Kelvinstigin

(Ávíst frá Kelvin)

Í alisfrøði og evnafrøði verður hiti ella temperaturur máldur út frá tí absolutta nullpunktinum. Tá verður hitin vanliga uppgivin í kelvin.

Hitamálari við °C og K.

Kelvinstigin er forskotin í mun til celsiusstigan, so at 0 °C = 273,15 K. Men tá tað kemur til hitamun, eru stigarnir eins; veksur hitin 1 K, so veksur hann eisini 1 °C.

Frá 1967 til 2019 varð kelvinstigin defineraður við, at trípunktið hjá eini ávísari isotopsamanseting av vatni er 273,16 kelvin. Trípunktið hjá vatni er altso við 0,01 °C. Hetta er ikki definitiónin upp á kelvinstigan longur, men sjálvandi er trípunktið hjá vatni framvegis við 273,16 K (nú við einari óvissu, sum í 2019 er 3,7 × 10−7 K).[1]

Kelvin, sum er SI-eind fyri hita, er nevnd eftir írsk-skotska verkfrøðinginum og alisfrøðinginum William Thomson (26. juni 1824 - 17. desember 1907), Kelvin lordur.

Stigaumrokning

rætta

Soleiðis rokna vit stig Celsius um til kelvin:[2] TK = TC + 273,15.

Soleiðis rokna vit kelvin um til stig Celsius:[3] TC = TK − 273,15.

Umrokning til eldri eindir er í greinini hitastigar.

Keldur

rætta
  1. BIPM: The International System of Units (SI), 2019
  2. http://www.rapidtables.com/convert/temperature/celsius-to-kelvin.htm
  3. http://www.rapidtables.com/convert/temperature/kelvin-to-celsius.htm
Hitastigar
Celsius Fahrenheit Kelvin
  Delisle     Newton     Rankine     Réaumur     Rømer  
Hitastigar