Fuglafjørður

Føroysk bygd

Fuglafjørður er ein býur og fjørður í Eysturoynni.

Fuglafjørður
Fuglefjord (danskt)
Bygd
Fuglafjørður
Fuglafjørður
Land  Føroyar
Sýsla Eysturoyar sýsla
Oyggj Eysturoy
Kommuna Fuglafjarðar kommuna
Íbúgvar 1.486 (2015)[1]
Postnummur FO-530
Markatal 32-01-00 mk.gl.sk.

Fuglafjørður liggur við fjørðin av sama navni, og hildið verður, at upprunin til navnið er antin kallkynsnavnorðið fuglur ella mansnavnið Fugli. Tað løgna er, at býurin eingi fuglabjørg eigur, men fyrr átti nógvur skrápur í Føroyum, og hann átti uppi á sløttum í urðum og líðum. Kanska hevur serliga nógvur skrápur og heiðafuglur átt í haganum uttan um Fuglafjørð. Er upprunin hinvegin eitt mansnavn, kann man hugsa sær, at Fugli var ein av niðursetumonnunum í bygdini.

Í fjøruni á syðra armi á Fuglafirði er ein kelda, sum eitur Varmakelda. Vatnið, ið rennur úr henni, er eini 10 stig heitari enn í øðrum keldum. Tað hevur verið siður, at ungdómurin í grannabygdunum hittist her á jóansøku til dans og hugnaliga samveru. Gjøgnum tíðirnar eru mong giftarmál komin burtur úr hesum. Tá bygdastevnan Varmakelda er, hevur eisini verið fast at hava fólkafund og dans á staðnum, men í 2007 varð í staðin fólkafundur hildin uttan fyri Mentanarhúsið í bygdini.

Í 1849 fluttu fólk úr Fuglafirði og settu seg niður á Hellunum, og í 1985 komu fyrstu húsini á Kambsdali, ið liggur 3 km sunnan fyri býin. Í dag búgva eini 200 fólk á Kambsdali.

Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna eiga og reka í felag Ítróttar- og Samkomuhøllina á Kambsdali.

Fuglafjørður er góð skipahavn, og tí er nógv virksemi har, ið hevur samband við fiskivinnuna, og mong skip hava havt heimstað á fjørðinum. Í 1964 var sildaverksmiðja sett á stovn, sum hevur ment seg nógv gjøgnum árini og er størsta arbeiðsplássið í býnum.

Føroyar eru fiskivinnutjóð og í hesari vinnu fært tú allar tænastur í Fuglafirði.

Fuglafjarðar Bókasavn heldur til í hugnaligu hølunum á gamla skúlanum frá 1882, mitt í bygdini.

Fyri fáum árum síðani var eitt mentanarhús bygt í býnum, sum verður nógv nýtt til konsertir og onnur tiltøk.

Landnám (800-1050)

rætta

Fuglafjørður er ein gomul bygd, og verður mett at stava frá áleið 950 - 1050, sum er mett útfrá fornfrøðiligum útgrevstri í árinum 1958. Í útgrevstrinum vóru funnin ein húsatoft við fjósi, og tá ið grivið var longur niður, komu fimm húsatoftir, sum vóru bygdar omaná hvørja aðra, har hvørt hús hevur verið avtofta eftir hvørt annað[2]. Í 1965 var eisini ein útgrevstur á Kirkjuryggi, sum týddi á búseting við umleið somu aldursmeting. Tað er í hesum báðum útgrevstrunum, at mett verður, at Fuglafjørður stavar frá víkingatíð.

Í samband við aðrar útgrevstrar, hevur man somuleiðis funnið fornar bústaðarleivdir á Kirkjuryggi, í Toftum, um Á og við Garð. Óvist er nær hesar toftir eru frá, men við Garð er gomul kirkja og kirkjugarður funnin. Summi vilja eisini vera við, at toftirnar á Kirkjuryggi eru kirkjutoftir, eins og søgnin sigur.

Miðøld (1050 - 1600)

rætta

Fuglafjørður er eisini nevndur í Hundabrævinum, sum er ein lóg frá áleið 1350-1400, har tað er staðfest, at Fuglafjørður hevði loyvi at hava tveir hundar, sum var galdandi fyri flestu bygdir tá. Eisini er Fuglafjørður nevndur í Brævið um Tingfaratoll (Skipan um Tingfaratoll), sum stavar frá áleið 1400. Burtursæð frá hesum báðum skjølunum, er onki skriva um Fuglafjørð fyrr enn eftir trúbótina í 1540[2].

Eins og aðrastaðni í Føroyum, hevur Fuglafjørður havt ónáðir av sjórænarum, sum rændu og drópu frá hond. Tá ið hetta stóð á, hildu Fuglfirðingar vakt á eingilskahúsi, og fjaldu seg uppi á Húsum, har ein húsaleivd enn stendur tann dag í dag.

Býlingar

rætta

Í 1781 vóru fýra kendir býlingar. Hesir vóru við Gjógvará, við Garð, í Toftum og á Áargarði. Miðskeiðis í 1800 talinum komu síðan býlingarnir í Trøðni, á Bakkanum og á Høvdanum. Í 1940unum komu býlingarnir Vestur á Horni, Í Rossagerði og í Fløtugerði. í 1960unum og 70unum komu býlingarnir á Bjarnafløtum, í Toftabønum og Norðuri í Bø[2]. Allir hesir býlingarnir vóru samanvaksnir, burtursæð frá Vesturi á Horn, sum fyrst í 2000 og inn í 2010ini eisini bleiv ein samanvaksin partur av restini, tá ið seinasti parturin av bønum niðanfyri býlingin bleiv útstykkjaður.

Aftrat hesum býlingum, eru eisini Hellurnar, sum er niðursetubygd frá 1849 og Kambsdalur, sum somuleiðis eisini er niðursetubygd frá 1985.

Handilslív

rætta

Handilin niðri í Støð byrjaði í 1887, tá ið Sámal Petur Petersen (Gamli Sámal Petur) av Miðgerði í Kollafirði kom til Fuglafjørð at reka handilin og fyritøkuna S. P. Petersen. Handilin var í tí húsinum, sum vit í dag kenna sum Piddasahandil. Í 1890unum hevði hann longu ognað sær fleiri fiskiskip og fiskastykkir, og í 1910 var virksemið økt somikið, at hann læt handilin útbyggja við einum goymslubygningi. Goymslubygningurin er tann parturin av Piddasahandli, sum vit kenna sum Ribarhús, og sum fekk eyknevnið eftir einum av skipunum hjá S. P. Petersen. Í 1920unum gekst fyritøkuni verri, og sum Gamli Sámal Petur hevði hug at gevast, tók elsti sonurin Piddi (Hann æt eisini Sámal Petur) yvir virksemið[3].

Gjaldoyra í Fuglafirði, S. P. Petersens Eftf

rætta

Í Fuglafirði, eins og í Klaksvík, hevur man havt sítt egna privata gjaldoyra um sama mundi, í árunum 1929 - 1933. Í Fuglafirði var talan um pengar, knýttir at S. P. Petersen, meðan pengarnir í Klaksvík hoyrdu til J. F. Kjølbro. Annað gjaldoyra hevur eisini verið frammanundan í 1846, sum vóru pengar frá C. F. Simens[4].

Í 1929 vóru pengar ein mangulvøra. Tað var ringt at fáa pengar frá bankunum og reiðarí bíðaðu ofta leingi eftir útlendskum pengum. Haraftrat var tað eisini soleiðis í 1929, at arbeiðstakarar ofta keyptu vøru frá arbeiðsgevarunum. Hetta elvdi til eina kredittskipan, har arbeiðstakarar kundu skriva uppá fyritøkuna, og soleiðis keypa, uttan at hava reiðan pening. Hendan skipanin virkaði soleiðis, at fyritøkan bókaði á einari konto, og arbeiðstakarin hevði eina kontrabók, soleiðis at bæði fyritøka og arbeiðari kundu bókføra keypini, til tá ið hesi skuldu gerast upp[5]. Hendan loysnin riggaði tó ikki so væl sum ætlað, tí stundum passaðu tølini ikki millum bókingarnar hjá fyritøkuni og bókingarnar hjá fólkinum, og tað var m.a. av hesi orsøk, at fyritøkan S.P. Petersen fór undir at framleiða privatar pengar, sum kundu brúkast sum valuta í fyritøkuni og harvið avloysa kredittskipanina[5].

