Lat upp høvuðsmeny

Tórshavn

Føroyski høvuðsstaðurin
(Ávíst frá Havn)

Tórshavn ella Havnin (danskt heiti: Thorshavn) er høvuðsstaður í Føroyum og nógv størsti býurin, hóast hann ivaleyst er ein av heimsins minstu høvuðsstøðum. Í meira enn 1.000 ár hevur Tórshavn verið miðdepil landsins. Men ikki fyrr enn í 1866 varð Tórshavn formliga viðurkendur sum sjálvstýrandi eind, sum veruligur høvuðsstaður. Havnin er ein nútímans, virkin býur við handilslívi, ídnaði og fyrisiting, við skúlum og fjølbroyttum valmøguleikum til víðari útbúgving, við ítrótti og einum blómandi mentanarlívi.

Tórshavn (Havn)
Thorshavn (danskt)
Høvuðsstaður
Vestaravág í Havn
Vestaravág í Havn
Land  Føroyar
Sýsla Suðurstreymoy
Oyggj Streymoy
Kommuna Tórshavnar kommuna
Vídd 158 km²
Íbúgvar 13,089 (2017)[1]
Postnummur FO-100
Markatal 21-00-00
Torshavn on Faroe map.png

Býurin er bygdur rundan um tvær smáar vágir: Vestaru Vág og Eystaru Vág, sum Tinganes gongur út millum. Havnin er vaksin nógv seinastu hundrað árini. Eins og í nógvum øðrum nútímans stórbýum eru nógv frítíðartilboð, og møguleikarnir at fáa arbeiði ella at nema útbúgving eru betri í Havn enn á bygd. Havnaøkið hevur stóran týdning. Her verður farmur lossaður, og flestu ferðafólkini koma og fara um Havnina. Árliga koma og fara 3.400 skip um Tórshavnar havn, og 680.000 tons fara um bryggjukantin.

Havnin er sjálvur landsins landafrøðiligi miðdepil, og her er landsins tingstaður, sum hann hevur verið í meira enn 1.000 ár. Í Tórshavn og økinum rundanum búgva uml. 20.000 fólk.[2]

NavniðRætta

Navnið er samansett av Tór, sum er norrønur gudur, og havn. Av tí at fyrri liðurin Tórs hevur verið lítið brúktur á manna munni, hevur almenna býarnavnið Tórshavn ikki broytt snið gjøgnum tíðina, eins og heitini Hósvík og hósdagur, har Tórs- við tíðini er blivið til Hós-.

SøgaRætta

 
Tórshavn í 1839

Landnám (800–1050)Rætta

Í Føroyingasøgu kunnu vit lesa, at í Tórshavn hevur líka frá gamlari tíð verið tingstaður hjá føroyingum. Tá komu Føroya bøndur við stórum fylgi til tings í Tórshavn. Úti í Tinganesi settu teir búðir sínar upp, og har vórðu tær standandi, so leingi sum tingið vardi. Longu í landnámstíðini gjørdist Havnin ein savnandi miðdepil, har føroyingar hittust. Eftir tátíðarmáti var tað eitt fátæksligt pláss, við kargari jørð og nógvum mjørka, ongum rekaviði og ongum fuglabjørgum, og harumframt trupult at verja móti álopum. Eisini vóru lendingarviðurskiftini vánalig, sjálvt eftir føroyskum mátistokki, og var Havnin tískil ikki egnað sum niðursetupláss. Men sum miðdepil varð hon vælegnað, og her hittust føroyingar – til avgerð av trætum, til rættargongd og til tingsetur. Og her varð avgerðin tikin ár 999, at føroyingar skuldu taka við kristnari trúgv. Í tilknýti til tær árligu tingseturnar vaks upp ein marknaður, og Tórshavn gjørdist eitt fast handilspláss. Saman við tingsetunum kom eisini handilsskapur, og Tórshavn gjørdist handilsstaður og miðstøð føroyinga.

Miðøld (1050–1600)Rætta

Føroyar komu undir Noreg og seinni undir Danmark, kom einahandilin og við honum embætismenninir. Hesir búsettust í Havnini og bygdu teir skansar fyri at verja handilsvørurnar. Tað nógva virksemið í Havnini fekk nógv fátækrafólk av bygd at flyta til Havnar, tí har kundu tey vinna sær til lívsins uppihald við handilin, við at byggja skansa ella sum soldátar.

Longu undir einahandlinum fekk Niels Ryberg loyvi at seta á stovn ein transithandil í Vágsbotni. Við hesum byrjaði nýggj tíð, og eitt nýtt handverk kom fram. Fólk lærdu seg at salta sild og at turka klippfisk. Um somu tíð vórðu undan um Havnina stykkjaðar út traðir og latnar Havnarfólki til traðarbrúk.

 
Tórshavnar býarkort, 1902.

1800-áriniRætta

Við nýggju donsku grundlógini í 1849 varð nýggj fyrisiting skipað við amtum og kommunum í danska ríkinum, og tann 16. februar 1866 kom lóg um Thorshavns kommunale Forfatning. Tá gjørdist Tórshavn serstøk kommuna, ið umfataði staðin sjálvan og garðarnar uttanfyri, Húsagarður og Álaker við tí, ið til teir hoyrdu. Til at stýra kommununi skuldu veljast 5 borgarar í borgaraumboðið, Borgerrepræsentationen, sum tað kallaðist. Hesir fimm skuldu stýra saman við landsins fúta, sum var fastur limur í stýrinum.

Á nesinum og uttan um Eystaruvág var so búsetingin. Fólkatalið fór at vaksa og var komið upp á 850, tá ið einahandilin var avtikin og fríhandil settur á stovn í 1856. Byrjanin til tann føroyska fiskiflotan varð løgd, tá Trappubrøðurnir úr Havn keyptu sluppina Fox. Men orsakað av teimum vánaligu havnarviðurskiftunum í Tórshavn mentist tann nýggja vinnan skjótari úti á bygdunum. Tað var eyðsæð, at neyðugt var at bøta um havnarviðurskiftini, og í 1927 var Tórshavnar Havn ein veruleiki.

Havnin gjørdist keypstaður tann 1. januar 1909, og býurin er í støðugari menning.

VinnuvegirRætta

Havnin hevur nógv skip og nógv tað størsta handilsvirksemið í Føroyum. Har er t.d. stór skipasmiðja, har nógv skip verða bygd, bæði úr stáli og viði. Havnin er brimpláss, hon liggur opin fyri havalduni, men har er so góður brimgarður gjørdur, at tað er leggjandi at í næstan øllum veðri. Higar koma eisini ferðafólk úr útheimi til Føroya, og meginparturin av øllum farmi, og vestanfyri er hugnalig smábátahavn og fyrr eisini fiskivinnuhavn. Til Havnar kemur nógv fólk ferðandi úr útlondum og úr øllum bygdum í Føroyum. Føst innanoyggja ferðasigling er til Havnar úr Suðuroy og úr Nólsoy.

MentanRætta

Í Havn er alt, sum einum stórbýi hoyrir til. Bæði til arbeiði, frítíð, lærustovnar, studentaskúli, fólkaskúlar og ymiskt til persónliga røkt og menning. Her eru dagstovnar, skúlar, ítróttaøki við fótbóltsvøllum, svimjihøll og rennibreyt, heilsuverk við sjúkrahúsi, og øðrum viðgerðarmøguleikum, tilhald til eldri fólk, eins og fleiri ellis- og røktarheim og sambýli eru í býnum. Stór hús eru til dømis tey gomlu amtmanshúsini, Føroya Fólkaháskúli, Landssjúkrahúsið, Hotel Hafnia, Hotel Føroyar, telefonhúsið, Kommunuskúlin, Bacalao og SMS. Í Havn eru fleiri danskir stovnar: Sorenskrivarin, Ríkisumboðsmaðurin, Landslæknin og Løgreglan. Har er eisini bæði Føroya biskupur, Fornminnissavnið, Landsbókasavnið og Býarbókasavnið. Í Tórshavn er hægstu skúlar í FøroyumGlasir, Vinnuháskúlin og Fróðskaparsetur Føroya. Har eru breiðar beinar gøtur, prúð hús og vakrir urtagarðar, og ein stór viðarlund er mitt í býnum. Í viðarlundini stendur ein prýðilig standmynd til minnis um føroyskar sjómenn, sum gingu burtur undir 2. heimskríggi.

ByggilistRætta

 
Tinganes.

Tann gamli býurin er tætt bygdur við trongum gøtum og skotum og við trappum, har ið bratt er. Sjálvt til gongu er skjótt at koma sær niðaná og fáa útsýni oman yvir býin og landslagið. Húsini fylgja sum heild hæddarstrikunum og venda sær út ímóti fjørðinum. Húsalitirnir vísa so ella so til aldurin á teimum, tey gomlu eru mest svørt, tey nýggjaru í nógvum ymiskum litum og tey nýggjastu varliga hvít ella ljóst jarðlitað. Tey flestu stakhús eru til eitt húski.

