Eiðis kommuna

Eiðis kommuna, kommuna norðast á vestursíðuni á Eysturoynni í Føroyum. Eiðis kommuna umfatar tríggjar bygdir: Eiði, Ljósá og Svínáir. Ljósá og Svínáir eru smáar bygdir, meðan Eiði er stór bygd.

Eiðis kommuna
Búmerki
Eiðis kommuna á Føroyakortinum.
Borgarstjóri Jógvan í Skorini
Vídd 37 km2
Íbúgvar 778 (2021)
Heimasíða www.eidi.fo


Bygdirnar Eiði, Ljósá, Svínáir, Norðskáli og Oyri valdu í 1894 at fara úr felagskommuni í Eysturoynni og stovna Ejdes Sogns Kommune. Fyrsti fundur í nýggju kommununi var 1. oktober 1894. Í 1943 ynsktu bygdirnar Svínáir, Norðskáli og Oyri at fara úr Eiðis kommunu og gerast sjálvstøðug kommuna. Hetta førdi til, at Norðskáli og Oyri gjørdust sjálvstøðug kommuna í 1944, meðan Svínáir varð verandi partur av Eiðis kommunu.

Í kommununi búgva 778 fólk pr.(nov. 2021 - nov. 2022: 807).

Syslur of the Faroe Islands.png Henda greinin um Føroyar er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana



Verdur Kommunur í Føroyum Kommunum í Føroyum
Eiðis | Eystur | Fámjins | Fuglafjarðar | Fugloyar | Hovs | Húsa | Húsavíkar | Hvalbiar | Hvannasunds | Klaksvíkar | Kunoyar | Kvívíkar | Nes | Porkeris | Runavíkar | Sands | Sjóvar | Skálavíkar | Skopunar | Skúvoyar | Sumbiar | Sunda | Sørvágs | Tórshavnar | Tvøroyrar | Vága | Vágs | Vestmanna | Viðareiðis