Árnafjørður hoyrir til Klaksvíkar kommunu. Í Árnafirði búgva 51 fólk. Í bygdini eru 26 hús. 22 hús eru í gamla partinum av bygdini og tey flestu av teimum eru gomul. Men í bygdini er eisini ein nýggj útstykking. Higartil eru fýra hús bygd í tí økinum.

Árnafjørður
Arnefjord (danskt)
Bygd
Árnafjørður
Árnafjørður
Land  Føroyar
Sýsla Norðoyar
Oyggj Borðoy
Kommuna Klaksvíkar kommuna
Íbúgvar 55 (2015)[1]
Postnummur FO-727
Markatal 16-00-00

Í Árnafirði er kirkja, sum er bygd í 1936, skúli, ið er bygdur í 1904, minuhúsið við síni serligu søgu, og so er eisini ein sjógvalistøð og eitt lítið fiskiídnaðarvirki í bygdini. Har er bátahylur og fleiri opnir bátar, sum reka útróður og avreiða fiskin til flakavirkið í bygdini.

Minuhúsið varð bygt undir krígnum. Av tí at húsini í Árnafirði standa so nær sjónum, var vandin fyri fólkaskaða stórur, um so var, at minur róku á land í bygdini. Tá ættin lá inneftir Víkini, fór øll bygdin niðan í minuhúsið at búgva. Har var stórur køkur, matarhøll og fleiri sovirúm við koyggjum. Tað kom eisini fyri at eitt barn varð borið í heim í minuhúsinum.

Børn spæla í einari stórari á í Árnafirði

Sagnir og Søgur

rætta

Floksmenn

rætta

Í Hattarvík í Fugloy livdu einaferð í gomlum døgum tríggir menn, ið kallaðir vóru Hálvdan Úlvsson, Høgni Nev og Rógvi Skel. Hálvdan Úlvsson var sterkastur av teimum, tí hann orkaði at lyfta ein stein, sum enn sæst í haganum har og er kallaður “Hálvdans Úlvssonar hav”; steinurin er átta alin ummáls eftir tjúktini og 10 alin ummáls eftir longdini.

Hesir tríggir, ið nú eru nevndir, vóru eitt heystið á fjalli við øðrum fugloyingum. Sum venja er til, hevði hvør maður seyðbond við sær; seyðbondini vóru ikki samlitt og heldur ikki javngóð, og kom tí til ilnar millum rakstrarmenninar, at hvør ognaði sær tey bestu. Men av tí at hesir tríggir menninir, ið áður eru nevndir, hildu saman, tordu hinir ikki at forða teimum at taka bestu seyðbondini. Hesir tríggir sóu nú, at teir bóru yvirluta yvir hinar, og tað datt teimum tá í hug, at høvdu teir vilja til tess, tá stóð tað í teirra valdi at leggja undir seg fyrst Fugloy, og síðani, um teir fingu nakrar í lið við sær, allar Føroyar; og ikki var leingi eftir at bíða, at teir løgdu ráð saman at fremja tað í verki, ið fyrr bert hevði verið um hugsað. Men tað sóu teir, at skuldi tað alt væl ganga, ið teir høvdu í hyggju, so máttu teir vera vápnaðir, og tí sendu teir bræv til kongs og bóðu um svørð. Haðani kom tað svar aftur, at føroyingar vóru friðardýr, og tí nýtti eingin svørð í Føroyum. Men teir vóru treiskir og vildu ikki gevast; teir skrivaðu kongi aftur og greindu so frá, at ikki var friður í Føroyum fyri útlendskum ránsmonnum, sum kundu herja á fólk og drepa, áðrenn nakran vardi. So er at vera treiskur; - tá fingu teir svørð.

