Kongsríki Spania
Reino de España
Flagg Spaniu
(Flagg Spaniu)
Skjaldarmerki Spaniu
(Skjaldarmerki Spaniu)
Tjóðarslagorð: Plus Ultra
Tjóðsangur: Marcha Real
Alment mál Spanskt
Høvuðsstaður Madrid
Kongur Filip VI
Forsætisráðharri Pedro Sánchez
Fullveldi 1516
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
505.811 km²
1,04
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
46,704,314
87,2/km²
Gjaldoyra Evro (EUR)
Tíðarøki UTC +1, UTC +2
Økisnavn á alnetinum .es
Telefonkota +34

Spania (spanskt; España) er eitt land í Suðurevropa. Høvuðsstaður er Madrid, og londinum hevur umleið 45 millionar íbúgvar. Spania hevur mark við Andorra, Frakland, Gibraltar, Portugal og Marokko (frá Ceuta og Melilla). Høvuðsmálið er spanskt.

Søga rætta

Fyrst í 11. øld var Spanianes lutað sundur ímillum muslimsk ríki sunnan fyri og í miðjuni og mong kristin kongsríki norðanfyri. Í 1037 eydnaðist Fernando av Kastilia at fullfíggjað ta mál, pápi hansara hevði sett sær; at taka grannaríkið Léon. Men ikki fyrr enn í 1072 kendi sonur Fernandos Alfonso 6. seg so tryggan í sæti, at hann tordi at leggja á muslimsku ríkini fyri sunnan. Stríðið vardi í 400 ár, til síðsta muslimska kongsríkið, Granada, mátti lúta í 1492.

Trý skip úr spanska rannsóknarflotanum, sum skuldu sigla kring jørðina við portugisiska sjófaranum Ferdinandi Magellan (1480-1521) sum høvuðsmanni, sigldu um tað ovurstóra Kyrrahav. Tey komu fram á tvær smáar polynesiskar oyggjar á vegnum. Onnur var Pukapuka. At enda kom Magellan til Guam, størstu oynna á Marianoyggjum, tá var manningin illa fyri, og nógvir vóru deyðir. 16. mars 1521 steig Magellan fótin á land á filipinsku oynni Samar, og nakrar vikur seinni drupu uppøst fólk á oynni hann. Bara eitt skip við næsta sjóloytnanti Magellans, Sebastian del Cano (1486/1487-1526) sum skipara, kom heim aftur til Spania í september 1522, tá hevði tað fullført fyrstu siglingarferðina um knøttin. Og umsíðir var prógvað, at jørðin var rund.

Í 1931 noyddu spanskir lýðveldismenn Alfonso 13. kong í útlegd. Nýggja lýðveldisstjórnin førdi sosialistiskan politikk og legði hald á góðseigarajørð og býtti út til bøndur og avmarkaði valdið hjá kirkjuni og herinum. Á valinum í 1936 fekk Sosialistiska Fólkafylkingin meiriluta. Tá gjørdu yvirmenn í spanska herinum, sum stuðlaðu fasistunum, uppreistur. Herovastin Francisco Franco gjørdist oddamaður teirra. Ræðuligt borgarakríggj brast á í landinum. Italia sendi herlið at hjálpa Franco, og Týskland sendi honum hernaðarflogfør. Sovjetsamveldið sendi stjórnini pening og vápn, men í mars 1939 hevði Franco tikið meginpartin av Spania. Hann gjørdist einaræðisharri, og bara ein flokkur, Falengeflokkurin, slapp at vera.

Eftir blóðugt borgarakríggj frá 1932-1939 tók einaræðisharrin Francisco Franco við og stýrdi øll árini til 1975. Eftirmaður hansara, Juan Carlos kongur 1., setti fólkaræði aftur í gildi. Nú á døgum er Spania sterkt ídnaðarland; mong fólk arbeiða eisini í landbúnaðinum, og ferðavinnan er í støðunum vøkstri. Størsta menningin og mesta virksemið er fram við strendurnar.

Mentan rætta

Matur rætta

Føroyar útfluttu í nógv ár klippfisk til Spania, har fiskurin varð nevndur bacalao. Spanska heitið gav eisini navn til flakavirkið í Havn við sama navni. Spaniar eta framvegis nógvan bacalao, men innflyta hann nú úr øðrum londum enn Føroyar.

Ítróttur rætta

 
Summar-OL 1992 í Barcelona

Í Spania hava fólk spælt ymisk sløg av fótbólti heilt aftur til rómverjatíðina. Síðan tíðliga í 20. øld hevur enska slagi av fótbólti, ið er tað slagi, ið føroyingar eisini best kenna, verið vælumtókt í Spania. Real Madrid C.F. og FC Barcelona eru millum heimsins kendastu og mest vinnandi feløg í heiminum. Spanska fótbóltslandsliðið vann EM í fótbólti í 1964, 2008 og 2012 og HM í fótbólti í 2010.

