Victor Danielsen (28. mars 1894 í Søldarfirði - 2. februar 1961 í Fuglafirði) var ein føroyskur trúðboðari innan Brøðrasamkomuna og bíbliutíðari. Hann var útbúgvin lærari.

Jákup Dahl, Kristian Osvald Viderø og Victor Danielsen. Frímerki frá 2007.

Lívsleið rætta

Victor Danielsen gekk á læraraskúla í Havn 1911 - 1914, tá hann fekk prógv sum bestur av teimum 10, sum tá fingu prógv. Skúlatíðina í Havn hevði hann nakað av sambandi við heimamissiónina og serliga danska trúboðaran hjá heimamissiónini, Ryving-Jensen. Hesa tíðina upplivdi hann eina andaliga kollvelting, sum fullkomiliga broytti hansara lív. Eftir lokið prógv gjørdist hann lærari við skúlarnar í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba, men gavst sum lærari longu 6 - 7 mánaðir seinni og fór at virka sum trúboðari. Í 1916 breyt hann við kirkjuna, tá hann saman við øðrum varð doyptur á sjónum í Søldarfirði, og eftir tað gjørdist hann ein hin ídnasti trúboðarin hjá Brøðrasamkomuni. Í 1920 giftist hann Henrikku Malenu f. Olsen úr Søldarfirði. Í 1928 fluttu tey til Fuglafjarðar, fyrst í eina lítla íbúð í samkomuhúsinum Siloa, og í 1933 fluttu tey í egin hús við Gjógvará í Fuglafirði.

Victor Danielsen var sera virkin trúboðari, og umframt at vera virkin í samkomuni í Siloa í Fuglafirði ferðaðist hann víða um landið og prædikaði.

Bókmentaliga avrik Victors var fyrst og fremst bíbliutýðingin. Hitt Nýggja Testamentið kom út í 1937 í týðing Victors, og í 1949 kom øll Bíblian út í hansara týðing - nú við nýtýddum Nýggja Testamenti.

Victor umsetti umleið 870 sálmar, og sjálvur yrkti hann 27 sálmar. Umframt bíbliu og sálmabók skrivaði Victor Danielsen 2 skaldsøgur: Aðru ferð (1927) og Nei, lyftið sveik ikki (1947). Hann týddi úti við 20 bøkur. Allar bøkur hansara hava andaligt innihald og eru partur av trúboðanarvirki hansara. Gjøgnum bókmentaliga arbeiði sítt, serliga gjøgnum bíbliutýðingina og sálmabøkurnar, fekk Victor Danielsen stóra ávirkan á Brøðrasamkomuna í Føroyum og á føroyskt samkomu- og kirkjumál.

Tann 28. september 2008 varð standmynd av Victori Danielsen avdúkað í Fuglafirði. Tað er listamaðurin Hans Pauli Olsen, ið hevur gjørt standmyndina.

Bókmentalig avrik rætta

Í sálmabókunum, ið Victor Danielsen hevur latið úr hondum, hevur hann týtt ella yrkt meginpartin av sálmunum, men ikki allar.

Aðrar útgávur:

  • 1964 V. Danielsen: "Frelsari mín", savn við kristiligum greinum, ið Victor Danielsen skrivaði í 14. september seinasta árið áðrenn hann doyði
  • 1992 "Talur eftir Victor Danielsen" - bók við talum, sum eru tiknar upp á band frá 1949 til 1960.

Afturat hesum skrivaði hann fleiri smárit og greinar, og almanakkan "Ráðgevari mín" fór hann at geva út í 1937. Hann var komin í 25. árg., táið Victor doyði. "Ráðgevari mín" kemur framvegis út hvørt ár.

Keldur rætta

  • Victor Danielsen - 100 ára minnisrit (1994)
  • Árni Dahl: Bókmentasøga II; Forlagið Fannir (1981)
  • Zacharias Zachariassen: Bíblian á føroyskum í hálva øld; Forlagið Leirkerið, Gøtu (2000)

Ávísingar úteftir rætta