Á Skansatanga, sum fyrr var nevndur Stanganes, bygdi Magnus Heinason ein skansa til at verja Havnina fyri ófriðarskipum. Húsini og virkini hava, serliga aftan á Seinna heimsbardaga verið í ringum standi, men nú er bøtt um tey, so skansin er í dag eitt søguligt prýðiligt minni.

Teir elstu bygningarnir í Havn standa helst í Tinganesi, teirra millum eru Leigu­búðin og Munkastovan, sum eru úr miðøld og óivað elstu hús í Havn.

LandafrøðiRætta

 
Býarkort.

Tórshavn liggur mitt í landinum. Á gamla tingstaðnum Tinganesi hevur landsins stjórn, landsstýrið, sæti. Hetta er nesið, sum býtir sjálvu havnina sundur. Eystanfyri er havnin fyri ferðafólk og farm. Havnin breiðir seg nú um dyrkað traðalendi og út í hagan norðanfyri. Landslagið uttan um Havnina er javnt og rundað. Havnardalur, Hoydalar, eiðið í Nólsoy, Kaldbaksfjørður og onnur sund og firðir eru skapað av ístungunum úr jøklunum. Høg berg, máað av brimi, finnast at kalla ikki nærindis Havnini. Reynini vestanfyri og sunnanfyri koma upp í 350 metra hædd. Tvær stórar áir, Sandá og Hoydalsá, og tvær minni, Rættará og Havnará, mynda lendið. Havnará rennur gjøgnum miðbýin, nú mest undir loki. Dyrkaða lendið og tey bygdu økini eru enn sum heild undir 100 metra hædd.

Í miðstaðarøkinum eru fleiri kommunusamanleggingar farnar fram seinastu umleið tjúgu árini. Síðan 1974 er kommunan økt munandi við kommunusamanleggingunum við Kaldbak, Hoyvík, Argir, Nólsoy, Hest og Kollafjørð. Hetta hevur givið høvuðsstaðarkommununi størri møguleikar at menna byggimøguleikar og virksemi annars, og við tí alt størri fólkagrundarlagnum, sum nú er umleið 20.227 (2015) fólk, eisini størri møguleikar at átaka sær ymiskar uppgávur, sum almennu Føroyar áður hava røkt.

JarðfrøðiRætta

Fyri einum 65 milliónum árum síðani tóku seg upp eldgos á havbotninum millum evropeiska og norðuramerikanska/grønlendska meginlandið. Tá í tíðini lógu Norðuramerika og Evropa væl nærri hvørt at øðrum og uml. 10 stig sunnari enn nú á døgum. Meginlondini róku og reka enn hvørt frá øðrum, og sprung­ur í atlantiska havbotninum eru framvegis virknar við gosi innan úr jørðini. Soleiðis vórðu basaltfláirnar til, sum Føroyar eru partar av. Tríggjar høvuðsgostíðir vóru og vóru tær fleiri túsund ár. Fláir í ymiskum tjúkdum við gosgrýti og øsku vórðu til, soleiðis sum tað sæst aftur í homrum og líðum. Landið sakk sum frá leið í ein landnyrðing, so at tær elstu fláirnar og miðfláirnar síggjast sunnanfyri og vestanfyri, og tær yngstu eru at síggja norðanfyri og eystan­fyri. Landssynningsøkið av Streymoynni við landslagnum uttan um Havnina er partur av ovastu basaltfláunum.

Tá ið tertiertíðin endaði fyri einum 2,5 milliónum árum síðani, var basaltháslættin umskapaður til eitt toluliga javnt heyggjalendi við breiðum dølum. Vatn hevði matað teir jarðfrøðiliga veiku partarnar burtur og slóðað fyri teimum komandi landsløgunum. Einar 15-20 ístíðir komu aftaná og fylgdu hesum slóð­­um og skapaðu sund, firðir og dalar. Flestir ganga úr einum vesturhallum norðan í ein eysturhallan sunnan, og hetta eyðkennir landslagið og strendurnar nú. Ísurin var einar 500-700 metrar tjúkkur, og tey hægstu fjøllini rukku upp um ískápuna og eru so statt eldri enn ístíðarlandslagið. Undir ísinum varð landið brýnt og rundað. Úr Mykinesi til Fugloyar sæst eitt marknaskil, har jøklarnir fluttu seg annaðhvørt norðureftir ella suðureftir. Sandoy og Suðuroy høvdu hvør sína ískápu. U-skapaðu jøkulsdalarnir síggjast aftur í sundum og firðum millum oyggjarnar og hava gjørt, at har er sum heild rættiliga grunt.

