Í øllum londum vaksa plantur, ið prýða og hugtaka fólk, og grønmeti, ið smakkar væl. Nógvur heilivágur verður vunnin úr plantum, til dømis verður hjartaheilivágur vunnin úr digitalisplantuni og morfin úr dreymsólju. Plantur kunnu vera ersmáar algur ella ovurstór furutrø, ið kunnu vera enn 100 m. Allar plantur hava tey frálíku evni at taka orku úr sólarljósinum. Henda umgerð nevnist ljóssamruni, og hann trytar øllum vøkstri. Vit vita um eini 400 000 plantusløg, tað veri seg alfagrar prýðisblómur ella grønmeti. Nógv plantusløg eru eisini ikki staðfest enn, serliga í tropulondum, sum til dømis í Brasil. Nú á døgum eru 25 000 ymisk blómur, trø og aðrar plantur um at verða týnd, tí stór øki verða oydd.

Flestallar plantur hava kynjaða nøring. Sáðið av sáðberunum gitir eggini í sáðgongini, og tey búnast so til fræ. Summar plantur, til dømis eplið, nørast ókynað. Úr seteplinum vaksa leggkýli, ið verða nýggj epli. Úr teimum veksur nýggjur slokkur aftur um várið. Úr moðurplantuni vaksa langir siðusprotar, renningar, sum festa rót, og úr teimum vaksa so nýggjar plantur. Hetta er ókynað nøring.

Sí eisini

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið