Axel Tórgarð
Axel Wenningstedt Tórgarð (31. mars 1923 í Havn - 24. mars 2011) var ein føroyskur prestur og týðari. Hann var sonur H.C.W. Tórgarð. Hann var stjóri í nýstovnaða Útvarpi Føroya í nøkur ár, til hann gjørdist prestur í Norðurstreymoy; seinastu árini av lívinum var hann serliga virkin sum týðari. Axel Tórgarð hevur serliga týtt klassiskar bókmentir úr enskum til føroyskt, men eisini nakað úr grikskum. Axel eigur børnini Súsonnu, Riu og Hans Tórgarð, sum øll eru sjónleikarar.
Útgávur
rætta- 1988 - Sofokles: Antigone, sjónleikur, týddur úr grikskum, Futura
- 1989 - Euripides: Medeia, sjónleikur, týddur úr grikskum, Stiðin
- 1990 - Apokrýfisku bøkurnar, Stiðin
- 1990 - J. R. R. Tolkien: Hobbin (The Hobbit), Stiðin
- 1993 - J. R. R. Tolkien: Klávus bóndi á Bóli, (Farmer Giles of Ham), týtt úr enskum, Stiðin
- 1994 - Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, Stiðin
- 1994 - Lewis Carroll: Eftir Snarki (The Hunting of the Snark), týdd úr enskum, Sprotin
- 1998 - William Shakespeare: Dreymur Jóansøkunátt (sjónleikur) týtt úr enskum, Stiðin
- 1999 - William Shakespeare: Julius Caesar (sjónleikur: The tragedy of Julius Caesar ) týtt úr enskum, Stiðin
- 2000 - William Shakespeare: Keypmaðurin í Venesia (sjónleikur: The merchant of Venice ) týtt úr enskum, Stiðin
- 2003 - J. R. R. Tolkien: Ringliðið (Ringanna Harri, 1),Týtt úr enskum, Stiðin
- 2004 - J. R. R. Tolkien: Tey bæði tornini (Ringanna Harri, 2) Týtt úr enskum, Stiðin
- 2004 - Stefan Zweig: Talvsøga (Schachnovelle, 1943), Stiðin
- 2005 - J. R. R. Tolkien: Kongurin kemur aftur (Ringanna Harri, 3) Týtt úr enskum, Stiðin
Heiðurslønir
rætta- 1989 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.
- 1994 - Heiðursgávu frá grunni Christians á Brekkumørk. [1]
- 2002 - Heiðursgávu Landsins