Plantulívið í Føroyum
Plantulívið í Føroyum er sera fjølbroytt. Tað finnast okkurt um 400 sløg av plantum í Føroyum, av teimum íalt 248.428 kendu plantusløgunum, ið finnast á jørðini. Av hesum eru 60 innførd av fólki; sum príðisplantur í urtagørðum ella, sum av óvart, eru komnar sum óbodnir gestir í ferðagóðsi. Ráðandi vøksturin er graslendi við sløgum, sum bæði vaksa í láglendi og á háfjallinum. Á háfjallinum, sum er oman fyri 400 m., verður vøksturin berligari við sløgum, sum eru eyðkend fyri láglendið á tí arktiska økinum. Urtapílur, aksgrógvin bløðkuurt og grámosi eru ráðandi sløgini.
Vanligasti vøksturin er graslendi, ið er frá fjøru til fjallatind. Lyngheiðar finna vit bert í láglendinum upp í 200 m. hædd, har lyngheiðavøksturin hvørvur. Ráðandi planurnar á lyngheiðunum eru vanligur heiðalyngur (Calluna vulgaris), tvíkynjaður berjalyngur (Empetrum hermaphroditum), aðalbláber (Vaccinium myrtillus), sjáldnari eisini føroyskur klokkulyngur (Erica cinerea) og heiðabláber (Vaccinium uliginosum). Hópur av urtum vaksa eisini á lyngheiðunum, eitt nú børkumura (Potentilla erecta), fagurligt pirikum (Hypericum pulcrum) og smá silkibond (Polygala serphylla). Lyngheiðar eru bert á størstu oyggjunum og trívast best á lýggjum suðurvendum fjallasíðum.
17 sløg eru sera hótt, 5 eru hótt, 23 eru viðbrekin, 3 eru útdeyð í Føroyum og eitt er nærum hótt. Tríggjar av plantunum eru útdeyðar í Føroyum. Tær eru reyð várhagasólja (Taraxacum rubifolium), leggstutt fransagras (Primula vulgaris) og lyngjavni (Lycopodium annotinum).[1] Reyð várhagasólja er serføroysk, og tað merkir, at hon veksur onga aðrastaðni enn í Føroyum. Tá ið hon vaks í náttúruni, vaks hon á økinum millum Føroya Læraraskúla og Landssjúkrahúsið í Tórshavn.
Sóljan (Caltha palustris) er tann sjónligasta plantan í láglendi okkara og ber boð um, at várið er komið. Hon blómar sera tíðliga, sum oftast frá fyrst í mai og inn í juni. Í 2005 gjørdist sóljan tjóðarblóma okkara.
Plantulívið í sjónum er eisini sera fjølbroytt, bæði í stødd og livimáta.
Føroysk trø
rættaHer vaksa eingi vill trø, bara gróðursettar viðarlundir og trø, ið eru sett niður í urtagørðum. Um vit fara heilt aftur til tíðina, fyri milliónum av árum síðani, tá gosfjøllini enn vóru virkin her um leiðir, kunnu vit síggja at Føroyar í ymsum tíðarskeiðum hava verið skógvaksnar. Kolaðar viðarklótur og prent av leyvið og trænálum er funnið í kolalindunum í Suðuroy og Mykinesi – og minna um fruktarbarar tíðarskáar á tí fastlandinum ið núverandi Føroyar einaferð vóru partar av. Syprisviður, taks og baraldur, risafura og ymisk leyvtrø.
Tá fólk búsettust í Føroyum, vóru nøkur træsløg vanlig á oyggjunum. Einasta upprunaliga nálatræið var tó baraldur, ið verður hildin at hava verið vanligur runt um á oyggjunum. Tann upprunaligi baraldurin finst nú einans í Svínoy, men fólk hava funnið baraldarrøtur í torvmoldini runt um í Føroyum. Av leyvtrøum var urtapílur, loðpílur og arktiskur pílur vanligur, men loðpílur og arktiski pílurin eru nú mestsum avoyddir orsaka av seyðinum. Vill bjørk hevur eisini vaksi í Føroyum eftir ísøldina, men spreidd. Bjørkin hvarv tá fólk búsettust á oyggjunum. Eisini hassiltræ skal hava vaksi í Føroyum uml. ár 1000. Men hvørt tað var upprunavøkstur ella er komið við niðursetufólkunum er ógreitt. Undir øllum umstøðum hvarv hassiltræið aftur uml. 13. øld, tá veðurlagið gjørdist kaldari.
