Daniel Gabriel Fahrenheit
Daniel Gabriel Fahrenheit (føddur 24. mai 1686 í Danzig, deyður 16. september 1736 í Haag ) var alisfrøðingur, glasblásari og tólsmiður av týskari ætt. Hann búði meginpartin av lívi sínum í Niðurlondum.[1]
Fahrenheit gjørdi ein stiga fyrst í 1700-talinum. Eftir hesum stiganum frystir vatn við 32 stig og kókar við 212 stig. Fahrenheitstigin verður enn brúktur í nøkrum fáum londum.
Í 1714 legði hann fram fyrsta hitamátara við stiga, sum gjørdi tað nógv lættari at bera hita saman. Fyri at vísa stig, brúkti hann kyksilvur.
Ávísingar úteftir
rætta- Stutt ævisøga: Evolution of the Thermometer, 1592-1743: Daniel Gabriel Fahrenheit, archive.org (á enskum)
Keldutilfar
rætta- ↑ Daniel Gabriel Fahrenheit, archive.org (á enskum)