Oyri er ein bygd í Eysturoy. Bygdin man hoyra millum tær elstu í landinum. Hetta sæst á tveimum viðurskiftum: Hagin fevnir langt út um bygdina, bæði norður- og suðureftir, og jørðin hevur verið savnað á fáum hondum, á einum garði - seinni tveimum, soleiðis sum vit plaga at skilja við eina bónda- og landnámsbygd. Flestøll munnu kenna søguna um Orm bónda og Oyrabónda. Sjálvt um tað eisini er ein spennandi søga, so hevur hon óivað eina veruliga kjarnu. Givið er, at Oyri við sínum garði hevur havt ein bónda við ávirkan á tingi. Ein av teimum var Hans Jacobsen Debes, ið gjørdist Føroya løgmaður í árunum frá 1755 - 69. Hann hevði frammanundan lisið løgfrøði í Danmark og skaraði í síni tíð á mangan hátt framúr. Hann hevði eitt nú hug til ganga nýggjar leiðir innan jarðarbrúk og fiskiskap. Men sum so ofta í slíkum førum var undirtøkan ikki stór, tí tíðin mundi ikki vera búgvin til stórvegis broytingar.

Oyri
Øre (danskt)
Bygd
Oyri
Oyri
Land  Føroyar
Sýsla Eysturoya sýsla
Oyggj Eysturoy
Kommuna Sunda kommuna
Íbúgvar 144 (2015)[1]
Postnummur FO-450
Markatal 12-00-00

Ikki fyrr enn inn í 19. øld gerast broytingarnar í bygdini sjónskar. Hóast uppskot hevði verið frammi í 1780'unum um at leggja eitt sindur av haganum inn til gerði og velta í nýggjum plássum millum bygdirnar, var hetta av ongum. Bøndurnir, ið mannaðu løgtingið tá, vildu ikki missa haga, ei heldur húskallar og arbeiðskonur, um tey fóru at fáa fótin undir egið borð. Tað man tí serliga vera embætismonnunum fyri at takka, at hesin nýggi møguleikin varð settur verk - at velta upp úr nýggjum og kunna breyðføða eitt húski við tí. Ikki bert bygdafólkið tók við hesum tilboði - vit síggja eina umfatandi flyting millum oyggjarnar fara í gongd. Fólk savnast har, sum jørð var til taks - akkurát sum fiskivinnubygdirnar fara at draga til sín seinni, tá ið skipsfiskiskapurin tekur seg upp.

Við fiskivinnni fekk Oyri nýtt vinnuligt grundarlag. Nevnast kunnu Garnavirkið, sum læt reiðskap til mong skipini í føroyska flotanum gjøgnum árini, og O.C. Joensen, ið fyrst rak handils- og útgerðarvirksemi og seinni hevur gingið nýggjar leiðir innan skeljaveiðu og –virking, við stórum og framkomnum rækjuvirki og tilvirking av úrdráttum av øðrum skeljadjórum.

Á Oyri hevur fólkatalið seinnu árini ligið um tey hálvtannaðhundrað.

Keldur rætta

  1. Hagstova.fo

Ávísing úteftir rætta

 
Havn


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið