 613,3055 døgn (248,09 ár) | ||||||
Synodic period | 366,73 døgn | ||||||
Avg. Orbital Speed | 4 666 km/s | ||||||
Max. Orbital Speed | 6 112 km/s | ||||||
Min. Orbital Speed | 3 676 km/s | ||||||
Inclination | 17,141 75° (11,88° frá sólarekvator) | ||||||
Longitude of the ascending node |
110,303 47° | ||||||
Argument of the perihelion |
113,763 29° | ||||||
Umhvørvi | |||||||
Mánar | 3 | ||||||
Aliseginleikar | |||||||
Diametur | 2306 ± 20 km (18% av Jørðini) | ||||||
Vídd á Yvirflata | 1,795×107 km2 (0,033 Jørðir) | ||||||
Rúmd | 7,15×109 km3 (0,0066 Jørðir) | ||||||
Massi | (1,305±0,007)×1022 kg[1] (0,0021 Jørðir) | ||||||
Miðaldensitetur | 2,03±0,06 kg/dm3 [2] | ||||||
tyngdarakseleratión á ekvator | 0,58 m/s2 (0,059 jarðaraks.) | ||||||
Escape velocity | 1,2 km/s | ||||||
snúðningstíð | 6,387230 døgn (6 d 9 h 17 m 36 s) | ||||||
Snúðningsferð | 47,18 km/h (um ekvator) | ||||||
Axial tilt | 122,54° (to orbit) 115,60° (to the ecliptic)[3] | ||||||
Right ascension of North pole |
133,02° (8 h 52 min 5 s) | ||||||
Declination | -9,09° | ||||||
Albedo | 0,49–0,66 (varies by 35%) [4][5] | ||||||
Yvirflatarhiti |
| ||||||
Adjective | Plutonian | ||||||
Atmosferu eginleikar | |||||||
Atmosferutrýst | 0,30 pascal (summarhámark) | ||||||
Samanseting | køvievni, metan |
Niggjunda og ytsta gongustjørnan er Pluto, sum tó í løtini bara er næstytst frá sólini. Rásin er so háttað, at Pluto árini 1979 til mars 1999 er nærri enn Neptun. Áðrenn Pluto varð funnin, bendu frávik í rørslunum hjá ytru gongustjørnunum á, at ein himmalknøttur mátti ganga um sólina uttan fyri Neptun. Pluto er so kám, at hon sæst bara í stórum kikara, og leitað hevði verið eftir henni í mong ár, tá ið Clyde Thombaugh umsíðir fekk eyga á hana í 1930. Umferðartíðin um sólina er stívliga 248 ár, og í miðal er hon stívliga 39 ferðir frá sólini sum jørðin. So langt burturi munar sólarljósið lítið, og hitin á ytjuni fer valla upp um -230 °C.
Tvørmálið er eftir nýggjastu metingunum bara einar 2 300 km, og evnisnøgdin um 1,9 kg/dm3. Í juni 1988 varð staðfest, at um Pluto er tunt lofthav av metani. Hetta kann tykjast ikki sørt løgið, tá atdráttarmegin har er so lítil. Pluto er sum heild ikki sørt gátufør, og gitingarnar um hana hava verið mangar. Kanska er hon ikki verulig gongustjørna, men heldur ein máni hjá Neptun ella ein smástjørna, sum er farin av kós? Ella kanska er hon bara hin fyrsti av mongum halastjørnulíkum ískroppum uttast í sólskipanini? Tað, at máni melur um Pluto, og at har er lofthav, man tó benda á, at hon er fullgild dvørgagongustjørna.
Umflokkingin av Pluto
rættaTá ið Pluto varð flutt niður í flokking millum klóturnar í umfari um sólina, vóru ávís atlit tikin.
Fyrst og fremst var ætlað um støddina, tí klótan er rættiliga nógv minni enn hinar 8 gongustjørnurnar; haraftrat eru eisini aðrir gongustjørudvørgar funnir í sólskipanini, bæði áðrenn Pluto varð funnin í 1930 (t.d. Ceres), og ikki minst hesi seinastu árini, tá ið betraðu stjørnukikararnir hava latið okkum sæð smálutir, sum fyrr vóru fjaldir fyri eygum okkara (t.d. Sedna).
Vísindafólk høvdu valið: Skal Pluto, ið ikki er nevnivert størri enn hinir gongustjørnudvørgarnir, framvegis hava serstøðun sum verulig gongustjørna, bert tí klótan fekk hetta heitið afturi í 1930'unum? Ella skulu allir hinir gongustjørnudvørgarnir flytast upp mill gongustjørnurnar, so vit fáa eitt møgulig óendaligt tal av klótum av hesum slag? Men hinvegin, so var Merkur heldur ikki so øðiliga nógv størri enn Pluto ... og hvussu við mánunum Titan og Callisto? Skuldu teir nú eisini flokkast umaftur?
Skilmarkan av gongustjørnum
rættaTørvur var tí á eini avgjørdari skilmarkan, ið greitt útgreinaði, nær talan er um eina gongustjørnu, og nær talan er um ein gongustjørnudvørg. Á ráðstevnuni í Sveis varð komið til hesa niðurstøðu í trimum punktum.
Skal klóta í ringrás um sólina kunna kallast ein gongustjørna krevst, at talan er um himmallikam í beinleiðis umfari um sólina (1), sum er nóg stórt, at atdráttarmegin hevur gjørt tað runt (2), tó uttan at hava ruddað burt onnur likam í grannalagnum (3), og tá ið Pluto hoyrir til Kuiper-beltið, sum verður hildið at hava líka nógvar klótur, klettar og ís sum Asteroidu-beltið, kann valla sigast, at gongustjørudvøgurin uppfyllir seinastu treytina.
Tvørmátið á Pluto er bara fimtingur av tvørmáti Jarðar. Pluto er kaldasta klótan í sólarskipaini við einum miðalhita upp á -260 °C. Pluto hevur ein mána, Karon, sum varð sæddur í 1978.
Sólskipanin |
---|
Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto |
Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa |
Sí eisini Stjørnufrøði |
- ↑ JPL/NASA (2015-04-22). "What is a Dwarf Planet?". https://www.jpl.nasa.gov/infographics/what-is-a-dwarf-planet.
- ↑ John Lewis, ed. (2004). Physics and chemistry of the solar system (2 ed.). Elsevier. p. 64.