Upprunaligur viðavøkstur í Føroyum um ár 1000 var baraldur og trý leyvtrø: urtapílur, loðpílur og arktiskur pílur. Síðan haran varð slept niðan í fjøllini um miðja 19. øld, er baraldurin næstan horvin. Urtapíl og loðpíl hevur seyðurin gnagað niður í rót. Hesliviður er eisini funnin, men óvist er, um træið er upprunaligur vøkstur, ella um víkingarnir hava havt tað við sær. Uml. ár 1000 var baraldur tað einasta nálatræið, sum vaks í Føroyum. Og helst vaks tað alla staðni kring oyggjarnar. Tá á døgum nýttu fólk greinirnar av baraldinum til at flætta eitt reip við, sum tey síðani nýttu at binda flagtekjurnar fastar við. Tá man skar torv, var tað heilt vanligt at finna tjúkkar røtur av baraldi í torvmoldini.
Nú á døgum veksur baraldur bert at kalla vanligur í Svínoy. Hann er at kalla heilt horvin á hinum oyggjunum, hóast onkur einkultur runnur stendur onkra staðni. Ein av orsøkunum er, at tær útsettu snjóharurnar, innfluttar úr Noregi 1. august 1855, fara heilt illa við teimum nýggju sprotunum á baraldinum á vetri. Hassiltræ vaks eisini í Føroyum uml. ár 1000. Man veit ikki, um hassil var eitt uppruna træ, ella um víkingarnir høvdu hassilnøtur við sær, sum teir síðani sáddu. Helst hvarv hassil úr Føroyum vegna veðurlagsbroytingar umleið ár 1200.
Bjørk hava vaksið í Føroyum síðan ta seinastu ístíðina fyri umleið 10.000 árum síðani. Betula nana hvarv helst fyri langari tíð síðani, meðan B. pubescens, sum helst bert hevur vaksið á nøkrum fáum plássum, hvarv, tá fólk settu búgv í Føroyum.
Viðarlundirnar
rættaTað eru plantaðar fleiri viðarlundir runt um í Føroyum. T.d. í Vági og á Tvøroyri, í Miðvági og Sandavági, í Mikladali og lundin Úti í Grøv í Klaksvík. Í 1885 royndu menn at planta trø í størri vavi uttanfyri Tórshavn, men royndin miseydnaðist. Í 1903 royndu teir so aftur, og hesa ferð eydnaðist tað. Hettar varð til tað vit í dag rópa Viðarlundin í Havn. Í 1969 varð víðka um lundina og aftur í 1979, og Viðarlundin í Havn er størsti ”skógur” í Føroyum. Afturat sjálvari Viðarlundini eru eisini lundir við Studentaskúlan í Hoydølum og á Debesartrøð, har Landsbókasavnið og Fróðskaparsetrið liggja.
Í desember 1988 herjaði ein hervilig ódn í Føroyum. Vindurin kom upp um 60 metrar um sekundið, og ódnin orsakaði umfatandi skaðar á hús og trø. Stórur partur av Viðarlundini í Havn fór fyri skeyti. Eitt megnar arbeiði er síðan gjørt fyri at endurreisa viðarlundina.
Á Skógrøkt Landsins hava fólk gjørt nógvar royndir at fáa innfluttar trø og plantur at vaksa í Føroyum. Nakrar av trøunum og plantunum trívast væl í Føroyum. Fyrr í tíðini tóku prestar og onnur embætisfólk plantur við sær úr Danmark. Tey settu trø og plantur í urtagarðar í Føroyum. Træið, sum hevur vaksið best, er ahorntræið. Tað verður eini 300 ára gamalt. Í prestagarðinum í Kvívík var eitt ahorntræ plantað í 1760, og tað livir enn.
Plantufrøði
rættaJens Christian Svabo nevnir í sínum yvirliti frá 1781-1782 100 plantusløg í Føroyum. Harnæst nevnir Nicolaj Mohr í 1786 25 plantur í Føroyum í síni frágreiðing um eina íslendska náttúrusøgu. Umframt hesar plantur nevnir Jørgen Landt í ár 1800 203 sløg í Føroyum. Hansara frágreiðing byggir á upplýsingar frá Nicolaj Mohr og J.C. Svabo. Seinni hava nógvir plantufrøðingar vitja í Føroyum. J.W. Horneman var í Føroyum í 1821 og 1837, W.C. Trevelyan í 1835 og 1837 og C. Martins í 1848. Í 1867 vóru danskir plantufrøðingar í Føroyum og gjørdu eina gagnmetandi endurskoðan av teimum skrásetingum, sum áður vóru gjørdar, og til samans fingu teir ein lista við 307 sløgum.