Aðrar ítóttagreinar ið eru væl umtóktar í Spania eru kurvabóltur, tennis, súkkling, hondbóltur, futsal, motorsúkklukappkoyring og, seinastu árini eisini Formula Eitt.

Politikkur rætta

Spania gjørdi saman við sameindum londum innrás í Afghanistan í 2002. Síðan eru 22 spanskir hermenn deyðir í krígsherjaða landinum. Í løtuni (oktober 2009) eru 1.200 spanskir hermenn í Afghanistan.

Landafrøði rætta

 
Bilbao er tann størsti býurin í Baskaralandi. Har búgva umleið 350.000 fólk.
 
Havnin í Gran Canaria á Kanarunum.

Tað mesta av Spania er ein turrur háslætti, men so eru kortini stórar og veldyrkaðar fløtur uppímillum. Sunnan fyri Pyreneurnar er Ebrofløtan. Har er turt veðurlag, men ógvuliga heitt um summarið; um veturin kann kortini vera kavi. Har, sum tað ber til at veita vatn oman úr fjøllunum, er fløtan væl dyrkað. Vestan fyri fløtuna fram við Biscayavíkini eru tey Kantabrisku fjøllini. Har á norðursíðuni fellur ógvuliga nógv regn niður, og har vaksa skógir av tundureik. Mitt í Spania er háslættin Castilia. Har er so turt og steikjandi heitt um summarið, at gróðurin svidnar av. Um veturin kann tað vera kalt, og ikki so sjáldan kavar hann. Í útnyrðingshorninum av háslættanum regnar kortini nakað, og har velta teir hópin av hveiti og rugi. Størstu áirnar í Castilia eru Tajo og Duero, men tað er við teimum, sum við hinum sponsku áunum, um veturin standa tær á tremur, og um summarið kunna tær brúkast sum vegir.


Sunnan fyri Castilia í útsynningshorninum av Spania er vítt slættlendi, sum eitur Andalusia. Har er heitasta plássið í Spania. Nógvastaðni á fløtuni hava teir veitt vatn frá Guadalquivir og øðrum áum út yvir bøin, og bøndurnir dyrka nógvar plantur, sum bert trívast í nógvum varma. Har vaksa m.a. mais, hveiti, vín og suðurfruktir. Eystan fyri Andalusia er fjallalendið Granada; har síggjast nógvir vakrir bygningar frá teirri tíðini, tá ið maurarnir ráddu yvir Suðurspania. Fram við Miðjarðarhavsstrondini eru nógvar smáar fløtur. Hesar fløtur, sum á sponskum kallast huertas, urtagarðarnir, eru besta jørðin í Spania. Heitt er bæði vetur og summar, og úr fjøllunum koma nógvar áir, sum teir frá fornari tíð hava veitt oman yvir bøin við teimum mongu frukttrøunum. Har vaksa bæði mandlur, sitrónir, víndrúir, olivur, appilsinir, fikur, abrikosur og dadlur, og teir heysta fleiri ferðir um árið.


Allar sunnast í Spania eigur Stórabretland ein lítlan bý, Gibraltar. Í Atlantshavinum eigur Spania Kanarisku oyggjarnar.

Landslutir rætta

 
Landspartur í Spania.
  1. Galicia
  2. Asturias
  3. Kantabria
  4. Baskaland
  5. Navarre
  6. Aragón
  7. Katalónia
  8. Kastile og Leon
  9. La Rioja
  10. Madrid
  11. Ekstremadura
  12. Kastilla la Mancha
  13. Valencia
  14. Balearoyggjar
  15. Andalusia
  16. Murcia
  17. Kanarisku oyggjarnar
  18. (Ceuta)
  19. (Melilla)

Fólkið rætta

Spania verður ofta sett í samband við fiesta og flamenko. Flestu fólk eru katolikkar, og tá ið teir halda fiesta, er tað tíðum at minnast ymisk halgimenni; tá ganga teir skrúðgongu, spæla tónleik og dansa.

Fleiri fólkasløg við egnum máli og serstakari mentan eru í Spania. Málini eru fleiri, til dømis katalónskt, gæliskt og euskera. Baskar, ið búgva í Norðurspania og nakað inn í Frakland, tala euskera, sum als ikki er skilt við spanskt eins og hini bæði málini eru. Almenna málið í Spania er kastilianskt, og allir skúlanæmingar læra tað, umframt enskt ella franskt.