Pengarnir hjá S. P. Petersen vóru úr messing og framleiddir í Spania av einari fyritøku, sum gjørdi myntir til spæliautomatir. Teir vóru blankir á aðrari síðuni, meðan tekstur var graveraður á hinari, og vóru myntirnir í ymiskum støddum og skapum. Hetta (graveringin) varð gjørt, fyri betri at kunna skyna mun á pengunum hjá gomlum og blindum og brúkarum annars.

Í 1933 vóru pengarnir burturbeindir av donskum myndugleikum, eftir kravi frá danska tjóðarbankanum.[6]

Mentan

rætta

Fuglafjørður er karmur um eitt ríkt mentanarlív. Søguliga hevur tað verið nógvur tónleikur í býnum, við kórtónleiki, hornorkestri, tónleikabólkum og nógvum tónaskaldum.

Í Piddasahandli er heimavirki, har fólk úr økinum lata inn handgjørda vøru, sum kann keypast í handlinum. Í sama bygningi er Gallarí Ribarhús, sum er ein listaskáli, har listaframsýningar stundum verða hildnar av bæði fólki úr bygdini og fólki aðrastaðni frá. Á Varmakeldu verður hvørt ár skipað fyri listaframsýning í skúlanum og í Gallarí Ribarhús.

Fuglafjarðar Kvøldskúli er virkin alt árið, og fevnir um áleið 50 ymisk kvøldskúlatilboð[7], sum borgarar kunnu melda seg til.

Bindifestivalurin er eitt afturvendandi tiltak, sum í høvuðsheitum fevnir um binding og annað handarbeiði. Á festivalinum eru fyrilestrar, pallborðsfundir, skipaðir gongutúrar, bindiverkstovur, hekliverkstovur, við meira[8]. Festivalurin er kendur uttanlands og dregur árliga eina rúgvu av ferðafólki til Fuglafjørð.

Eisini er nógvur ítróttur í býnum, ið fevnir um kappróður, flogbólt, fótbólt, svimjing, badminton, skótar, bridge, dart og billiard.

Andaliga lívið hevur góð kor, og fevnir um fólkakirkjuna, Thabor og Siloa. Umframt at hava vanligu møtini og guðstænasturnar, verður javnan skipað fyri útimøti í bygdini og útiguðstænastu í miðstaðarlundini, niðanfyri kirkjuna.

Í býnum eru fleiri listaverk, sum fevna um eina standmynd av Victor Danielsen, ein minnisvarða fyri sjólátin, sum stendur í kirkjugarðinum, eitt listaverk, sum kallast Portrið til heimin, sum fevnir um fimm standmyndir av Marmennilum o.ø. á grótkastinum sunnanfyri bátahylin og eitt listaverk av Frits Johannesen, sum prýðir niðaru síðu av Mentanarhúsinum, umframt fleiri smærri verk aðrastaðni á bygninginum. Í gamla svimjihylinum eru ymisk listaverk úr betongi, sum borgarar hava gjørt, og ein trappa er mála við ælabogalitum.

Fuglafjarðar Skúli

rætta

Fyrsti skúli í Fuglafirði var úti í Beiti við Garð, og kom eftir kommunulógina í 1872. Í 1882 var skúlin fluttur í gróthúsini á Bugnum, har ið bókasavn er í dag, og har kunningarstova eisini hevur verið í fleiri ár. Hesin skúlin hevði skúlastovu í øðrum endanum, og læraraíbúð í hinum endanum. í 1917 varð skúlin fluttur í Høgnahúsini, men var aftur fluttur í gróthúsini í 1923, tá ið læraraíbúðin eisini bleiv gjørd til skúlastovu.