Fleiri navnframir plantufrøðingar hava síðan vitjað í Føroyum, ein av teimum mest kendu er C.H. Ostenfeld, ið saman við J. Hartz gjørdi ein lista við 64 plantusløgum. Í 1936 kemur fyrsta floran á føroyskum máli eftir Rasmus Rasmussen, í 1952 kemur ein nýggj broytt útgáva við fleiri plantum, ið eru nýfunnar í Føroyum. Við tí endamáli at fáa upplýsingar um útbreiðslu og tíðleika av hægri plantum vórðu víðtøknar kanningar gjørdar um allar Føroyar 1960-1961. Í sambandi við hesar kanningar vórðu fleiri nýggj sløg funnin í Føroyum. Í 2000 kom nýggj føroysk flora eftir Jóhannes Jóhansen, og í 2000 kom ein dagførdur listi yvir útbreiðslu av hægri plantum. Í nýggjari tíð hevur verið langt ímillum, at nýggj sløg eru funnin. Seinastu skrásetingar av nýggjum sløgum úr Føroyum eru frá 1999 tá ið Anna Maria Fosaa og Jonas Laweson funnu ein lodnan fjallatistil á mosarókum og í 2002 tá ið Kieffe fann eitt nýtt slag av støri (Carex glareosa).
Villar plantur í Føroyum
rættaListi yvir plantusløg. Yvirlitið er ikki fullfíggjað enn.
-
Urtapílur, sera vanligur.
-
Arktiskur pílur, sjáldsamur.
-
Pálmapílur er størsti pílur, ið veksur í Føroyum.
-
Blendingur av Salix.
-
Aksgrógvin bløðkuurt (Bistorta vivipara)
-
Grámosi (Racomitrium lanuginosum)
-
Vanligur heiðalyngur (Calluna vulgaris)
-
Tvíkynjaður berjalyngur (Empetrum hermaphroditum)
-
Aðalbláber (Vaccinium myrtillus)
-
Føroyskur klokkulyngur (Erica cinerea)
-
Heiðabláber (Vaccinium uliginosum)
-
Fagurligt pirikum / Víriksgras (Hypericum pulcrum)
-
Smá silkibond (Polygala serphylla)
-
Hvonnin veksur spjadd um alt landið
-
Akurhoylús er ein upprunaføroysk forgloymmegei planta
-
Fjallalitingarjavni (Diphasium alpinum)
-
Lyngjavni (Lycopodium annotinum)
-
Lítil mosajavni (Selaginella selaginoides)
-
Vetrarbjølluvísa (Equisetum hyemale)
-
Lítil bjølluvísa (Equisetum variegatum)
-
Mýribjølluvísa (Equisetum fluviatile)
-
Gullbeitarbjølluvísa (Equisetum palustre)
-
Bjølgabjølluvísa (Equisetum sylvaticum)
-
Vallbjølluvísa (Equisetum pratense)
-
Kannubjølluvísa (Equisetum arvense)
-
Tyssismánagras (Botrychium lunaria)
-
Tunnur mosakampur (Hymenophyllum wilsonii)
-
Søtur kumlakampur (Polypodium vulgare)
-
Tríhyrndur loðkampur (Phegopteris connectilis)
-
Mjúkur kvennkampur (Athyrium filix-femina)
-
Fjallakvennkampur (Athyrium distentifolium)
-
Fínur klettakampur (Cystopteris fragilis)
-
Trífingraður eikikampur (Gymnocarpium dryopteris)
-
Hvassur skjaldarkampur (Polystichum lonchitis)
-
Stórur kalskampur (Dryopteris dilatata)
-
Ekstur blóðkampur (Blechnum spicant)
-
Tungutrøllakampur (Asplenium scolopendrium)
-
Tvíbýlisnota (Urtica dioica)
-
Smáfuglabløðkuurt (Polygonum aviculare)
-
Snúin klivurt (Bilderdykia convolvulus)
-
Bergeirissýra (Oxyria digyna)
-
Leggsýra, sýruleggur (Rumex acetosa)
-
Stórrukkut hømilia (Rumex longifolius)
-
Kubbut hømilia (Rumex obtusifolius)
-
Hundasýra (Rumex acetosella)
-
Fjørurímbløðka (Atriplex glabriuscula)
-
Grýtuvatnsarvi (Montia fontana)
-
Garðalisa (Claytonia sibirica)
-
Sanddunnuber (Honckenya peploides)
-
Opinekruarvi (Stellaria media)
-
Vanligt høsnagras (Cerastium fontanum)
-
Tættblømt høsnagras (Cerastium glomeratum)
-
Høsnagras (Cerastium)
-
Stórblømt høsnagras (Cerastium arcticum)
-
Broddakrásarvi (Sagina subulata)
-
Reyðakkuleya (Lychnis flos-cuculi)
-
Leggstutt túvublóma (Silene acaulis)
-
Reydlig bjargablóma (Silene dioica)
-
Hvít nykurt (Nymphaea alba)
-
Mýrisólja (Caltha palustris). Tjóðarblóma Føroya.
