Venus
Venus (symbol: ) er ein gongustjørna og er tann sum er tattast jørðini. Hon eitur eftir rómversku gróðrargudinnuni. Gomlu føroyingarnir róptu Venus Stakkalastjørnuna.
Venus er onnur gongustjørnan frá sólini. Størsta vinkulfrástøðan frá sólini er 47°. Av hesum verður hon eisini nevnd morgunstjørna ella kvøldstjørna. Í góðum líkindum er Venus sera bjørt. Av øllum himmalknøttum eru bara sólin og mánin bjartari. Í lítlum kikara sæst, at hon hevur kvartalaskifti, tendring og fylling, eins og mánin.
Venus er á stødd við jørðina og verður tí nevnd tvillinga systir okkara. "So tekkilig og eygagóð sum Venus vøn og skar" skrivaði Poul F. Joensen á sinni um gongustjørnuna Venus, og tað er heldur ikki so løgið. Venus er bjartasti himmalknøttur, tá ið sólin og mánin ikki verða tikin við. Venus sæst best í januar og februar, og stendur hon lágt á himli. Til støddar er hon sum jørðin. Ýtan er sum oyðimørk full í klettum.
Venus hevur luft sum á jørðini. Gongustjørnan er væl bjálvað í tjúkt lofthav, men luftin er eitrandi. Luftin er mest av koltvísúrni (96,5 %) og køvievni (3.5 %). Av hesum stendst vakstrarhúsárin, sum tryggjar javnan hita á ýtuni. Rúmdarfør hava mált 475 °C á Venus - so har gløða klettarnir í náttarmyrkrinum - og trýstið er heilar 90 atm. Í lofthavinum eru m.a. eisini svávulsýra, vatn og kolsúrni. Skýferðin á Venus er so tjúkk, at ýtan sæst ikki í kikarn, men við radarakanningum av jørðini er staðfest, at Venus hevur øvugan snúning. Tí gongur sólin á Venus eystureftir á luftini, og ikki sum hjá okkum, vestureftir. Um Venus melur eingin máni.
Hagtøl
rætta- Diametur í mun til Jørðina: 0,95
- Massi í mun til Jørðina: 0,82
- Rúmd í mun til Jørðina: 0,86
- Massafylla í mun til vatn: 5,20
- Tyngdarakseleratión í mun til Jørðina: 0,91
- Mánar: 0
- Miðal-temperaturur: 464 °C
- max støddarflokking: - 4,7
Sólskipanin |
---|
Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto |
Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa |
Sí eisini Stjørnufrøði |