Eiði
Eiði (danskt: Ejde) er ein bygd norðast á vestursíðuni á Eysturoy. Eiðis kommuna fevnir um bygdirnar Eiði, Ljósá og Svínáir. Í kommununi búgva 774 fólk (nov. 2021). Av hesum búgva 697 fólk á Eiði (nov. 2021).
Eiði | |
Ejde (danskt) | |
Bygd | |
Eiði
| |
Land | ![]() |
---|---|
Sýsla | Eysturoya sýsla |
Oyggj | Eysturoy |
Kommuna | Eiðis kommuna |
Íbúgvar | 697 (november 2021)[1] |
Postnummur | FO-470 |
Markatal | 48-00-00 mk.gl.sk. |
SøgaEdit
Útgrevstur á Eiði hevur víst, at Eiði hevur verið bygd longu í víkingatíð.
SkúliEdit
Á Eiði hava síðan skúlalógin kom í gildi í 1872 verið 4 skúlar: Fyrst "Úti í Skúla" (niðurtikin), síðan "Eysturi í Skúla", sum nú er frítíðarhús, beint eystanfyri gamla kirkjugarð, síðani "Gamli skúli" (niðurtikin), ið var beint vestanfyri gamla kirkjugarð, og nú skúlin uppi í Koll, sum varð vígdur 30. oktober 1965. Í skúlanum á Eiði ganga uml. 72 børn.
MentanEdit
Í bygdini er kirkja (1881), prestagarður, samkomuhúsini Mizpa (salur hjá brøðrasamkomuni) og Karmel (missiónshús), eitt bygdasavn, fótbóltsvøllur við tilhoyrandi ítróttarhúsi (Hólmahúsið´), ið eisini inniheldur venjingarhøli og veitsluhøli. Við skúlan er mentanarhøll til um 100 fólk. Kampingpláss er á gamla fótbóltsvøllinum á Mølini.
ÍtrótturEdit
Eiði hevur eisini ítróttarfelag, Eiðis Bóltfelag (EB), stovnað 23. februar í 1913. Í 2002-2003 var nýggj ítróttarhøll bygd í sambandi við skúlan og tikin í nýtslu í 2003.
VinnaEdit
Í bygdini er matvøruhandil, eitt fiskiídnaðarvirki og tvey onnur minni ídnaðarvirki umframt fleiri tænastuvirki. Til bygdina hoyra 5 størri fiskifør og fleiri smærri útróðrabátar. Flestu íbúgvarnir í Eiðis kommunu hava síðan flakavirkið varð bygt í 1964 arbeitt í fiskivinnuni, antin umborð á fiskiførunum, ella á fiskavirkinum, sum er á havnaøkinum í bygdini. Við bøttu samferðslumøguleikunum er hetta broytt seinnu árini, so stórur partur av fólkinum nú (2021) arbeiðir í ymsum vinnum í øðrum bygdum og í Havn. Meginparturin av jørðini er ogn, ið fyri tað mesta er nokkso smábýtt, so landbúnaðurin er fyrst og fremst seyðahald til húsbrúks. Einstakir størri eigarar reka vinnuligan landbúna.
Á Eiði vóru 1. des. 2017 216 húski sambært yvirlitinum hjá Posta.
Kend listafólk av Eiði eru Niels Kruse (1871 - 1953), Óli Egilstrøð (1916-1999) og Sigrun Gunnarsdóttir (f. 1950).