Nú skal nevna við navni fjórða mannin í Hattarvík; hann æt Sjúrður við Gellingará; hann var sum hinir tríggir stórur og sterkur; men í tí var hann ólíkur hinum, at hann var spakligari og stillisligari enn teir, og sjaldan var hann ráðaleysur; hann var ríkur bóndi. Sjúrð hendan vildu hinir tríggir fáa í fylgi við sær; men tá ið teir høvdu tosað við hann um tað, hevði hann altíð først undan og sligið tað upp í glens; hann hevði tvær orsakir til at gera so; onnur var, at honum líkaði ikki tað, sum teir ætlaðu sær, men hin orsøkin var, at hann stutt fyri tað í Gøtu hevði sæð eina gentu, dóttur ríka bóndans “niðri við Hús”. Hon-um leitst væl á gentuna, so væl, at tá ið hann var heim aftur komin til Fugloyar, lá hjartað eftir í Gøtu; hann var tí farin til Gøtu aðra ferð og hevði borið upp bønarorð. Gentan hevði tá svarað honum so aftur: “Kemur tú at ári aftur í so vorðnum báti, sum tú komst við nú, so skal verða, sum tú vilt”. Av tí at hann nú hugsaði um brúdleyp sítt, var hann ófúsur at fara slíka váðaferð. Men nú høvdu hinir tríggir sett tað í seg, at Sjúrður skuldi fara við teimum, og tá ið hann nú ikki vildi við góðum, gingu teir ein páskamorgun snimma inn í stovu, har sum hann lá og svav, drógu hann fram undan rekkjuváðini, og lovaðu, at hann skuldi láta lív, um hann ikki vildi fallast á tað, sum teir høvdu í ráði, og ganga í felag við teimum. Tá læt hann sær eftirlíka.

So gingu allir fýra út fyri dyr, tóku sær av blóði og lótu saman renna, til at vita um allir vóru samsintir í tí, sum nú var fyri hondum. Men blóð Sjúrðar vildi ikki renna saman við blóðið úr hinum, og tí kom ilt í teir, og teir søgdu: “Nú skulu vit drepa teg, tí tú vilt ikki halda við okkum;” men Sjúrður svaraði: “Ikki er tað so, sum tit halda; er so lítið skil í tykkum, at tit ikki síggja, at tí vil mítt blóð ikki renna saman við tykkara, at tykkara blóð er heitt, men mítt kalt?” Teimum skildist tá hetta satt at vera. Á tí staðinum, har sum teir blandaðu blóð, vuksu høgar túgvur úr jørðini, og hava tær sæst higar til dags.

Um ólavsøkuna fóru hesir fýra ránsmenn ella floksmenn, sum teir nú skjótt vóru kallaðir, til Havnar, til tess at tosa við aðrar føroyingar um ætlan sína, at leggja undir seg allar Føroyar, sum tá stóðu undir útlendskum harradømi. Teir fingu tá aftrat í flokk við sær; flestir av teimum vóru úr Suðuroy. So var avgjørt, at teir skuldu møtast á Gøtueiði, og skuldu hvørjir kenna aðrar á tí, at bátar teirra skuldu vera bræddir í annað borð og hvítir í hitt. Men tað var ikki floksmonnunum til gagns, at teir fingu aðrar í lið við sær, tí tá barst ætlan teirra út og frættist skjótt um allar Føroyar, so at fólk á flestum støðum hildu vakt fyri floksmonnunum.