VeðurlagRætta

Føroyar hava tempererað oyggjaveðurlag, og veðrið er sera skiftandi. Ta einu løtuna skínur sólin av klárum himni, og næstu løtuna dregur hann á luftina, og tað fer at regna. Veðurlagið fer frá at verða bólkað sum tempererað til at vera arktiskt, tá ið miðalhitin fyri heitasta mánað er minni enn 10 °C. Sjógvurin frystir ongantíð.  Hitin er høgur í mun til norðurleikan. Luftin er rein og frísk alt árið. Miðalhitin í Tórshavn var 6,3°C í 2010 - tann lægsti í langa tíð. 

Veðurlagið í 2010:

  • Miðalhiti: 6,3°C
  • 
Avfall: 1,165 mm.
  • 
Sólartímar: 977 tímar
  • 
Frostdagar: 67 dagar

  • Minsti hiti: -5,7°C

  • Minsti hiti síðan 1961: -12,3°C
  • 
Mesti hiti: 16,2°C
  • 
Mesti hiti síðan 1961: 26,3°C
Klimadáta fyri Tórshavn (1981–2010, ekstremt 1961–2010)
Mánaður Jan Feb Mar Apr Mai Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des Árið
Mesti hiti °C (°F) 11.6
(52.9)
12.0
(53.6)
12.3
(54.1)
18.3
(64.9)
19.7
(67.5)
20.0
(68)
20.2
(68.4)
22.0
(71.6)
19.5
(67.1)
15.2
(59.4)
14.7
(58.5)
13.2
(55.8)
22.0
(71.6)
Meðal høgt °C (°F) 5.8
(42.4)
5.6
(42.1)
6.0
(42.8)
7.3
(45.1)
9.2
(48.6)
11.1
(52)
12.8
(55)
13.1
(55.6)
11.5
(52.7)
9.3
(48.7)
7.2
(45)
6.2
(43.2)
8.8
(47.8)
Miðalhiti °C (°F) 4.0
(39.2)
3.6
(38.5)
4.0
(39.2)
5.2
(41.4)
7.0
(44.6)
9.0
(48.2)
10.7
(51.3)
11.0
(51.8)
9.6
(49.3)
7.5
(45.5)
5.5
(41.9)
4.3
(39.7)
6.8
(44.2)
Meðal lágt °C (°F) 1.7
(35.1)
1.3
(34.3)
1.7
(35.1)
3.0
(37.4)
5.1
(41.2)
7.1
(44.8)
9.0
(48.2)
9.2
(48.6)
7.6
(45.7)
5.4
(41.7)
3.4
(38.1)
2.1
(35.8)
4.7
(40.5)
Metlágt °C (°F) −8.8
(16.2)
−11.0
(12.2)
−9.2
(15.4)
−9.9
(14.2)
−3.0
(26.6)
0.0
(32)
1.5
(34.7)
1.5
(34.7)
−0.6
(30.9)
−4.5
(23.9)
−7.2
(19)
−10.5
(13.1)
−11.0
(12.2)
Avfall mm (inches) 157.7
(6.209)
115.2
(4.535)
131.6
(5.181)
89.5
(3.524)
63.3
(2.492)
57.5
(2.264)
74.3
(2.925)
96.0
(3.78)
119.5
(4.705)
147.4
(5.803)
139.3
(5.484)
135.3
(5.327)
1,321.3
(52.02)
Miðal dagar við avfalli (≥ 1.0 mm) 22 17 21 16 13 12 13 13 18 22 21 22 210
Average relative humidity (%) 90 89 89 87 88 88 90 90 90 90 89 90 89.2
Miðal pr. mánað sóltímar 14 36 71 106 124 125 111 98 80 49 20 6 840
Kelda #1: Danish Meteorological Institute[3]
Kelda #2: NOAA (sun, humidity and precipitation days 1961–1990)[4][5]

FólkatalsfrøðiRætta

Býarvøksturin hevur verið ógvuliga stórur seinastu árini. Í 1801 var íbúgvaratalið í Havn 554, í 1950 10 ferðir so stórt – 5.607. Í 2015 var íbúgvaratalið í nýggju stórkommununi vaksið til 20.227. Meira enn 1/3 av fólkinum í Føroyum býr í Tórshavnar kommunu, og enn flyta fólk til Havnar.

