Brøðrasamkoman
Brøðrasamkoman er vanligt heiti á kristnari leikmanna vekingarrørslu í Føroyum. Brøðrasamkoman er í dag tann størsta kristna samkoman uttanfyri fólkakirkjuna við samkomuhúsum í flestu størru bygdum, td. Ebenezer í Havn, Betesda í Klaksvík, Berøa í Saltangará, Hebron á Argjum og Bethel í Vági. Íalt hevur samkoman eini 30 samkomuhús í størri og smærri bygdum um alt landið, tey flestu við bíbilskum navni, umframt at onkur samkoma heldur til í leigaðum hølum, td. samkoman Lívdin í Hoyvík. Brøðrasamkoman hevur ongan skrásettan limaskap, men fevnir helst um eini 12% av fólkatalinum í Føroyum, í støðum upp til 40%. Hvør bygdasamkoma er sjálvstøðug, og rørslan er ikki skipað í landsnevnd ella líknandi. Ongin er formliga settur í starv í samkomuni. Rørslan hevur ongan prest at leiða samkomufundirnar ella at prædika.
Átrúnaður | |
Jødadómur - Islam | |
Kristindómur
Hendan grein er ein partur av røðini Kristindómur | |
Skriftir | |
Bíblian · GT · NT | |
Greinir um trúgv | |
Tríeinigheitin | |
Merkisdagar | |
Kirkjuárið | |
Lívsringur | |
Bønir | |
Kirkjulív | |
Gerandislív | |
Nýggja testamentið | |
Miðøld | |
Trúbótin | |
Jan Hus · Martin Luther | |
Fólkakirkju leiðir | |
Leiðir | |
Læra
rættaBrøðrasamkoman hevur ikki nakra trúarjáttan, men læran er í samsvari við apostólsku trúarjáttanina. Brøðrasamkoman uppfatar menniskjað sum syndugt, og tí má tann einstaki “venda um” og “verða frelstur”. Dópurin er fyrst og fremst ein játtan og ein vitnisburður eftir at ein er frelstur. Í mun til aðrar vekingarrørslur leggur brøðrasamkoman dent á, at frelsan er “ævig”, tað vil siga, at hon kann ikki missast aftur. Rørslan leggur dent á ikki at taka sær onnur heiti enn tey, sum verða nýtt í Nýggja Testamenti um tey kristnu, og haðani kemur heitið brøður ella brøðrasamkoman. Tey, ið hoyra til rørsluna verða á manna munni ofta eisini nevnd baptistar, og sipar hetta til dópsfatanina, at rørslan bert doypir fólk, sum sjálvi kunnu játta sína trúgv og svara fyri sín dóp. Dópur fer tí vanliga fram frá uml. 10 - 12 ára aldri og uppeftir. Dópur í brøðrasamkomuni fer altíð fram við, at tann doypti verður koyrdur heilt undir í vatni; brøðrasamkoman viðurkennir ikki pinkubarnadóp.
Søga
rættaBrøðrasamkoman er ein grein av eini rørslu, sum byrjaði í Dublin í Írlandi umleið 1825. Fyrsta stóra samkoman var tó í Plymouth í suður Onglandi, og haðani hevur rørslan fingið heitið Plymouth Brethren. Rørslan fór tíðliga í tveir høvuðspartar, kallaðir opnir brøður (open brethren), og lokaðir brøður (exclusive brethren). Samkoman breiddi seg um miðja 19. øld um Bretland, og í 1865 bar skotski trúboðarin William Gibson Sloan (f. 1838) opnu greinina av rørsluni úr Hetlandi til Føroya. Í 1879 búsettist William Sloan í Havn – Sloans hús við Tinghúsvegin ber navn eftir hann – og í 1879 var fyrsta samkomuhúsið hjá Brøðrasamkomuni bygt við Tinghúsvegin í Havn, á leið har Havnar Bio er nú. Árið eftir vóru tey fyrstu doypt. Fyrst í 1890-unum var eisini ein lítil samkoma í Miðvági. Síðani kom stígur í, men eftir aldamótið vendi gongdin. Umleið 1906 byrjaðu samkomur á Viðareiði, í Skálavík og í Hvalba, og árini eftir byrjaðu samkomur í fleiri bygdum, td. Porkeri, Vági, Tvøroyri, Sørvági, Gásadali og í Hesti. Tað er hesi árini, at brøðrasamkoman festir seg í Føroyum. Næsta stigið í gongdini er í tveimum: 2 ungir trúboðarar byrja fulltíðar trúboðaratænastu í Føroyum umleið 1915 - 1917: Victor Danielsen úr Søldarfirði og Andrew Sloan úr Havn, sonur William Sloan. Teir ferðast dúgliga bygd úr bygd og halda møti, og hetta gjørdist teirra lívsstarv. Hin tátturin er, at menn fara at halda møti um borð á sluppunum – ofta saman við monnum frá Heimamissiónini. Hesa tíðina upp til seinna kríggið byrja samkomur í fleiri bygdum, td. Klaksvík, Leirvík, Fuglafirði, Toftum, Eiði og Søldarfirði. Frá umleið 1950 tykist stóri vøksturin hjá rørsluni at minka nakað. Rørslan fylgir tó við broyttum bústaðarmynstri, og í 1960-unum byrjaði samkoman í Berøa í Saltangará, og umleið ár 2000 byrjaði samkoman Lívdin uppi í Hoyvík. Í 1973 byrjaði samkoman Kristnastova millum føroyingar í Keypmannahavn, og nøkur ár seinni byrjaði samkoman Malta í Hirtshals, fyrst serliga sum ein sjómansmissión. Í 1967 bygdi Brøðrasamkoman leguhúsið Zarepta í Vatnsoyrum. Har eru legur fyri ymsar aldursbólkar og áhugabólkar alt summarhálvárið umframt styttri legur flestu vikuskiftini á vetri eisini. Brøðrasamkoman hevur gingið á odda í at nýta føroyskt mál í samkomuhøpi. Serliga Victor Danielsen var undangongumaður og umsetti Bíbliuna til føroyskt, umframt at hann yrkti og umsetti einar 900 sálmar og 20 bøkur til føroyskt. Brøðrasamkoman er virkin í trúboðan. Einir 50 føroyingar eru um allan heim sum trúboðarar frá brøðrasamkomuni. Brøðrasamkoman hevur serliga seinnu árini eisini verið virkin í sosialum arbeiði, eitt nú við at savna inn klæði og annað at senda til Eysturevropa – tey seinastu árini serliga til Rumenia.
Samkomur
rætta- Betesta, í Klaksvík[1]
- Ebenezer, í Tórshavn[2]
- Lívdin, í Hoyvík[3]
- Siloa, Fuglafjørður[4]
- Hebron, á Argjum[5]
- Hebron, í Leirvík[6]
- Filadelfia, í Gøtu[7]
- Nazaret, í Kaldbak[8]
- Kedron, í Sørvági
- Gideon, í Vestmanna
- Zion, á Sandi
- Vitnið, í Hvalba
- Salem, á Tvøroyri
- Betania, í Porkeri
- Bethel, í Vági
- Betania, í Sumba
- Salurin, á Kirkju
- Smyrna, í Svínoy
- Saron, á Viðareiði
- Hermon, í Norðdepli
- Salurin, í Kunoy
- Malta, í Mikladali
- Mizpa, á Eiði
- Bet-Kar, við Ljósá
- Elim, í Søldarfirði
- Berøa, í Runavík
- Nebo, á Toftum
- Nerija, á Skála
- Zion, í Kollafirði
- Samkoman í Marknagil, Tórshavn
Tilfar
rætta- Lívdin, Hoyvík
- Ebenezer, Tórshavn
- Berghamar, Sigurð: - men Gud gav vøkst. Forlagið Afturljóð, Tórshavn 1992.
- Fossing, Henrik: Færøernes Kirkehistorie fra ca 1900 – 1946, Ritgerð við Århus Universitet 1975.
- Hansen, Gerhard: Eindarmentan føringa og vekingarrørslurnar, Emil Thomsen, Tórshavn 1987 (s. 171 – 202)
- Wolles, Óli: Brødremenigheden på Færøerne 1865 – 1930, Serritgerð við Århus Universitet 1993.
Keldur
rættaSlóðir
rætta- Yvirlit yvir samkomur hjá Brøðrasamkomuni: evr.fo[] Archived 2015-02-10 at the Wayback Machine