Sponsk børn bera orð fyri at leggjast seint: tey eta lítla máltíð, tá ið tey koma úr skúla, so spæla tey uttandura, til alt húskið fær sær nátturða um níggjutíðina.

Búskapur rætta

 
Barcelona er høvuðsbýurin í økinum Katalónia, sum liggur í landsynningspartinum av Spania út móti Miðalhavinum.

Landbúnaður og fiskivinna vóru grundarlagið undir spanska búskapinum. Nú á døgum er stórur stálídnaður í landinum, meginparturin er miðsavnaður uttan um Barcelona. Har eru eisini nógvar bilverksmiðjur. Í 1980-árunum komu nógvar elektróniskar og hátøkniligar verksmiðjur; nógv av tí fíggjaðu útlendskar fyritøkur. Týdningarmestu landbúnaðarvørurnar eru korn, oljuber, vínber og aldinfruktir, helst appilsinir úr fruktagóða lendinum við Sevilla.

Almenn skuld rætta

Búskaparkreppan er farin illa við Spania seinastu árini, og neyðugt hevur verið at siga nógvum fólkum úr starvi, fyri at spara, samstundis sum neyðugt hevur verið at lænt stórar peningaupphæddir, fyri at landið kann hóra undan; spanski landskassin skyldar meir í 2014, sjálvt um stjórnin hevur gjøgnumført krevjandi sparingar á fíggjarlógini [1]. Skuldin var í 2013 komin uppá 960 milliardir evrur, ella umleið 8000 milliardir krónur. Hetta svarar til heili 94 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, tað vil siga tað samlaða virði av tí sum landið framleiðir av vørum og tænastum. Í 2012 var skuldi 86 prosent av BTÚ. Hetta sæst í tølum sum spanski miðbankin legði fram í mars 2014. Og framskrivingarnar hjá bankanum eru onki bjartar, tí tey rokna við at skuldin í 2014 kemur at vera 99 prosent av BTÚ. Í 2007 var skuldin 36,3 prosent av BTÚ. Men síðani kreppan rakti er skuldin vaksin javnt.

Arbeiðsloysi rætta

Talið av arbeiðsleysum veksur í Spania. 4,6 milliónir spaniólar standa uttan arbeiði, har av 2 milliónir eru kvinnur. Serliga tey ungu eru hart rakt. Við uml. 20 % arbeiðsloysi, er Spania landið við næsthægsta arbeiðsloysi í ES. Tað vísa tøl frá sentralu hagtølunum hjá ES, Eurostate. Uppá bert eitt ár er talið av arbeiðsleysum tvífaldað í Spania, og síðani 1. januar í 2010 er talið voksið við 300.000.

Arbeiðsloysi hevur ikki sæð svartari út síðani 1997, skriva fleiri spanskir miðlar. Hóast hetta er forsætisráðharrin José Luis Rodríguez Zapatero optimistiskur. Zapatero roknar við, at talið av arbeiðsleysum hevur nátt toppin, og at menningin frá nú av gongur rætta vegin. Hann peikar á, at spanska búskapurin vanliga gongur illa teir fyrstu mánaðirnar av árinum, tí byggjuvinnan, landbrúkið og ferðavinnan eru minni virkin hesa tíðina av árinum, men búskaparserfrøðingar eru ikki samdir við honum í hesum.

40,8 % av spanska ungdóminum millum 15 og 30 ár, hevur einki arbeiði. Tilflytarar í landinum eru eisni hart raktir av kreppuni, sum rakti landið hart fyri tveimum árum síðani. Av teimum eru uml. 30 % arbeiðsleysir.

Ferðavinna rætta

Um 59 milliónir ferðafólk koma til Spania á hvørjum ári at njóta lívið á vøkru, sólljósu baðistrondunum og at síggja føgru, sjáldsomu byggifrøðilistina í býum sum Barcelona og Sevilla. Norðurevropeiskum ferðafólki dámar best at fara til strendurnar við Costa del Sol, Costa Blanca (til dømis Torrevieja) og Mallorka. Tarvafikting er vanligt undirhald í øllum stórum býum.

Útlendsk ferðafólk í 2006 rætta

Úr Bretlandi Úr Týsklandi Úr Fraklandi Úr
Italia
Úr Niðurlond Úr Portugal Úr Belgia Úr Írlandi Úr
Sveis
Úr Svøríki Úr
USA
Úr Noregi
16.178.653 10.146.354 9.152.087 3.358.735 2.528.244 2.199.680 1.902.812 1.510.317 1.390.061 996.470 930.491 822.115

Myndir rætta

Keldur rætta

  1. "Archive copy". http://www.dn.no/forsiden/borsMarked/article2781993.ece. Heintað 2014-03-17. 

Sí eisini rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið