Sofokles (/ˈsɒfəklz/;[1] Grikskt: Σοφοκλῆς, Sophoklēs, Forngrikst: [so.pʰo.klɛ̂ːs]; uml. 497/6 – vetur 406/5 f.Kr.)[2] er ein av trimum fornaldargrikskum harmleikaskøldum, hvørs sjónleikir hava yvirlivað. Fyrstu sjónleikir hansara vórðu skrivaðir seinni enn teir hjá Aeschylus, og fyrr enn ella samstundis sum teir hjá Euripides. Sofokles skrivaði meira enn 120 sjónleikir[3] í lívstíð hansara, men bert sjey hava yvirlivað í síni heild: Ajax, Antigone, Kvinnurnar í Trakis, Kong Ødipus, Electra, Philoktetes og Ødipus í Kolonos.[4] Í nærum 50 ár var Sofokles tann best umtókti leikritahøvundurin í dramakappingunum hjá býarstatinum Athen, ið fóru fram í teimum religiøsu hátíðunum í Lenaea og Dionysia. Hann luttók í 30 kappingum, har hann vann 24 og fekk ongantíð verri pláss enn annað pláss. Aeschylus vann 13 kappingar, Euripides vann fýra kappingar.[5]

Sophocles
Fødd(ur) 497/496 f.Kr.
Kolonos, Attika
Doyði 406/405 f.Kr. (90-92 ára gamal)
Athen
Starv Harmleikaskald
Kunning
Slag Harmleikur
Kendasta(u) verk

teir kendastu harmaleikirnir hjá Sofokles eru við Ødipus og Antigone: teir eru kendir sum Theban leikirnir. Sofokles ávirkaði menningina av sjónleiki, har tað mest týðandi var at hann tók ein triðja leikara við, og harvið minkaði hann um týdningin av kórinum í framførsluni av plottinum. Hann menti eisini leiklutirnir (persónarnar) í størri mun enn tað fyrr var gjørt av eitt nú Aeschylus.[6]

Keldur

rætta
  1. Jones, Daniel; Roach, Peter, James Hartman and Jane Setter, eds. Cambridge English Pronouncing Dictionary. 17th edition. Cambridge UP, 2006.
  2. Sommerstein (2002), s. 41.
  3. Tað nágreiniliga talið er ókent, Suda sigur at hann skrivaði 123, ein onnur forn kelda sigur 130, men tað ber ikki til at siga heilt nágreiniliga, sí Lloyd-Jones 2003, s. 3.
  4. Suda (ed. Finkel et al.): s.v. Σοφοκλῆς.
  5. Sofokles í Encyclopædia Britannica
  6. Freeman, p. 247.