Kambsdalur er ein bygd[1] í Eysturoynni, og hoyrir til Fuglafjarðar Kommunu[1].

Kambsdalur (á Ytra Dali)
Bygd
Land  Føroyar
Sýsla Eysturoya sýsla
Oyggj Eysturoy
Kommuna Fuglafjarðar kommuna
Íbúgvar 170 (2005)
Postnummur FO-530
Markatal -
Krógv og steinur í forgrundini. Bygdin í bakgrundini
Mynd av Kambsdali, áðrenn fyrstu búsetingina. Myndin er tikin av Innara nevi, eitt stað millum 1964 - 1985.

Kambsdalur liggur í Ytradali, við Fuglafjørð (fjørðin) og er niðursetubygd úr Fuglafirði (býnum). Í 1985 varð so fyrsta niðursetingin á Kambsdali veruleiki[2], og hetta ger Kambsdal til yngstu bygd í Føroyum.

Kambsdalur hevur eina rúgvu av vinnuligum virksemi, við stórum fyritøkum og nógvum arbeiðsplássum, eftir føroyskum mátistokki. Eisini er barnagarður, fríðtíðarskúli og miðnámsskúli í bygdini. Nógvu arbeiðsplássini og nógvu miðnámsskúlanæmingarnir gera, at fólkið í bygdini er fleirfalda um morgunin, enn um kvøldið.

Í gomlum døgum hevur fólk úr Fuglafirði havt nógv virksemi á Kambsdali. Her hava tey skorið torv, gingið til neyta og havt seyðahald. Tí síggjast nógvar kráir í dalinum, har onkur av hesum er friða av Føroya Fornminnissavni.

Kambsdalur var í mong ár best kendur fyri Skótahúsið Kambur, sum virkaði sum leguhús hjá skótaliðum kring landið[3], har millum annað landspatrulukappingin stundum varð hildin[4]. Seinnii varð skótahúsið regluliga leigað út, og virkaði sostatt sum eitt slag av vallaraheimi. Tann 1. juli 2008, tók skótavirksemið í húsinum ein enda, tá ið Fuglafjarðar Kommuna keypti skótahúsið frá KFUM skótunum í Føroyum, til at húsa tí kommunala fríðtíðarskúlatilboðnum í kommununi[5].

Áðrenn fólk búsettust á Kambsdali, var eitt skótahús, eitt snikkaravirki og ein ítróttarhøll í dalinum. Skótahúsið er elsta hús í bygdini, og er bygt í 1964. Snikkaravirkið er frá 1974, og er sostætt næst elsti bygningur á dalinum[6]. Ítróttarhøllin er er bygd í 1982, í kommunalum samstarvi millum táverandi Leirvíkar-, Gøtu- og Fuglafjarðar Kommunu[6].

Í 1981 keypti Fuglafjarðar kommuna byggilendi frá Gjógvaráhaga á 310.000 fermetrar, og kostaði tað 3,56 milliónir, sum skuldi gjaldast yvir 10 ár[7].

Í jólaódnini tann 21. desembur í 1988 varð Kambsdalur hart raktur av stormskaðum. Tá ið ódnin rakti, stóðu fleiri hús í bygdini í gerð, og fórust illa. Vísast kann til heimildarfilm hjá Kringvarp Føroya, har partur av skaðunum innganga sum innsløg[8].

Í 2016 herjaði aftur ein ódn, sum rakti fleiri bygdir í landinum meint, og sum hevði við sær metnógvar skaðafráboðanir kring landið[9]. Her vóru fleiri av teimum stóru skaðunum á Kambsdali, har tað mest minnisverda mundi verið stóri lagurbygningurin hjá KJ Hydraulik, sum bleiv blástur burtur í ódnini[10].

Miðnámsskúli

rætta

Í januar 1990, læt Føroya Handilsskúli deild upp á Kambsdali, og nøkur ár seinni flutti Studenta- og HF-skeiðið í Eysturoy inn í nýggj høli, sum vóru bygd upp í Handilsskúlan[11]. Eftir at miðnámsskúlaskipanin er umløgd til eina breytaskipan, er Studentaskúlin, Handilsskúlin og HF blivin ein eind, sum kallast Miðnám á Kambsdali. Miðnámsskúlin bjóðar í dag út seks ymiskar breytir. Hesar eru Búskaparbreyt, Fyrireikingarbreyt, Náttúrubreyt, Hugbreyt, FHS yrkisnám og Serbreyt[12]. Í 2020 gingu áleið 500 næmingar á skúlanum[13].

