Hvalbiar kommuna er ein kommuna í Føroyum á Suðuroynni. Hvalbiar kommuna fevnir um bygdirnar Sandvík (97 íbúgvar, 2010) og Hvalba (626 íbúgvar, 2010), norðast á Suðuroynni. Borgarstjóri í Hvalbiar kommunu er Janus Thomsen. Í Hvalbiar kommunu eru 7 bygdarráðslimir. Hvalba hevur kommunuskrivstovu á Bíarvegi 2 í Hvalba. Ein skrivari er í starvi hjá Hvalbiar kommunu.
Bygdarráðið 2017 - 2020
rætta
- Janus Thomsen, borgarstjóri og formaður í Fíggjarnevndini, Hvalba
- Trúgvi Gudmundarson, varaborgarstjóri, og formaður í Vega- og havnanevndini, Hvalba
- Eir J. Norðberg, forkvinna í Trivnaðarnevndini Hvalba
- Niels Olaf Eyvindsson, formaður í Teknisku Nevnd, Sandvík
- Niels Jacob Thomsen, Hvalba
- Gunnhild Mortensen, Hvalba
- Magni Bertholdsen, Hvalba [1]
Ávísingar úteftir
rætta