Í 1936 varð nýggjur skúli bygdur á Skarðsryggi, og í 1966 varð hesin útbygdur við einum nýggjum tilbygningi, sum eisini hevði svimjihyl, serstovur og fimleikahøll. Síðan 1972 hevur eitt skúlasamstarv verið við Gøtu og Leirvíkar kommunu (nú Eysturkommunu), har næmingar frá 8.-10. flokk ganga á skúla í Fuglafirði[2].

Í 2005 varð nýggjur tilbygningur tikin í nýtslu, við nýggjari alis- og evnafrøðistovu, lívfrøðistovu, smíðstovu, smiðju og motorlærustovu, handarbeiðisstovu og bókasavni. Í 2019 varð skúlabygningurin frá 1936 niðurtikin, fyri at geva pláss fyri nýggjum skúla. Hesin skúlin hevur verið í gerð frá 2019 til 2020, og verður væntandi tikin í nýtslu í 2021.

Fuglafjarðar Skúli hýsir hvørt ár einum stórum kvøldskúla, við nógvum kvøldskúlatilboðum. Eisini heldur musikskúlin til í skúlanum.

Trúarlív

rætta

Fuglafjarðar Kirkja

rætta

Í Fuglafirði sigst at hava staðið 5 kirkjur. Tann elsta kirkjan hevur staðið á Kirkjuryggi, har húsatoftir, fjalar og beinagrindir eru funnar í samband við vegabygging norður á Ennið. Sambært søgnini skal kirkja hava staðið har, sum staðarnavnið eisini ber brá av. Søgnin sigur, at hendan kirkjan varð tikin av einum skriðulopi. Skrivligt tilfar finst ikki um kirkjuna, men søgnin er borin av mannamunni. Hóast hústoftir, brettir og beinagrindir undirbyggja søgnina[9], halda summi søgnina verða ósanna[10].

Seinna kirkjan er frá katólskari tíð, hevur staðið í Toftabønum, og kallaðist Jákups-kirkjan (uml. 1400)[9].

Triðja kirkjan hevur staðið við Garð, har sum tann gamli kirkjugarðurin í dag stendur. Vit vita ikki nær hendan kirkjan er bygd, men hon verður tó umrødd í donskum skriftum frá 1709, har hon er nágreiniliga lýst. Kirkjan varð niðurtikin í 1871, tá ið nýggj kirkja bleiv bygd[9].

Fjórða kirkjan (1871) stóð áleið á sama staði, sum kirkjan í dag stendur. Tá hon varð bygd, blivu fleiri lutir úr tí gomlu kirkjuni tiknir yvir í tí nýggju kirkjuna[9]. Kirkjan bleiv longd í 1945 við nýggjum torni, og longdum kirkjuskipi[10].

Fimta kirkja er tann kirkjan, sum vit kenna í dag. Hon varð tekna av danska arkitektinum Holger Jensen og vígd tann 10-06-1984 av Ejvind Vilhelm, varabiskupi. Arbeiðið við at fáa nýggja kirkju varð ført av sóknarpresti Torkil Beder við kirkjuráði. Arbeiði við at fáa kirkjuna bygda, elvdi til nógva ósemju millum borgararnar, har undirskriftsinnsavning varð fyriskipa, til at varðveita hina gomlu kirkjuna. Arkitekturin fekk fyrispurning um at gera eitt uppskot um at broyta kirkjuna, men eftir at hava verið í Føroyum og hugt at kirkjuni, beyð hann sær frá arbeiðinum, tí hann ikki metti, at kirkjan kundi byggjast út á ein haldgóðan hátt, og vildi tískil ikki leggja navn til[10]. Hann bleiv tí biðin um at gera uppskot til nýggja kirkju, sum kom longu sama árið.

Fuglafjarðar Prestagjald varð stovnsett í 1928, og fevndi um bygdirnar Fuglafjørð, Leirvík, Gøturnar, Hellurnar, Oyndarfjørð, Elduvík, Funningsfjørð, Funning og Gjógv. Áðrenn prestagjaldið varð stovnsett, var Fuglafjørður partur av einum felags prestagjaldi fyri alla Eysturoynna, sum hevði sæti á Nesi. Prestagarðurin er bygdur á Mørkini í 1932[2].

Thabor

rætta

Thabor er missiónshúsið í Fuglafirði hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum. Navnið er bíbliskt staðarnavn, og kemur frá einum fjalli góðar 20 km frá Galilea.

Heimamissiónin hevur havt samkomuhús í Fuglafirði síðan 1924, tá ið samkomuhúsið Thabor bleiv bygt.

Í tíðini, tá ið Fuglafjarðar Kirkja bleiv bygd, var kirkjulig guðstænasta hildin í Thabor.

Siloa er møtissalurin hjá Brøðrasamkomuni í Fuglafirði. Navnið er bíbilskt staðarnavn, og kemur av einari keldu í Jerúsalem.

Brøðrasamkoman fekk síni fyrstu samkomuhús í Fuglafirði í 1924, tá ið gamla Siloa bleiv bygt[11]. Samkomuhúsið bleiv bygt av hjúnunum Oluffu og Peturi Bærendsen, og vóru í fyrstanini partvís sethús og partvís møtisalur[11].

Sagnir

rætta

Dánjalsmiðið

rætta

Dánial úr Fuglafirði hevði framt lógarbrot, og var dømdur til deyða. Hann flýddi úr Føroyum og ætlaði sær til Íslands. Hann róði avstað við trimum dreingjum og teir høvdu snøri við. Norðanfyri Kalsoynna síggja teir ein bak sita á sjónum, og Dánial biður dreingirnar seta snøri har. Teir fingu fullan bát av fiski, og róðu aftur á land við fiskinum. Hungursneyð var í Føroyum tá, og stóri fongurin hoyrdist um landið, og hoyrdist eisini av embætismonnunum í Havn. Teir vildu hava Dánial at fortelja hvar hann hevði fingið allan fiskin, og hann setti sum treyt, at hann skuldi blíva fríkendur - annars segði hann teimum tað ikki. Tá lovaði løgmaður honum grið í Føroyum, og Dánial vísti teimum miðið. Fiskurin á miðinum var so nógvur, at hungursneyðin endaði á landi. Miðið hevur síðan verið kallað Dánjalsmiðið[12].

Gullbrandshellið

rætta

Sagt er frá jarðarstríði millum oyndfjarðarbóndan Oyndra, og Gullbrand, sum var bóndi í Fuglafirði. Ein dagin vóru báðir og róku seyð. Tá sær oyndfjarðarbóndin Gullbrand binda nakrar av sínum seyðum úr, sum vóru farnir um  mark. Bóndin hevnir seg, stingur Gullbrand í hel við stavinum og leggur líkið hjá úrbundna seyðinum á rættargarðinum. Seinni biður oyndfjarðarbóndin synir sínar fara eftir úrbundna seyðinum og lata frammorreyða veðrin liggja eftir. Gullbrandur var í morreyðum koti. Synirnir bóru líkið niðan í Gullbrandshellið og haðani niðan undir Skarðið, har teir jarðaðu tað við eina hellu, sum verður rópt Gullbrandsleiðið[13][14]. Bótin fyri dráp Gullbrands var hagaparturin hjá Oyndra í Skarðshaga, sum gongur til Laksá, har hagamarkið enn er tann dag í dag[12].

Hulduheyggjar

rætta

Omanfrá Skarðinum, móti Hellunum, vestanfyri varðagøtuna, eru hulduheyggjarnir. Í gomlum døgum, tá ið fólk skóru torv í økinum, ansaðu tey væl eftir at verða á góðum føti við huldufólkið, sum búi í heyggjunum. Sagt er frá jarðarmóðir úr Dalbøi, sum hjálpti einari huldukvinnu, sum var komin í barnsburðarneyð. Sagt er, at hon varð heintað av einum huldumanni, sum bant henni fyri eyguni, og førdi hana niðanum Skarið og inn í hulduheyggin til huldukonuna[15]. Huldufólkið lønaðu henni væl fyri gerningin[16][17], og hildið var, at ríkidømi á Dalbøi skuldi stava frá huldufólkunum[15].