Tá ið floksmenninir teir fýra komu heim aftur úr Havn, royndu teir at leggja undir seg alla Fugloy. Í Fugloy eru ikki meir enn tvær bygdir: Hattarvík, har sum floksmenninir búðu, og Kirkja, sum so var kallað, av tí kirkja var bygd har. Teir fóru tá alvápnaðir til Kirkju; men har hildu tey vakt, og tá ið tey sóu floksmenninar, flýddu øll sum skjótast inn í kirkjuna, tí kirkjan var vígdur halgidómur, so at ikki hin versti ránsmaður tordi at bróta frið har. Tá ið floksmenninir sóu fólkið flýggja í kirkjuna, søgdu teir við Sjúrð: “Tú ert skjótastur, Sjúrður, skunda tær oman og drep hvønn, ið tú fært fatur á”. Sjúrður rann tá, tað ið hann var mentur, og tá ið hann kom at húsunum, sá hann eitt smábarn, sum tey í ræðsluni høvdu gloymt at taka við sær í kirkjuna. Sjúrður vildi helst koma barninum undan; men han vildi eisini, at hinir floksmenninir skuldu halda hann vera dúguligan og illan í sær, so at teir ikki aftur skuldu fáa illgruna um hann. Hann rendi tí spjótið í klæðini á barninum og floygdi tað yvir eina húslon til at koma tí burtur av veginum, tí hinir høvdu ivaleyst dripið barnið, høvdu teir funnið tað. Men av tí at fjáltur var á honum, so kastaði hann so hart, at barnið steindoyði, tá ið tað datt niður aftur á jørðina. Fótasporið, sum Sjúrður stóð í, tá ið hann floygdi barnið yvir lonina, sæst enn, tí har hevur ikki síðani vaksið grasstrá. Av tí at annars alt fólkið í bygdini var flýtt í kirkjuna, so at teimum einki kundi gerast, máttu floks-menninir fara nakkalangir aftur til Hattarvíkar.

Teir ætlaðu sær so at royna á bóndan í Árnafirði og drógu tí bát sín, bræddan í annað borð, hvítan í annað.

Tá ið teir vóru komnir nakað frá landi, hevði Sjúrður fyri munni á sær: “Frítt er Eystfelli frá at fara”. Hálvdan Úlvsson svaraði aftur: “Ómenni títt, fríðari eru allar Føroyar.” “Tá ið tú hevur tær,” svaraði Sjúrður. - Teir komu nú inn til bóndans í Árnafirði; hann var bæði stórur og sterkur, og hann helt ímóti Hálvdani; teir bardust leingi á gólvinum, og tað sýndist at standa á jøvnum føti. Tá ið húskallur bóndans sá hetta, legði hann seg fyri føtur bóndans, so hann fell um hann. Hálvdan Úlvsson høgdi tá høvdið av honum við svørði sínum. Tá ið hann var deyður, vendi húskallurin sær at kroppinum høvuðleysum og mælti: “Nú fekst tú løn fyri fleytagjaldið”.

Haðani fóru teir ígjøgnum Hvannasund, og síðani hildu teir fyri Kunoyarnakk, tí teir ætlaðu sær til Kunoyar. Tá ið teir komu fyri nakkin, var ein bátur har á útróðrum; tá ið menninir á útróðrarbátinum sóu, hvussu hin báturin var littur, vistu teir við tað sama, at tað vóru floksmenninir, og teir skundaðu sær tí at leggja inn á eina gjógv. Eingin av floks-monnunum uttan Sjúrður hevði sæð bátin. Tá ið floksmenninir komu áraka gjónna, varð einum gomlum manni á hinum bátinum á at hosta; bæði Sjúrður og Hálvdan Úlvsson hoyrdu tað. Hálvdan segði: “Her er bátur inni,” men Sjúrður svaraði: “Altíð er illgruni á tær, hoyrir tú ikki, at tað er sjógvurin, sum runar inni á gjónni?” “Tað kann vera, at so er, sum tú sigur,” svaraði Hálvdan, og teir róðu sína leið.

So vildi til, at sonur bóndans í Kunoy henda sama dag var burtur í haga. Hann hevði lagt stóran kava av landnyrðingi. Tá ið Árni - so æt sonur bóndans - hevði gingið hagan á enda, var hann móður, tí nógvur hevði kavin verið fyri fótunum á honum. Hann hevði ikki meir enn sett seg niður at hvíla seg, tá ið hann sá bát, sum helt inn undir land. Hann rópaði á teir og spurdi, hvar teir ætlaðu sær; teir svaraðu, til Kunoyar. Hann var glaður við at sleppa frá at vaða ígjøgnum kava heimaftur og bað teir lova sær í bátin; tað var gaman í, søgdu teir. Tá ið hann var komin í bátin, sá hann ein hóp av vápnum har; aftur í bakskutinum lógu fýra svørð, eitt til hvønn floksmannin; so høvdu teir eisini bæði øksir og spjót. Hann fór tá at hava illgruna á, at tað mundu vera floksmenninir, sum hann var í báti hjá; ræðsla kom, sum vera man, á hann, men ikki læt hann teir síggja tað á sær. “Vilt tú vera við okkum?” spurdi Rógvi Skel Árna. “Til hvørs?” - svaraði Árni. “Til at vinna Føroyar,” svaraði Rógvi. “Ja, tað vil eg,” svaraði Árni. Tá segði Rógvi: “Nú skalt tú fyrst vera formaður hjá okkum til Kunoyar, tí vit eru ikki væl kunnugir”. “Tað skal eg gera”, svaraði Arni, “hagar fáa tit ongan betri formann enn meg; eg vil nú skifta vegin í fýra: fyrsta fjórðingin skal Rógvi Skel stýra, annan Høgni Nev, triðja Hálvdan Úlvsson og tann fjórða Sjúrður.

Síðani sat hann stillur og var sum millum heims og heljar, tí hann væntaði sær vissan deyða.

Tá fór Sjúrður at tosa við hann, tó spakuliga, so at hinir ikki skuldu hoyra, og segði: “Nú er deyðin tær vísur, tí floksmenninir høgga høvdið av tær, áðrenn teir leggja at landi; eg veit tær ikki annað ráð, enn at tú loypur upp á flata skerið undir Kunoy og roynir at leypa haðani á land; vilt tú royna tað, so skal eg stýra bátinum tætt inn at skerinum”. Árni helt seg til at kunna leypa av skerinum á land.

Hálvdan Úlvsson tók eftir, at teir í loyndum tosaðu saman; hann rópti tí snøggliga á Sjúrð og segði: “Um hvat er tað, tit sita og lýðast á, Sjúrður; hví mega vit ikki hoyra tað?” Sjúrður svaraði stillisliga aftur: “Sig við fólkið, sum enn man vera í kirkjuni, at tey ikki mega fara úr henni; tí ongastaðnis eru tey í frið fyri floksmonnunum uttan í vígdari kirkju. Minst nú væl til, hvat eg havi sagt tær”. “Tað skal eg”, svaraði Árni. Hálvdan Úlvsson tók nú aðra ferð til orða, var illur og segði: “Hvat loyndarmál er tað, sum tú hevur at tosa við hann um? Sit ikki og lýð og lýð, men tosa hart, so vit kunnu hoyra, hvat tú sigur”. Sjúrður svaraði: “Eg spurdi hann, um kýrnar eru líka feitar í Kunoy enn, sum tær vóru í gomlum døgum, og hann sigur so vera”. Tá ið teir nærkaðust at lendingini í Kunoy, stýrdi Sjúrður tætt inn móti skerinum, og tá ið teir vóru áraka tað, leyp Árni úr bátinum á skerið og haðani á land; men skerið liggur hálvasættu alin frá landi, so at áttamannafar kann rógva innan fyri tað. Sjúrður tók øksina og kastaði eftir Árna, men við vilja rakti hann ikki. Hálvdan Úlvsson leyp skunduliga upp á skerið til at elta Árna, men hann tordi ikki at leypa inn á land, har sum Árni leyp, og mátti tí fara ein óhøgligari veg; kunoyingurin, sum var lættur uppá fót, slapp soleiðis nakað undan honum, men tá ið Hálvdan sá, at hann ikki kundi fáa hann aftur, kastaði hann øksina eftir honum. Hon feyk átta favnar á lofti og kom so í klettin í seinasta fótasporið, sum Árni hevði stigið. Holið eftir øksina sæst skiluliga í klettinum enn í dag. Árni rópti inn í kirkjuna og bað ongan ganga út haðani, tí floksmenninir vóru komnir at landi; síðani helt hann til fjals og fjaldi seg har.

