Mariukirkjan
Mariukirkjan er ein katólsk kirkja í Havn. Kirkjan er eitt listarverk í sær sjálvum innan sum uttan. Árne Winther hevur teknað hana. Mariukirkjan, sum nú er, varð vígd tann 30. august í 1987. Fyrra Mariukirkjan var bygd upp í Sankta Frants skúlan við Varðagøtu. Í hesi kirkjuni kemur kirkjuliðið saman at halda messu, og her birtir alt upp undir bøn og kvirru. Urtagarður er um kirkjuna, og her vaksa alskyns urtir; summar stava frá londum á sunnaru hálvu, ið hava somu gróðrarlíkindi sum her á landi. Ein mynd um, at Mariukirkjan hoyrir upp í alheims katólska felagsskapin.
Heimasíða: www.katolsk.fo