Fahrenheitstigin verður enn nýttur sum hitastigi í nøkrum fáum londum. Bahamaoyggjar,[1] Belis,[2] Burma,[3] Caymanoyggjar,[4] Liberia, Palau[5] og USA við tilknýttum økjum brúka stigan.

Hitamálari við °F og °C.
  Lond sum brúka fahrenheitstigan burturav.
  Tey lond í heiminum har bæði fahrenheitstigin og celsiusstigin verða nýttir til at máta hitan.
  Lond sum brúka celsiusstigan burturav.

Hiti ella temperaturur er mál fyri, hvussu heitt okkurt er. Hiti, sum er givin upp í °F, er máldur eftir fahrenheitstiganum. Vatn frystir við 32 °F og kókar við 212 °F, tá trýstið er 1 atmosfera.

Stigin er nevndur eftir alisfrøðinginum Daniel Gabriel Fahrenheit, sum kom við honum í 1724. Fahrenheit var av týskari ætt, føddur í Póllandi, men búði størsta partin av lívi sínum í Hollandi.

UppruniRætta

Fahrenheit vitjaði danska stjørnufrøðingin Ole Christensen Rømer í 1708 og fór at arbeiða víðari við hitastiganum hjá Rømer. Hann brúkti ammoniumkloridlaka í staðin fyri natriumkloridlaka fyri at fáa eitt lægri nullpunkt. Hann býtti stigan hjá Rømer í 4, so at vatn frysti við 32 stig (32 = 2 × 2 × 2 × 2 × 2). Á henda hátt fekk hann munin millum frystipunktið á vatni og hitan í handarkulluni til at vera 64 stig (64 = 32 × 2). Seinni vísti tað seg, at handarkullan ikki hevur so støðugan hita, so hann endurskoðaði stigan og setti kókipunktið á vatni til 212 stig, meðan frystipunktið framhaldandi var 32 stig.[6][7][8]

StigaumrokningRætta

Soleiðis rokna vit stig Fahrenheit um til stig Celsius:[9] TC = (TF − 32)/1,8 = 5/9 TF - 17 7/9.

Soleiðis rokna vit stig Celsius um til stig Fahrenheit:[10] TF = TC × 1,8 + 32.

Umrokning til kelvin og til eldri eindir er í greinini hitastigar.

KeldurRætta

  1. http://www.bahamas.com/weather
  2. http://www.hydromet.gov.bz/
  3. https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/appendix/appendix-g.html
  4. http://www.weather.gov.ky/
  5. http://palaugov.org/climate-statistics/
  6. Fahrenheit temperature scale
  7. Gyldendal - Den store danske: Fahrenheit
  8. Rundetaarn: The thermometers of Ole Rømer
  9. http://www.rapidtables.com/convert/temperature/fahrenheit-to-celsius.htm
  10. http://www.rapidtables.com/convert/temperature/celsius-to-fahrenheit.htm


Hitastigar
Celsius Fahrenheit Kelvin
  Delisle     Newton     Rankine     Réaumur     Rømer  
Hitastigar