Síðan 2019 hevur miðnámsskúlin verið við í einum samstarvi við Gribskov Gymnasium í Danmark, Verzulnarskóla Íslands í Reykjavík og GUX í Sisimiut í Grønlandi. Verkætlanin er ein 5 ára royndarverkætlan[14], sum snýr seg um ein norðurlendskan studentaskúlaflokk, sum hýsir næmingum frá øllum fýra londunum, sum taka sítt miðnámsprógv skiftivís á øllum fýra miðnámsskúlunum[15].

Miðnámsskúlin hevur síðan mei 2018 húsað FabLab Kambsdalur, hóast FabLab varð royndarkoyrt eina tíð frammanundan[16]. FabLab Kambsdalur er fyrsta góðkenda FabLab í Føroyum, og hevur tilknýti til líkandi royndarstovur í yvir 100 londum kring heimin[17]. Í 2018 var verkstovan kosin Ársins Átak[18].

Ítróttur

rætta

Sum partur af Fuglafjarðar Kommunu, hoyrir Kambsdalur til ítróttin í Fuglafirði. Tó er ítróttarhøllin karmur um flogbóltsdystir og badminton. Eisini verður høllin javnan brúkt til innandurafótbólt, sum verður nýtt av fólki í teimum nærliggjandi bygdunum. Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna eiga og reka ítróttarhøllina á Kambsdali saman.

Aftrat ítróttarhøllini hevur bygdin eisini ein FIFA vøll, sum er staðsettur í bygdini, nær við barnagarðin og frítíðarskúlan.

Sagnir og staðarnøvn

rætta

Konusteinur

rætta

Undir landsvegnum, nær fjósinum við Varmakeldueiðið, er ein steinur. Hesin steinurin eitur Konusteinur, og er navngivin eftir einari ungari gentu, sum skal verða grivin undir steininum. Søgnin sigur, at gentan varð stanga til deyðis av einum óðum tarvi[19].

Markið millum Fuglafjørð og Norðagøtu

rætta

Einaferð var stríð millum Fuglafjørð og Norðagøtu, um hvar hagamarkið millum bygdirnar var. Gøtuskurðar søgdu at markið gekk við Innaru Markrá, meðan Fuglfirðingar søgdu tað verða Uttaru Markrá. Ein dagin, meðan stríðið stóð á, kom ein reki at liggja við markið. Rekaviður hevði høgt virði tá, og hetta elvdi tí til eitt enn heitari stríð, har báðir partar gjørdu krav um markið og harvið eisini ognarleikin á rekaviðinum. Lógarvaldið kom nú uppí, og avgjørdi, at Uttara Marká skuldi hoyra til Fuglafjørð, og at rekin skuldi klyvjast í tvey, so at hvør bygd fekk hvør sína helvt[20].

Presttangi

rætta

Stutt sunnanfyri Helláir, er ein tangi, sum nevnist Presttangi. Staðarnavnið er gamalt, og kemst av, at tað sigst, at prestur í gamlari tíð skal verða settur av á Presttanga, tá ið hann skuldi hava guðstænastu í Gøtu ella í Fuglafirði. Presttangi hevur lending við báðar síður, og tí ber til at leggja at har í øllum veðri. Hóast hann ikki hevur verið brúktur í nøkur hundrað ár, ber enn til at síggja gøtuna, sum leiðir frá tanganum og ímóti Gøtu. Hetta er sjónligt frá Fuglafirði, tá ið kavin liggur um vetranar. Tá hómast ein gøta, sum er gamla bygdagøtan[21].

Varmakelda

rætta

Varmakelda sigst at hava lekjandi megi, sum hevur verið vælkent aftur til katólska tíð[22], eins og hildið verður, at Varmakelda hevur verið støðugt vitja áðrenn ár 1350, tá ið Norðagøta var millum størstu bygdir í landinum[19]. Náttina 3. - 4. juli er megin sterkast. Siður hevur verið at vitja kelduna hesa náttina, drekka úr henni og at bera vatn við heim til fólk, sum liggja sjúk[22]. Eldri siður hevur eisini verið, at fólk savnaðust við kelduna á Jóansøku, at drekka úr kelduni, fyri at gagnnýta hennara megi[19].

Í 1673 umrøðir Lucas Debess eina keldu, sum skal liggja nær Gøtu, sum er einasta heilsubótarkelda í Føroyum[23]. Varmakelda hevur tá verið vælkend, og tí er tað helst hesa, at Debess umrøðir. Hóast hann nevnir hesa sum einastu keldu av hesum slag, hava aðrar lekjandi keldur verið vælkendar við flestu bygdir í Føroyum[19].

