Klaksvíkar kommuna

kommuna í Føroyum


Klaksvíkar kommuna er næststørsta kommuna í Føroyum.

Klaksvíkar kommuna
Klaksvíkar kommuna á Føroyakortinum.
Borgarstjóri Karl Johansen
Vídd 131 km2
Íbúgvar 5.488 (2022)
Fólkatættleiki 41,9/km²
Heimasíða Klaksvik.fo

11. juni 2007 varð kunngjørt, at Svínoyar kommuna verður løgd saman við Klaksvíkar kommunu eftir komandi bygdaráðsval. Frá 1. januar 2009 er Svínoyggin við í Klaksvíkar kommunu. Húsar kommuna gjørdist partur av Klaksvíkar kommunu 1. januar 2017.

Klaksvíkar kommuna umfatar 7 bygdir og er á 3 oyggjum rætta

Á Borðoynni rætta

Á Kalsoynni rætta

Á Svínoynni rætta

Brot úr søguni hjá Klaksvíkar kommunu rætta

Tórshavn hevði fingið kommunuskipan longu í 1866, men tað var ikki fyrr enn í 1873, at kommunuskipan varð sett í gildi fyri allar Føroyar. Frammanundan – síðan 1850 – høvdu Føroyar verið býttar sundur í 8 ”fattigforstanderskaber”, Klaksvíkin saman við restini av Norðuroyggjum. Tá kommunuskipanin kom í 1873 varð sami leistur nýttur. Føroyar vóru býttar sundur í 8 sóknarkommunur, Norðuroyggjar gjørdust ein kommuna. Kommunufundir vóru hildnir skiftivís á prestagarðinum í Ónagerði á Viðareiði og á einum bóndagarði í Klaksvík.

Tá Klaksvíkin, sum ein avleiðing av, at Kongaligi Einahandilin varð avtikin í 1856 fór at mennast vinnuliga, gjørdist hendan skipan óhøglig. Hóast høvuðsvinnan var landbúnaður alla øldina, so vóru bæði handil og fleiri fiskiskip á staðnum longu í 1865. Fólkatalið, sum í 1860 hevði ligið um tey 200, var í 1908 vaksið upp í 700.

Hetta hevði m.a. við sær, at Klaksvíkin gjørdist sjálvstøðug kommuna í 1908, og í 1911 fekk bygdin, sum í fyrisitingini hevði verið nevnd Vágur, navnið Klaksvík. Høvuðsuppgávan hjá Klaksvíkar Kommunu, sum í 1972 fekk býarheiti, gjørdist at skapa hóskandi karmar um tað vaksandi virksemið í bygdini.

Býráðsformenn í Klaksvíkar kommunu rætta

Býráðsformenn í Klaksvíkar kommunu

Virðislønir rætta

Klaksvíkar kommuna setti á stovn Listavirðisløn Nólsoyar Páls í 2013.

Slóðir rætta

Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu


  Kommunur í Føroyum  
Eiðis | Eystur | Fámjins | Fuglafjarðar | Fugloyar | Hovs | Húsa | Húsavíkar | Hvalbiar | Hvannasunds | Klaksvíkar | Kunoyar | Kvívíkar | Nes | Porkeris | Runavíkar | Sands | Sjóvar | Skálavíkar | Skopunar | Skúvoyar | Sumbiar | Sunda | Sørvágs | Tórshavnar | Tvøroyrar | Vága | Vágs | Vestmanna | Viðareiðis