Pílur
Upprunaliga vuksu ikki nógv ymisk træsløg í Føroyum. Men kortini eru funnar leivdir av trævøkstri fyri 1000 árum síðani. Millum annað vóru fýra ymisk sløg av píli:
- Urtapílur (frøðiheiti - Salix herbecea)
- Loðpílur (frøðiheiti - Salix lanata)
- Arktiskur pílur (frøðiheiti - Salix arctica), vanliga nevndur Grápilur.
- Pálmapílur (frøðiheiti - Salix phylicifolia)
Loðpílur og arktiskur pílur eru nú nærum avoydd av seyði. Pálmapílur finst í bygdum øki og einstøkum homrum uttangarðs. Í katólskari tíð brúktu føroyingar greinar av hesum píli til Páskagudstænastur, til minnis um pálmagreinarnar ið lagdar vóru á vegin tá ið Jesus reið inn í Jerúsalem, harav navnið 'Pálmapílur'.
Sí eisini
rættaKeldur
rætta- Upprunavøkstur í Føroyum, jenskjeld.info