-
Skriðsólja (Ranunculus repens)
-
Svínasólja (Ranunculus acris)
-
Gullsólja (Ranunculus auricomus)
-
Kirkjubøsólja (Ranunculus ficaria)
-
Snjósólja (Ranunculus glacialis)
-
Iglasólja (Ranunculus flammula)
-
Rótmikil dreymsólja (Papaver radicatum)
-
Eingjarkarsi (Cardamine pratensis)
-
Bylgjutur karsi (Cardamine flexuosa)
-
Títlingskarsi (Cardamine hirsuta)
-
Hvítur fjallakarsi (Arabis alpina)
-
Læknaeirisgras (Cochlearia officinalis)
-
Hirðahjartaarvi (Capsella bursa-pastoris)
-
Ekrulínbinda (Brassica rapa)
-
Rundblaðað sóldøgg (Drosera rotundifolia)
-
Sanddeyda (Sedum villosum)
-
Rósuhjálpirót (Rhodiola rosea)
-
Stjørnusteinbrot (Saxifraga stellaris)
-
Snjósteinbrot (Saxifraga nivalis)
-
Vetrarsteinbrot (Saxifraga oppositifolia)
-
Áarsteinbrot (Saxifraga rivularis)
-
Atamjaðarurt (Filipendula ulmaria)
-
Klettarossaber (Rubus saxatilis)
-
Fjallabrúður (Dryas octopetala)
-
Áarneliksrót (Geum rivale)
-
Díkimura (Potentilla palustris)
-
Gásamura (Potentilla anserina)
-
Gullmura (Potentilla crantzii)
-
Krýkin fjallasmæra (Sibbaldia procumbens)
-
Skøra (Alchemilla)
-
Mikilskøra (Alchemilla alpina)
-
Skrykkjukrøkja (Vicia cracca)
-
Garðakrøkja (Vicia sepium)
-
Eingjarflatbjølgur (Lathyrus pratensis)
-
Seyðasmæra (Trifolium repens)
-
Reyðsmæra (Trifolium pratense)
-
Hornut tyriltunga (Lotus corniculautus)
-
Díkistyriltunga (Lotus pedunculatus)
-
Skarðssýrusmæra (Oxalis acetosella)
-
Litingarsortugras (Geranium sylvaticum)
-
Villilín (Linum catharticum)
-
Stór silkibond (Polygala vulgaris)
-
Reyð várhagasólja (Taraxacum rubifolium)
-
Fýrstrent pirikum (Hypericum maculatum)
-
Dimm blákolla (Viola riviniana)
-
Ljós blákolla (Viola palustris)
-
Sigurskúvur (Epilobium angustifolium)
-
Ljós dúnurt (Epilobium lactiflorum)
-
Fjalladúnurt (Epilobium montanum)
-
Eingjardúnurt (Epilobium palustre)
-
Arvadúnurt (Epilobium anagallidifolium)
-
Áardúnurt (Epilobium alsinifolium)
-
Kertildúnurt (Epilobium ciliatum)
-
Áartúsundblað (Myriophyllum alterniflorum)
-
Vanligur vatnspíri (Hippuris vulgaris)
-
Svensk royðuber (Cornus suecica)
-
Søtur urtakervil (Myrrhis odorata)
-
Kumman (Carum carvi)
-
Skotsk meistaraurt (Ligusticum scoticum)
-
Vetrarlilja (Pyrola minor)
-
Bakkasløkja (Angelica sylvestris)
-
Heima- ella bjargahvonn (Angelica archangelica)
-
Seyðamergur (Loiseleuria procumbens)
-
Vínbláber (Vaccinium vitis-idaea)
-
Vanligur berjalyngur / Krákuber (Empetrum nigrum)
-
Leggstutt fransagras (Primula vulgaris)
-
Lundararmingi (Lysimachia nemorum)
-
Neyðarnartl (Anagallis tenella)
-
Mjátt sjógras (Armeria maritima)
-
Íslendskt loppugras (Gentianella campestris)
-
Tríblaðað bukkablað (Menyanthes trifoliata)
-
Tálgarsteinbrá (Galium saxatile)
-
Krøkin steinbrá (Galium aparine)
-
Sævarrossatunga (Mertensia maritima)
-
Mislitt hoylús (Myosotis discolor)
-
Hoylús (Myosotis sylvatica)
-
Trøllabátsmanshattur (Prunella vulgaris)
-
Skaldabrobber (Thymus praecox)
-
Hestamynta (Mentha aquatica)
-
Aksmynta (Mentha spicata)
-
Læknabládepla (Veronica officinalis)
-
Veitarbládepla (Veronica beccabunga)
-
Akurbládepla (Veronica arvensis)
-
Bládepla (Veronica)
-
Eygnagras (Euphrasia officinalis)
-
Fjallatrølsurt (Bartsia alpina)
-
Blettut apublóma (Mimulus guttatus)
-
Snjallabjalla (Rhinanthus minor)
-
Vanligt undirløgugras (Pinguicula vulgaris)
-
Vanlig bløðrurót (Utricularia vulgaris)
-
Stórvaksin gøtubrá (Plantago major)
-
Sævargøtubrá (Plantago maritima)
-
Jóansøkugøtubrá (Plantago lanceolata)
-
Vanlig heysthagasólja, tyrilshattur (Leontodon autumnale)
-
Blákollur / Líragras (Succisa pratensis)
-
Reyð kúpa (Knautia arvensis)
-
Bláklokka (Campanula rotundifolia)
-
Fínt botnagras (Lobelia dortmanna)
-
Støðugtblómandi summardái (Bellis perennis)
-
Snúsrølikur (Achillea ptarmica)
-
Margblømdur rølikur (Achillea millefolium)
-
Hálshvít baldursbrá (Tripleurospermum Maritimum)
-
Kollut baldursblóma / Kollut baldursbrá (Chamomilla suaveolens)
-
Hvítt oksaeyga (Leucanthemum vulgare)
-
Loðið hóvblað (Tussilago farfara)
-
Loðin danadái (Senecio vulgaris)
-
Mýritistil (Cirsium palustre)
-
Akurtistil (Cirsium arvense)
-
Akursvínamjólk (Sonchus arvensis)
-
Smyrilsurt (Hieracium)
-
Strandarseyðaleykur (Triglochin maritima)
-
Mýriseyðaleykur (Triglochin palustris)
-
Hjartatjarnaks (Potamogeton perfoliatus)
-
Beinbrotskattarklógv (Narthecium ossifragum)
-
Várblálilja (Scilla verna)
-
Stórveikasev (Juncus effusus)
-
Smáveikasev (Juncus conglomeratus)
-
Tjarnarsev (Juncus articulatus)
-
Stórryski (Luzula sylvatica)
-
Reyðvingul (Festuca rubra)
-
Snøgt reigras (Lolium perenne)
-
Fjallahúsagras (Poa alpina)
-
Breitt sævarkorn (Leymus arenarius)
-
Sevkendur kveiki (Elymus farctus)
-
Mjátt dvørgastrá (Aira praecox)
-
Ullhært legugras (Holcus lanatus)
-
Eingjartimotey (Phleum pratensis)
-
Fjallatimotey (Phleum alpinum)
-
Royðrarroyggj (Phalaris arundinacea)
-
Einkarblágresi (Molinia caerulea)
-
Rísið hvassagras (Nardus stricta)
-
Tjarnartindakollur (Sparganium angustifolium)
-
Mýrufípa (Eriophorum angustifolium)
-
Fjallafípa (Eriophorum vaginatum)
-
Eingjarmýristrá (Eleocharis palustris)
-
Bakkafjørugras (Puccinellia distans)
-
Tættblómt hundagras (Dactylis glomerata)
-
Stórt mannagras (Glyceria maxima)
-
Breitt sævarkorn (Leymus arenarius)
-
Lyngbyestør (Carex lyngbyei)
-
Hjartatvíbløðka (Listera cordata)
-
Hvítgult hjúnagras (Pseudorchis albida)
-
Grønlig barnarót / Grønligt hjúnagras (Coeloglossum viride)
-
Reyður børkubóndi (Dactylorchiza purpurella)
-
Tjaldursbørkubóndi (Dactylorhiza maculata)
-
Kalmansbørkubóndi (Orchis mascula)