Eisini verður hildið, at Varmakelda hevur verið offurstað í fornari tíð, eins og við aðrar heilsubótarkeldur.[24]

Kendir kambsdalsbúgvar

rætta

Vinnuvirksemi

rætta

Vitjanarverd støð

rætta
  • Trælavatn, liggur omanfyri bygdina.
  • Varmakelda, sum liggur sunnanfyri bygdina, undir Leirvíksfjalli (Ritafjall).
  • Kambur, fjall omanfyri bygdina á norðaru síðu.

Keldulisti

rætta
  1. 1.0 1.1 "Bygdir". Kommunufelagið. http://www.kf.fo/Files/kommunufelagid/Kommunurnar/ByBygd17.pdf. Heintað 17-09-2020. 
  2. "Søga kommununar". Fuglafjarðar Kommuna. https://fuglafjordur.fo/kommuna/um-okkum/soga-kommurnar/. Heintað 04-04-2020. 
  3. Rovarar í Tórshavn (1970). Liljan, KFUM skótar í Føroyum.
  4. K.F.U.M. skótarnir í Føroyum (1970). Skótablaðið Liljan, nr. 2, 3. árgangur, apríl 1970. Tórshavn.
  5. "Gerðabók Býráðsins, 26. juni 2008, býráðsfundur nr. 6/2008". Fuglafjarðar Býráð. https://fuglafjordur.fo/wp-content/uploads/2016/11/26--juni-2008.pdf. Heintað 04-04-2020. 
  6. 6.0 6.1 Fuglafjarðar Bygdaráð (1989). Brot úr Fuglafjarðar Søgu
  7. Kunngerð (1981). Keypti Kambsdal. Sosialurin Bls. 3. (13-06/1981)
  8. "Jólaódnin". Kringvarp Føroya. 19-12-2013. https://kvf.fo/dokumentarurin?sid=20647. Heintað 25-05-2020. 
  9. "Metnógvar skaðafráboðanir í 2016". Kringvarp Føroya. 30-12-2016. http://kvf.fo/greinar/2016/12/30/metnogvar-skadafrabodanir-i-2016. Heintað 25-05-2020. 
  10. "Sí videoupptøkuna: Her stóð ein bygningur". Kringvarp Føroya. 26-12-2016. http://kvf.fo/greinar/2016/12/26/si-upptokuna-her-stod-einaferd-ein-bygningur. Heintað 25-05-2020. 
  11. "Søgan". https://kambsdalur.fo/sogan/. Heintað 04-04-2020. 
  12. "Breytir". Miðnám á Kambsdali. https://kambsdalur.fo/. Heintað 04-04-2020. 
  13. "Teir 4 miðnámsskúlarnir". Nordatlantisk Gymnasieklasse. https://www.nordatlantisk.dk/foroyskt/teir-4-midnamsskularnir/. Heintað 01-11-2023. 
  14. "Norðuratlantiskur studentaflokkur". Miðnám á Kambsdali. https://kambsdalur.fo/norduratlantiskur-studentaflokkur/. Heintað 24-09-2020. 
  15. "Hvat er NGK?". Nordatlantisk Gymnasieklasse. https://www.nordatlantisk.dk/foroyskt/hvat-er-ngk/. Heintað 01-11-2023. 
  16. "Móttøka á FabLab á Kambdsali". Miðnám á Kambsdali. https://kambsdalur.fo/mottoka-a-fablab-a-kambsdali/. Heintað 04-04-2020. 
  17. "Um Fab Lab". FabLab. https://fablab.fo/um-fab-lab/. Heintað 04-04-2020. 
  18. "FabLab á Kambsdali Ársins Átak 2018". FabLab. https://fablab.fo/fab-lab-a-kambsdali-arsins-atak-2018/. Heintað 04-04-2020. 
  19. 19.0 19.1 19.2 19.3 Joensen, Sigfríður (1998). Tróndur í Gøtu - í søgu og søgn. Um Tróndargrund og nakrar av eftirkomarum Gøtuskeggjans. Dimmalætting, Tórshavn.
  20. Weihe, A.. "Markið millum Fuglafjørð og Norðagøtu". Tjóðminnir. Heintað 22-09-2020.
  21. Frásøgn frá Óla Zachariassen, fyrrverandi bónda í økinum. Innsavnað, Terji Beder. Innsavnað 14-11-2020.
  22. 22.0 22.1 "Søga". Fuglafjordur.com. https://www.fuglafjordur.com/fuglafjordur/soga/. Heintað 26-10-2020. 
  23. Debess, Lucas (1673): Færoæ & Færoa Reserata.
  24. Í Ólavstovu, Vár (2017). Staðarnøvn kelda til trúgv okkara. Frøði. Tórshavn. Heintað 20-01-2021.


  Henda greinin um Føroyar er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið