Bahamaoyggjar
| |||
Tjóðarslagorð: "Forward Upward Onward Together" | |||
Tjóðsangur: "March On, Bahamaland" | |||
![]() | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | Nassau | ||
Drotning | Elisabeth II | ||
Forsætisráðharri | Philip Davis | ||
Fullveldi | 10. juli 1973 (frá Bretlandi) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
13 939 km² 28 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
353 658 25,4/km² | ||
Gjaldoyra | Bahama-Dollari (BSD) | ||
Tíðarøki | UTC -5 | ||
Økisnavn á alnetinum | .bs | ||
Telefonkota | +1-242
| ||
Samveldið Bahamaoyggjar (alment enskt heiti: Commonwealth of the Bahamas) er ein oyggjabólkur í Karibia. Høvuðsstaður eitur Nassau. Fólkatalið er umleið 353 000. Mesta fólkið er av afrikanskum uppruna, men eisini er ein hvítur minniluti. Almenna málið er enskt.
Bahamas er oyggjaland, sum liggur í ein útsynning úr amerikanska statinum Florida. Í mong ár hava Bahamaoyggjarnar verið lýstar sum skattaskjól, ið gevur almenninginum sera avmarkað innlit í upplýsingar um fyritøkurnar, sum eru skrásettar har. Ferðamannavitjanin er nógv.
Edit
Spaniamenn nevndu oynna Bajamar, sum merkir grunt vatn.
SøgaEdit
Tað var á oynni San Salvador í Bahamaoyggjum, at Kristoffur Kolumbus steig fótin á land, tá ið hann fann nýggja heimin í 1492. Seinni settu bretar seg niður í oyggjunum, og vóru tær bretskt hjáland til 1973.
LandafrøðiEdit
Bahamaoyggjar eru um 700 koralloyggjar, ið eru stutt eystur úr strondini í Florida í USA. Tær flestu av hesum oyggjum eru tó óbygdar. Fólk búgva bert á 30 av teimum oyggjum.
Tær týdningarmestu oyggjarnarEdit
Navn | Vídd km² |
Íbúgvar (2000) |
Íbúgvar (2010) |
---|---|---|---|
Abaco | 1681 | 13170 | 16692 |
Acklins | 497 | 428 | 560 |
Andros | 5957 | 7686 | 7386 |
Berry Islands | 31 | 709 | 798 |
Bimini | 23 | 1717 | 2008 |
Cat Island | 388 | 1647 | 1503 |
Crooked Island og Long Cay | 241 | 350 | 323 |
Eleuthera | 484 | 7999 | 7826 |
Exuma | 290 | 3571 | 7314 |
Grand Bahama | 1373 | 46994 | 51756 |
Harbour Island | 8 | 1639 | 1702 |
Inagua | 1544 | 969 | 911 |
Long Island | 596 | 2992 | 3024 |
Mayaguana | 285 | 259 | 271 |
New Providence | 207 | 210832 | 248948 |
Ragged Island | 36 | 72 | 70 |
Rum Cay | 78 | 80 | 99 |
San Salvador | 163 | 970 | 930 |
Fyrisitingarliga sundurbýtiðEdit
Síðan 1999 er alt oyggjalandið býtt sundur í 32 fyrisitingarlig økir (districts):
PolitikkurEdit
Bahamaoyggjarnar eru limir í ST, WTO og The Commonwealth.
BúskapurEdit
Nú eru oyggjarnar satt frítíðarparadís, og fólk úr øllum heiminum koma hagar. Fólk úr øllum heiminum koma at ferðast á flógvu sandstrondunum í Bahamaoyggjum. Ferðavinnan hevur alstóran týdning fyri búskapin, og stívliga helvtin av fólkinum í landinum arbeiðir á gistingarhúsum, í handlum og á matstovum. Freeport, á oynni Grand Bahama, er størsti ferðavinnubýur, og har er djúp og góð havn til stór skip, ið eru á rundferð í Karibiahavi.
Bahamaoyggjar eru eisini týdningarmikil fíggjarmiðdepil, tí at skattalógirnar og avgjaldslógirnar eru so lagaligar. Í Danmark í 2010 hevur skattavaldið lagt sak ímóti 211 starvsfólkum hjá reiðarínum Clipper, tí tey hava fingið ein part av lønini umvegis Bahamas og uttan um skattaskipanina. Skattavaldið hevur avdúkað, at Clipper rindaði starvsfólkinum ta føstu lønina ígjøgnum ta donsku skattaskipanina, men at bonuspengar vórðu goldnir umvegis Bahamas. Talan var ofta um fleiri hundraðtúsund krónur, og teir pengarnar hevur danska skattavaldið ongantíð sæð.
MentanEdit
Um ársskiftið er lívligt á gøtunum í Bahamaoyggjum, tí at tá eru Junkanoo-skrúðgongurnar við dansi og tónleiki. Henda veitsla hevur røtur aftur í farnar dagar. Søgnin sigur, at tá ið afrikanskur høvdingi, nevdur John Canoe, var førdur higar sum trælur, lótu teir hann halda veitslu eftir afrikonskum siði.
MyndarøðEdit
Nátt í Nassau.
Ávísingar úteftirEdit
- Heimasíða: bahamas.gov.bs
- Bahamas, wikivoyage.org (á enskum)
Coordinates: 25°0′3.96″N 77°27′18″W / 25.0011000°N 77.45500°W
- ↑ GeoHive; The Bahamas Arkiverað august 7, 2011 á Wayback Machine Heintað 7. juli 2011.
- ↑ Statoids; The Bahamas Heintað 7. juli 2011.