Malunarhav

rætta

Malunarhav er ein steinur, sum liggur í bønum á veg niðan á Skarð. Søgnin sigur frá um neytakonuna Maluna, sum var við barn, og sum hinar neytakonurnar flentu at, tí hon ikki kláraði at fylgja við teimum. Tá lyfti Malan havið, sum vigar 176 kg[13].

Markið millum Fuglafjørð og Norðragøtu

rætta

Einaferð var stríð millum Fuglafjørð og Norðragøtu, um hvar hagamarkið millum bygdirnar var. Gøtuskurar søgdu at markið gekk við Innaru Markrá, meðan Fuglfirðingar søgdu tað verða Uttaru Markrá. Ein dagin, meðan stríðið stóð á, kom ein reki at liggja við markið og hetta gjørdi stríðið enn heitari. Lóggávuvaldið kom nú uppí, og avgjørdi, at Uttara Marká skuldi hoyra til Fuglafjørð, og at rekin skuldi kloyvast, so at hvør bygd fekk hvør sína helvt[18].

Tær horvnu genturnar

rætta

Í seinni helvt av 1800 fóru tvær gentur avstað úr Leirvík til Eiðis at verða í tvær vikur. Tann yngra, Henrietta, var úr Leirvík og tann eldra, Marsanna, var av Eiði, men tænti í Leirvík, har hon eisini var trúlovað. Á ferðini hevði Marsanna eina vakra og prýdda eskju, har hon hevði hespur og annað í, sum hon skuldi brúka til at gera sær klæðir úr, meðan hon var á Eiði. Tær fóru eftir leirvíkslíð, á síðuni har gamli Leirvíksvegurin gongur, og skuldu ganga leiðina gjøgnum Fuglafjørð, Oyndarfjørð, Elduvík og síðani sigla yvir til Funnings, har tær síðan skuldu ganga um Eiðisskarð.

Tvær vikur gingu, og nú var grind í Sundunum, og fólk fór í grind úr bæði Leirvík og av Eiði. Tá spurdu Leirvíkingar eftir gentunum, og nær tær fóru at koma aftur, men Eiðisfólk vóru bilsin, tí at genturnar vóru ongantíð framkomnar.

Í øllum norðara parti av Eysturoynni fóru fólk at leita, men genturnar vóru ikki at finna. Tó funnu Leirvíkingar hespur og annað á Varmakeldu, sum Marsanna hevði havt við sær á ferðini. Seinni fann ein útróðrarbátur lokið av eskjuni norðuri á Funningsfirði.

Genturnar vóru ongantíð funnar aftur, men hildið var, at Hetlendingar møguliga kundu havt tikið tær, tí at sama morgun sum tær fóru, lógu tvey hetlendsk skip á Fuglafirði, har bátur var sæddur úr Fuglafirði rógva í land við Varmakeldu. Á helluni lá eisini bátshaki, sum bendi á, at teir høvdu verið á landi[19].

Gitingar hava tí verið um, at Hetlendingar tóku genturnar, meðan aðrar gitingar hava verið, at genturnar eru dotnar og farnar á sjógv.

Trøllasteinur

rætta

Trøllasteinur var ein steinur, sum stóð við endan Bøvegi, millum húsini hjá Ellindi Abrahamsen og Johan Elendersen. Søgnin sigur, at einaferð kom eitt trøll inn í bóndahúsini í Toftum, sum var so stórt, at høvdið takk uppundir tróðrið í roykstovuni. Trøllið bað fólkið í húsunum fara úr húsunum, tí at okkurt fór at henda. Fólkið so gjørdi, og fór aftaná trøllinum, sum hvarv inn í Trøllastein. Eftir hetta leyp Skarðsá, sum tók bóndahúsini við sær[15]. Síðan hesa hendingina, er fólk flutt úr Toftum, til Garðs, og síðan í Toftir aftur. Eftir at tey eru farin at búsetast aftur í Toftum, hevur Skarðsá lopið fleiri ferðir, sum hevur verið til nógvan materiellan skaða.

Varmakelda

rætta

Varmakelda sigst at hava lekjandi megi, sum hevur verið vælkent aftur til katólska tíð. Náttina 3. - 4. juli er megin sterkast. Siður hevur verið at vitja kelduna hesa náttina, drekka úr henni og at bera vatn við heim til fólk, sum liggja sjúk[20].

Vitjanarverd støð

rætta

Kendir fuglfirðingar

rætta

Vinnuvirksemi

rætta

Vinabýir

rætta

Myndir

rætta

Keldur

rætta
  1. Hagstova.fo
  2. 2.0 2.1 2.2 2.3 2.4 Brot úr Fuglafjarðar Søgu (1989), Fuglafjarðar Bygdaráð.
  3. "Søgan um húsið og bygningin". Ribarhús. https://ribarhus.fo/soegan-um-husid-og-bygningin/. 
  4. Sømod, Jørgen. "Poletter & Pengetegn i Danmark siden stenalderen og indtil omkring 1960, 1. del, Tegn indtil 1875". Danskemønt.dk. https://www.danskmoent.dk/soemod/po/po5.htm#island. Heintað 28-09-2020. 
  5. 5.0 5.1 Petersen, Petur Martin (1999). "Lidt om S. P. Petersens Eftf.’s private mønter". danskmønt.dk. https://www.danskmoent.dk/artikler/privfugl.htm. Heintað 28-09-2020. 
  6. "S.P. Petersen". https://www.danskmoent.dk/sps.htm. Heintað 28-09-2020. 
  7. "Kvøldskúli". Fuglafjarðar Kommuna. https://fuglafjordur.fo/borgari/fritid/kvoeldskuli/. Heintað 03.04.2020. 
  8. "Bindifestival". https://bindifestival.com. Heintað 03.04.2020. 
  9. 9.0 9.1 9.2 9.3 Poulsen, Kristin R et al. (02-12-1971). "Fuglafjarðar kirkja 100 ár". Fjarbúgvin. Retrieved 25-05-2020.  Check date values in: |date=, |accessdate= (help)
  10. 10.0 10.1 10.2 Beder, Torkil. "Nýggj kirkja vígd". https://www.fuglafjordur.com/fuglafjordur/fuglafjardar-kirkja/nyggja-kirkja-vigd/. Heintað 25-05-2020. 
  11. 11.0 11.1 á Lakjuni, Jógvan (2018). "Samkoman í Fuglafirði - søguligur samandráttur". Siloa. https://www.siloa.fo/um-samkomuna/samkoman-i-siloa-i-fuglafirdi-soguligur-samandrattur/. Heintað 03-02-2021. 
  12. 12.0 12.1 "Søga". Fuglafjordur.com. https://www.fuglafjordur.com/fuglafjordur/soga/. Heintað 28-09-2020. 
  13. 13.0 13.1 "Fuglafjørður - Hellur". https://www.fuglafjordur.com/kunning/gonguturar/fuglafjordur-hellur/. Heintað 25-05-2020. 
  14. "Søgn: Oyndfjarðarbóndin og Fuglfjarðarbóndin". Snar.fo. https://snar.fo/skipan/nettilfar/fileobjects/soegn-oyndfjardarbondin-og-fuglfjardarbondin/. Heintað 25-05-2020. [deyð leinkja]
  15. 15.0 15.1 15.2 Klein, Alfred. Staðarnøvn í Fuglafjarðar Søkn. Fuglafjarðar Kommuna.
  16. "Færøske Sagn og Fortællinger". http://www.herdalur.dk/4306_001.pdf. Heintað 22-09-2020. 
  17. "Fuglafjørður Hellurnar". Visit Faroe Islands. 20-09-2015. https://issuu.com/visitfaroeislands/docs/vfi_hiking_dk_hq.compressed/15. Heintað 22-09-2020. 
  18. Weihe, A.. "Markið millum Fuglafjørð og Norðagøtu". Tjóðminnir. https://heimabeiti.fo/208. Heintað 22-09-2020. 
  19. Weihe, Andreas (1933). "Tær horvnu". Snar. https://gamli.snar.fo/sagnir/leirvik/taer-horvnu/. Heintað 29-09-2020. 
  20. "Søga". https://www.fuglafjordur.com/fuglafjordur/soga/. Heintað 25-05-2020. 

Slóðir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið