Katólsk kirkja í Føroyum

Katólska Kirkjan í Føroyum telur umleið 270 fastbúgvandi katolikkar úr umleið 23 ymiskum londum (2017). Miðdepil fyri katólsku kirkjuna í Føroyum er Mariukirkjan í Tórshavn. Føroyingar verða tiknir upp í kirkjuliði við jøvnum millumbili, seinast var í juli 2020. Hin kendasti man einahelst vera William Joensen úr Sumba, bróður Pól F. Hann og Kinn Magnussen umboðaðu Føroyar, tá Jóannes Páll 2. pávi var í Danmark í 1989. Bæði vóru í føroyskum búnum, og bæði upplivdu tey at fáa tað heilagu kommuniónina frá Jóannes Páll páva.

Katólsk kirkja í Tórshavn.
Mariukirkjan.

Árið 999 sendir Ólavur Tryggvason, kongur í Noregi, Sigmund Brestisson til Føroyar saman við prestum at skíra fólkið og kenna teimum tað fremsta í teirri kristnu trúgv. Innihaldið í kristindóminum, kirkjulæran, var rómversk katólsk.

Í árinum 1100 verða Føroyar skipaðar sum eitt bispadømi, og í 1111 varð fyrsti bispurin settur í Kirkjubø, har bispasetrið var. Har sótu tey næstu 400 árini 34 katólskir bispar.

Tann seinasti av hesum var Ámundur Ólavsson, sum sat í embæti sínum til í 1538. Christian III hevði avtikið norska ríkisráðið í 1535, og gjørt Noreg (og Føroyar) til danskt land. 1537 avgjørdi kongur, at trúbótin skuldi galda fyri Noreg og hervið eisini fyri Føroyar. Við siðaskiftið varð gamla biskupsembætið avtikið, somuleiðis prestaskúlin; og øll tann jørðin, sum katólska kirkjan átti í Føroyum, fór undir kong. Kirkjumálið varð danskt.

Eftir trúarfrælsið í 1849 vórðu royndir gjørdar at stovna katólsku kirkjuna aftur í Føroyum. Georg Bauer prestur, slektaður úr Bayern, kom til Føroyar í 1857. Hann bygdi eina kirkju í Rættará. Tá Bauer prestur umleið 1880 fór úr Føroyum, var eingin at taka við starvi hansara. Í 1900 var bert ein katolikkur í Føroyum. Hetta var ein kona, sum búði á Hvítanesi.

Í 1931 varð katólska kirkjuliðið endurreist. Tveir nýlærdir prestar, E. G. Boekenogen og Thomas King, vildu fegnir átaka sær starv í Føroyum. Í húsi Fransiskanasystranna, ið komu til Føroya sama árið, varð ein lítil kirkja vígd tann 23. mai 1931. Millium tey fyrstu, ið leitaðu til kirkjuna, vóru nøkur gomul, sum í barnaárunum komu í kirkju hjá Bauer presti.

Skjótt var kirkjan í Bringsnagøtu ov lítil, og saman við tí nýggja skúlanum, Sankta Frants skúla, sum Fransiskanasystrarnar lótu byggja eftir tekning hjá H.C.W. Tórgarð, arkitekti, varð eisini bygd ein vøkur kirkja, ið var vígd 19. desember 1933.

Nýggja sóknarkirkjan, Mariukirkjan, stóð liðug í 1987 og var vígd við eini eukomeniskari gudstænastu í august 1987.

Útvortis ávísing

rætta
 
Wikimedia Commons logo