Tá ið floksmenn komu at húsum, sóu teir, at allir kunoyingar vóru í kirkjuni; teir fóru tá at hugsa um tað, at best mundi vera at royna at vinna sær vinskap hjá kunoyingum; teir fjaldu tí vápn síni, játtaðu, at teir vóru floksmenn, men lovaðu, at teir ikki skuldu gera kunoyingum nakað ilt; og so vóru teir har friðaligir og vinaligir. Einaferð, tá ið tosað var um, at vígdar kirkjur vardu mót ránsmonnum, spurdu teir kunoyingarnar: “Hvar er tann kirkjan í Føroyum, ið okkum kann verja?” Kunoyingar svaraðu: “Tað er Svínoyar kirkja, tí hon er vígd seinast”. Men tað var lygn, tí Svínoyar kirkja var einasta kirkjan í Føroyum, sum óvígd var.

Floksmenninir søgdu, at tað var ætlan teirra at fara á Trøllanes , og spurdu kunoyingar, nær best mundi bera til at fara hagar. Kunoyingar svaraðu: “Landnyrðingur norðan er besta ætt, og broddur á vestfalli í mysing er besta sjóvarfall”. Teir dvaldu enn nakrar dagar í Kunoy, men so sýndist at vera góð líkindi at fara á Trøllanes. Tá ið teir vóru komnir nakað frá landi, var so ringt í sjónum, at teir vóru nær við at ganga burtur; teir tordu tí ikki at halda longur fram á vegin, men vendu aftur til Kunoyar. Kunoyingar spurdu tá: “Hví koma tit so skjótt aftur?” “Vit sluppu ikki longur fyri sjóvarilsku”, svara teir. Men kunoyingar søgdu tá: “Høvdu tit hildið longur, so høvdu tit verið úr øllum vanda”. Tá ið floksmenn hoyrdu tað, erraðu teir seg upp og fóru aðra ferð av stað til Trøllanes. Tó at sjógvurin var verri nú enn fyrru ferðina, vildu teir ikki venda aftur, men róðu líka tætt at lendingini á Trøllanesi. Men har stóð brimið uppi í grasinum, yvir fjøruti favnar stóð tað upp í bergið, so har var ikki at hugsa um at lenda; ódn var í sjónum og ein stormur í vindi, so at teir hugsaðu ikki um nakað lív. Teir stýrdu tí aftur til Kunoyar, og tað var ikki meira, enn teir bóru boðini fram. Teir søgdu tá við kunoyingar: “Vit sleppa aldri á Trøllanes; vit vóru tætt við lendingina, men ikki var hugsandi at komast á land”, og so svóru teir ein dýran eið uppá, at teir skuldu ikki aftur royna at koma á Trøllanes, fyrr enn teir høvdu lagt undir seg allar Føroyar. Tá svaraðu kunoyingar: “Høvdu tit komið tykkum um tangan, sum er við lendingina, so var sloppið”. Men tað var lygn, sum alt annað, sum kunoyingar høvdu sagt floksmonnum; høvdu teir farið longur, so høvdu teir sjólátist.

Floksmenn sótu nú kvirrir í Kunoy, til tíðin nærkaðist, tá ið teir, sum avgjørt var, skuldu møta á Gøtueiði. Teir fóru tá eitt kvøldið av stað og stýrdu fyri Gøtunes. Sama kvøldið vóru vágsmenn á útróðrum; teir sóu bátin hjá floksmonnum og kendu hann á litinum, tí mánalýsi var, og flýddu tí sum skjótast inn á eina gjógv á vestaru síðuni á Borðoynni. Sjúrður hevði sæð bátin skiluliga, og í tí hann fór inn um gjáarkjaftin, bar Hálvdan Úlvsson eyga við hann. “Har fór ein bátur inn í gjónna”, segði hann. Men Sjúrður svaraði: “Tú sært altíð so nógv; sært tú ikki, at hatta er mánin, sum glampar á brimaldurnar við landið?” “Tað kann so at vera”, hugsaði Hálvdan við sær, og so róðu teir sín veg fram. Síðani hevur gjógvin verið kallað “Mánagjógv”.

Nú er frá tí at siga, at teir, ið embætisvald høvdu í Føroyum, høvdu hoyrt um møtið tað, ið vera skuldi á Gøtueiði, og teir, sum floksmenn høvdu fingið í lið við sær á tinginum í Havn, vóru nú tiknir fastir og kundu tí ikki møta. Tann dagin, ið møtið skuldi vera, vóru saman komnir í Gøtu føroyingar úr øllum ættum, mong hundrað, til at taka hesar fýra floksmenn úr Norðoyggjum. Tá ið teir nú komu at landi á báti sínum, ið bræddur var í annað borð og hvítur í hitt, og sóu alla hesa mannamúgvu, og sóu, at teir vóru allir óvinir teirra, men sóu ongan vin, ongan av sínum monnum, tá vendu teir sum skjótast bátinum, og róðu burt úr Gøtu. Teimum datt í hug tað, sum kunoyingar høvdu sagt, at Svínoyar kirkja var seinast vígd, og tí tóku teir til at fara til Svínoyar. Teir løgdu at landi norðan fyri eiðið, drógu bátin, gingu um eiðið og oman á bøin, og so væl vóru teir tá hýrdir, at teir fóru at spæla sum smádreingir og blaka til máls við gróti (“skjóta verpur”).

Men føroyingar mannaðu seg upp, vápnaðu seg sum best og fóru við nógvum bátum til Svínoyar at taka floksmenninar fastar. So er sagt, at um 70 bátar fylgdust hagar. Tá ið teir løgdu at landi undir Svínoyar-eiði, sóu teir bátin hjá floksmonnunum standa har, og fingu so at vita, at teir vóru í Svínoy. Teir steðgaðu tá og sendu fyrsta flokkin oman til at taka teir fýra menninar; men teir hildu tá uppat at spæla, tóku vápn síni og vardu seg menniliga. Tá ið føroyingar sóu tað, sendu teir straks annan flokkin ímóti teimum; men floksmenn tóku reystiliga ímóti, og óvist er, um teir ikki høvdu vunnið, høvdu ikki so nógvir verið ímóti teimum. Føroyingar sendu tá triðja flokkin oman, og í honum vóru nógvir sterkir og væl vápnaðir menn. Tá ið floksmenn sóu teir koma, mistu teir mótið og rýmdu undan at kirkjuni. Har løgdu teir vápn síni uttan fyri kirkjudyrnar, gingu síðani inn í kirkjuna og hildu seg nú vera úr øllum vanda. Men føroyingar vistu, at Svínoyar kirkja var óvígd: teir valdu tí sterkastu menninar burtur úr til at fara fyrst inn í kirkjuna og leggja hendur á floksmenn; teir vóru so tiknir fastir og bundnir.

So var dómur fallin longu áður, at hesir fýra floksmenn úr Norðoyggjum skuldu vera omanstoyttir av hægstum Valaknúki í Skálabotni. Teir vóru tá fyrst førdir til Gøtu og vóru leiddir inn hjá bóndanum “niðri við Hús”.

Tá ið dóttir bóndans sá Sjúrð bakbundnan og dømdan til deyða, græt hon og segði: “Eg síggi, tú kemur øðrvísi vorðin í dag, enn tú komst í dag ár síðani, tá ið tú barst upp bønarorð til mín”; hetta var júst dagurin, sum hon árið fyri hevði nevnt Sjúrði, tá ið hann bað um hana. Sjúrður græt og fekk valla talað fyri sorg og sút.

Fangarnir fingu nakra tíð til at búgva seg til deyða. Hálvdan Úlvsson, Høgni Nev og Rógvi Skel settu seg tá til borðs, og gjørdu sær til góðar við skerpukjøti og alskyns góðum mati og drekka, men Sjúrður tók bønabókina at lesa í og bað Gud um at tilgeva sær sínar syndir. Tá ið føroyingar sóu tað, fingu teir enn meiri vælvild til Sjúrðar; teir hugsaðu um tað, at hann hevði móti vilja sínum verið noyddur til at vera floksmaður, og at hann hevði roynt at hindra so nógv ilt, sum í hans valdi stóð, og tí vildu teir geva honum lív og grið. Men Sjúrður kravdi at láta lív; “eg havi samtykt í tí illa, sum hinir hava gjørt”, segði hann, “tí vil eg fáa sama gjald sum teir, og um eg hevði sloppið leysur hesa ferð, so kundi eg komið til at gjørt ilt eina aðru ferð”.

Floksmenninir vóru síðani førdir upp á hægsta Valaknúk, omanstoyttir haðani og grivnir niðriundir. Leiðir teirra síggjast enn í dag; leiðini hjá teimum trimum eru svørt og ljót, eyrur og grót, men leiðið, sum Sjúrður hvílir undir, tað er vakurt; altíð er tað prýtt við grønum grasi.[2]

Jógvan í Gerðum

rætta

Tað eru mong ættarlið, síðan Jógvan í Gerðum livdi. Hann var, sum sagt verður frá, ein ógvuliga mungin maður. Umframt ta ogn, hann hevði (tá í tíðini hoyrdi uppsalajørðin eisini til Gerða), vildi hann fegin hava Kvíingadal, sum tá hoyrdi til Árnafjørð.

Ein dagin fór Jógvan burtur í haga saman við einum húskalli at hyggja eftir seyði. Frammanundan hevði hann grundað út ein tanka, sum eingin hevði grun um. Tá ið heim aftur skuldi farast, setti hann kósina móti Árnafirði, og við húskallin, ið við honum var, segði hann, at um hann skuldi koma at taka brókatøk við miðstovubóndan, so mátti húskallurin hjálpa sær.

Komin til Árnafjarðar fóru teir inn til miðstovubóndans, har teir vóru væl fagnaðir við mati og drekka. Meðan teir sótu við borðið, komu bøndurnir báðir upp at klandrast, og endin varð, at teir fuku saman at berjast. Tað vóru útlit fyri, at miðstovubóndin fór at vinna; men so kom húskallur Jógvans sær uppí; hann tók í bein miðstovubóndans, so hann datt, og Jógvan var ikki seinur at drepa hann.

So fekk Jógvan Kvíingadal. Men hetta var honum ikki nokk. Hann fekk gott eyga á Skálatoftir, sum um tað mundið var ein bygd við átta húsum. Íbúgvarnir við Skálatoftir vóru góðir jarðamenn og vælstandandi. Bóndin á Skálatoftum æt Símun og var skyldur við konu Jógvans.

Ein dagin, Jógvan var burtur í haga, møtti hann Símuni og birti klandur við hann. Teir ruku saman, og Símun lá eftir, tá ið Jógvan leitaði heim aftur til húsar. - Hann segði konu síni frá, at Símun var deyður, og hon, sum grunaði, hvussu hann var deyður, svaraði bert: “Harrin eigi sál hansara.”

Enn hevði Jógvan eftir sínum tykki ikki alt tað, hann ynskti. Hann átti ein skyldmann, ið hevði nógva ogn á Skarði. Hann vildi nú eisini ogna sær hesa jørð. Hann virkaði sær eina bjargalínu av ull (allar línur vóru í teirri tíðini virkaðar úr ull), men til miðjuna á hesi línu nýtti hann svídda høvdaull.

Tá ið línan var liðug, fór hann við henni til Skarðs og læt skyldmannin fáa hana til gávu. Hann var væl fagnaður.

Um línuna segði hann, uttan at hann fyri tað vildi rósa sær sjálvum, at hon var óføra sterk. Og hann hevði tí góðan hug at vera hjá, tá ið hon fyrstu ferð skuldi roynast.

Tíðliga á morgni fóru menn avstað til bjargar. Og skyldmaðurin á Skarði var fyrsti maður niður við línuni um beltið; tá ið fýrt var til helvtar av línuni, slitnaði hon, har tann svídda høvdaullin var; hann datt oman og sló seg deyðan.

Jógvan sýndist at taka sær hesa vanlukku ógvuliga nær. Men nú átti hann eisini ogn skyldmans, so tað var sorgina vert.[3]

Keldur

rætta
  1. Hagstova.fo
  2. V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891
  3. Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

Útvortis ávísingar

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið