H.C.W. Tórgarð
Hans Christoffer Wenningsted Tórgarð (føddur 14. august 1885 í Tórshavn, deyður 18. mars 1957), ella H.C.W. Tórgarð, var arkitektur og politikari (SB). Teknaði Sjónleikarhúsið.[1] Hann teknaði kirkjurnar í Árnafirði, Hvannasund, Skála, Elduvík, Tjørnuvík og Skúvoy. Hann var eisini aktivur at byggja kirkjuna í Sandavági.
Familja
rættaForeldur hansara vóru Anna Paulina (fødd Poulsen) og Jens Wenningsted Jacobsen, bæði úr Havn. Hann giftist Valborg Eide úr Nólsoy. Tey eru foreldur Axel Tórgarð, sum var prestur og týðari. Trý av abbabørnunum hjá Hansemann eru sjónleikarar eins og abbin, tey eru Súsanna Tórgarð, Ria Tórgarð og Hans Tórgarð.
Keldur
rætta- ↑ "Søgu: Havnar Sjónleikarfelag". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2005-02-27. https://web.archive.org/web/20050227205721/http://www.hsjonleik.fo/histori.htm. Heintað 2008-04-12.
- ↑ Formenn í Havnar Sjónleikarfelag[deyð leinkja]