Jørðin er ein av átta stórum og næstan rundum klótum, sum mala um Sólina. Klóturnar eru gongustjørnur: stórar kúlur av metali, gróti og gassblendingum, sum ganga í ringrás um eina stjørnu. Tær fimm, sum eru næstar okkum (Saturn, Jupiter, Mars, Venus og Merkur) síggja vit við berum eygum. Tí vistu fólk í fornøld um tær.

Sólskipanin.

Ikki fyrr enn kikarin varð uppfunnin í 17. øld, vórðu hinar gongustjørnurnar sæddar. Uranus varð funnin í 1781 og Neptun í 1846; Pluto, sum varð funnin í 1930 og undan henni Ceres, sum varð funnin í 1801, hava verið taldar millum gongustjørnurnar, men eru tað ikki longur (sí greinarnar Pluto og/ella Gongustjørnudvørgar).

Jørðin og hinar gongustjørnurnar ganga í eini mestsum rundari rás um Sólina, men tær snara eisini um seg sjálva. Tær lýsa ikki, men vit síggja tær, av tí at Sólin skínur á tær, og ljósið verður kastað aftur til okkara. Flestu gongustjørnur í sólskipan okkara hava mánar malandi í ringrás rundan um seg; bert Merkur og Venus tykjast bróta frá hesi meginreglu.

 v  k  r Sólskipanin
SólinMerkurVenusMáninJørðinMarsJupiterSaturnUranusNeptunPluto
Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto
Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa
Sí eisini Stjørnufrøði
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið