Árstal
2008 2009 201020112012 2013 2014
Áratíggju
2000-árini2010-árini2020-árini
Øldir
20. øld21. øld22. øld

2011 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum leygardegi.

Hendingar rætta

  • januar, februar - kollvelting í Egyptalandi
  • 18. mars - Messenger missión til Merkur
  • 22. juli - Yvirgangsálop í Noregi, hópmorð á ung fólk á Utøya og bumbuatsókn í Oslo. Tað var Anders Behring Breivik ið framdi bæði hópdrápini á Utøya og bumbuatsóknina í Oslo.
  • 29. oktober - Løgtingsval í Føroyum
  • november - Dánjal Petur Hansen (Piddi) úr Saltangará varð eftirlýstur av løgregluni, og síðan varð staðfest, at hann var blivin myrdur. Líkið varð tó ikki funnið tá. Ein kroati varð varðhaldsfongslaður og seinni dømdur sekur. Næstan trý ár seinni, hin 31. august 2014, fann ein frítíðarkavari eina beinagrind av einum mennskja niðri á havbotninum útfyri Ljósá á 22 metra dýpi og 150 metrar úr landi. Nýggju dagar seinni, eftir at tekniskar kanningar vóru gjørdar varð kunngjørt, at talan varð um líkið av Dánjal Petur Hansen.
  • 24. november - Ódnin Berit herjaði í Føroyum og í øðrum londum. Ódnin førdi til stórar skaðar kring alt landið, serliga í Suðuroynni. Trý hús á Tvøroyri mistu alla yvirtromina, eitt av teimum var eldrasambýlið. Tey gomlu vóru førd úr húsinum stutt áðrenn yvirtromin varð skrødd omanav av ódnini.
  • 3. desember - leingingin av flogbreytini á Vága Floghavn frá 1.200 m til 1.799 m er liðug.
  • 25. desember - Ódnin Dagmar, eisini nevnd Jólaódnin 2011, herjaði í Føroyum, Noregi og øðrum londum. Skaðarnir vóru stórir í Føroyum, tó ikki so ógvusligir sum 24. november sama árið.

Ítróttur rætta

Fótbóltur rætta

Svimjing rætta

Føðingar rætta

Andlát rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið