Svínáir
Svínáir er sunnasta bygdin í Eiðis kommunu, og liggur út ímóti Sundunum, yvirav Langasandi og fyrrverandi hvalastøðini á Gjánoyri. Bygdin er frá síðst í 1820'unum, tey fyrstu fólkini vóru úr Kvívík og av Eiði (1840[2]), og [3]var grundløgd sum niðursetubygd. Syðri parturin er tann gamli parturin av bygdini, meðan tann á Svínánesi er tann nýggi, frá síðst í 1980'unum. Markið suðureftir móti Norðskála gongur við Markná. Sunnanfyri bygdina heldur Sunda Byrsufelag til. Fólkatalið er, sambært Hagstovu Føroya, 44 í november 2021.[1] Uppi yvir Svínáum liggja fjøllini "Svartbakstindur" 803 m, "Skerðingur" 691 m og "Miðalfelli" 654 m.
Svínáir | |
Svinåer (danskt) | |
Bygd | |
Syðri parturin av bygdini Svínáum.
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Eysturoya sýsla |
Oyggj | Eysturoy |
Kommuna | Eiðis kommuna |
Íbúgvar | 44 (2021)[1] |
Postnummur | FO-466 |
|
Kelda
rætta- ↑ 1.0 1.1 Hagstova.fo
- ↑ Hagstova Føroya. "Søguliga gongdin í fólkatalinum frá miðøld til nútíð". https://omega.hagstova.fo/fo/tidindi/2015/01/soguliga-gongdin-i-folkatalinum-fra-midold-til-nutid.
- ↑ [Við Tórði á túri "https://www.kvf.fo/tordur-a-turi?sid=15691&page=9"]. Við Tórði á túri.