ÍtrótturRætta

FótbólturRætta

Tríggir fótbóltsvøllir eru í Havn: Ovari vøllur, Niðari vøllur, og Tórsvøllur. Tveir teir fyrstu umsitur mentamáladeildin hjá Tórshavnar kommunu. Grunnurin Tórsvøllur umsitur Tórsvøll. Ein og hvør kann læna fótbóltsvøllirnar, tá fótbóltsfeløgini ikki nýta teir. Tað er ókeypis at brúka fótbóltsvøllirnar hjá Tórshavnar kommunu.

SvimjingRætta

Fimm almennir svimjihyljar eru í kommununi. Tann størsti er Svimjihøllin í Gundadali. Hinir fýra eru í Argja skúla, Eysturskúlanum, Kollafjarðar skúla og úti í Hesti. Svimjihøllin í Gundadali verður í høvuðsheitum brúkt til almenna svimjing, men eisini skúlar, stovnar og feløg brúka hana. Hinir svimjihyljarnir eru fyrst og fremst til skúlabrúks, men tann í Kollafirði er eisini opin fyri almenninginum. Svimjihylurin í Hesti er einans í nýtslu um summarið.

PolitikkurRætta

 
Tinganes er millum mest sermerktu, fornríku og søguligu pláss í Føroyum.
 
Olaf Finsen var býráðsformaður í Tórshavn frá 1904 til 1909

Nú býr Føroya yvirvald úti á Tinganesi, tí har hevur Føroya Landsstýri innivist. Enn kemur Føroya Løgting saman í Tórshavn á hvørjum ári, men løgtingshúsið er ikki á Tinganesi, tað stendur longur uppi í býnum.

Býráðið í Tórshavnar kommunu hevur 13 limir, ið verða valdir eftir reglunum í kommunulógini. Býráðið ger av, nær og hvar regluligir býráðsfundir skulu vera. Fyrst í hvørjum álmanakkaári verður hetta kunngjørt á tann hátt, sum vanliga verður nýttur í kommununi. Vanliga hevur býráðið almennan fund eina ferð um mánaðin. Borgarstjórin fyrisitur dagligu leiðsluna av kommununi. Hann ansar eftir, at málini verða býtt út til avvarðandi nevndir og starvsfólk í kommununi. Um tað er neyðugt, ger hann reglur fyri, hvussu málini skulu verða avgreidd.

Býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu eru borgaravald umboð, sum eru stillað upp í politiskum flokkum. Limirnir skipa seg í ein meiriluta og ein minniluta, har meirilutin er at líkna við samgonguna í landspolitikki. Siðvenjan við meiriluta og minniluta hevur verið í kommununi í fleiri áratíggju. Tey, sum skipa meiriluta, undirskriva eitt samgonguskjal, har ætlanirnar hjá meirilutanum fyri valskeiðið verða settar út í kortið. Í Tórshavnar kommunu er ikki vanligt at almannakunngera sjálvt samgonguskjalið. Nývalda býráðið velur ein borgarstjóra fyri alt valskeiðið. Starvið sum borgarstjóri er fulltíðarstarv. Eisini velur býráðið ein 1. og ein 2. varaborgarstjóra og mannar síðani tær føstu nevndirnar: Fíggjarnevndina, Teknisku nevnd, Mentamálanevndina, Trivnaðarnevndina, Vinnunevndina, Náttúru- og umhvørvisnevndina, Byggi- og býarskipanarnevndina og Økisnevndina. Limirnir í føstu nevndunum skulu vera býráðslimir.

Kommunuval er fjórðahvørt ár annan týsdag í november. Til Tórshavnar býráð verða valdir 13 limir. Fyri at kunna velja og stilla upp til kommunuval í Tórshavnar kommunu, skalt tú vera fylt/-ur 18 ár og hava heimarætt í Føroyum. Eisini skalt tú vera tilmeldað/-ur hjá fólkayvirlitinum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur fyri valdagin og framvegis vera búsitandi í kommununi sjálvan valdagin. Borgarar úr øðrum londum, ið hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum, hava eisini rætt at velja og stilla upp til kommunuval. Uppstilling fer fram á vallista, har í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 stillarar kunnu stilla millum 1 og 17 valevni upp til býráðið. Í Tórshavnar kommunu er siðvenja at hava politiska uppstilling, t. v. s. at valevnini verða stillað upp í politisku flokkunum, ið vit kenna frá landspolitikki. Ein valnevnd, sum býráðið velur, hevur evstu ábyrgdina av valinum í kommununi. Aftrat henni eru valstýri, sum taka sær av valinum í teimum ymsu atkvøðuøkjunum. Nýggja býráðið tekur við 1. januar árið eftir valið og situr í fýra ár.

Býráðið ásetir skattaprosentið í kommununi á hvørjum ári, tá fíggjarætlanin verður viðgjørd. Skattainntøkan verður brúkt til tær tænastur, kommunan veitir sínum borgarum. Taks tekur sær av skattaálíkningini, bæði viðvíkjandi kommunuskatti, landsskatti, kirkjuskatti o. ø. Tað er eisini Taks, sum krevur skattin inn.

Býráðsvalið 2016Rætta

 
Bryggjubakki áðrenn Trappan varð gjørd og tikin í nýtslu á sumri 2016

Niðanfyri sæst atkvøðubýtið á býráðsvalinum 8. november 2016.

Flokkur Atkvøður Prosent Sessir
# ± % ± # ±
AFólkaflokkurin 1 659 −98 13,7 −2,1 2 ±0
BSambandsflokkurin 1 209 +82 9,9 −0,2 1 ±0
CJavnaðarflokkurin 4 674 +161 39,2 −2,1 5 −2
ETjóðveldi 3 378 +870 27,8 +5,3 4 +1
FFramsókn 1 094 +445 9,0 +3,2 1 +1
H – Uttanflokkalistin 48 +48 0,4 +0,4 0 ±0
Aðrir flokkar 0 −494 0 −4,5 0 ±0
Tilsamans 12 197 100,0 13
Borgarstjóri: Annika Olsen (A)
Varaborgarstjóri: Gunvør Balle (E)

SamferðslaRætta

Vøruflutningurin millum bygdir var fram til umleið 1970 bara at kalla sjóflutningur við skipum og bátum. Sambandið við útheimin gekk um Havnina, og bátar førdu vørur og fólk í land. Verulig havn við atløgubryggjum kom sein­ast í 1920-árunum.

Vegur varð lagdur til torvheiðarnar vestanfyri, Landavegurin kallaður. Annars var fyrsti rættiligi vegurin úr Havnini gjørdur í 1907, og tað var vegurin niðan á Sanatoriið, bróstsjúkrahúsið í Hoydølum. Vegur varð gjørdur til Hvítanes í 1950, men ikki fyrr enn í 1966 var Oyggjarvegurin liðugur, og trý ár seinni var koyrandi allan vegin norður og suður í Streymoynni.

Broytingarnar í ferðslumynstrinum hava havt við sær, at strandferðslan við skipum er nógv minkað, at meginparturin av fólkaflutninginum í onnur lond fer fram við flogfari, og at Havnin hevur fingið eina nógv vaksna ferðslu við bilum.


Vitjanarverd støðRætta

 
Viðarlundin Ólavsøkuaftan 2010.
 
Norðurlandahúsið.
 
Gongin.
  • Skansin: Havnar skansi verður mettur sum eitt av fremstu fornminnum Føroya og er einasta skansaverk av sínum slag í landinum.
  • Løgtingið er hægsti politiski myndugleiki í Føroyum.
  • Vaglið er mitt í býnum. Her í umhvørvinum eru hús og bygningar úr seinnu helvt av 19. øld
  • Viðarlundin: Inni í Viðarlundini er minnisvarði reistur til minnis um teir sjómenn, ið lótu lív undir Seinna heimskríggi. Tey fyrstu trøini vórðu sett niður uml. 1880, men tann seinna og betri eydnaða royndin var í 1903. Við Viðarlundina er eisini Listasavn Føroya.
  • Norðurlandahúsið, ið arkitekturin Ola Steen hevur teknað. Húsið stóð liðugt í 1983.
  • Gongin
  • Vágsbotnur: Teir reyðu bygningarnir eru frá Rybergstíðini í seinnu helvt av 1700-talinum. Frammanfyri er standmyndin eftir Hans Paula Olsen, "Nólsoyar Páll" (1995). Í Vágsbotni og Tórsgøtu eru matstovur, og har verður skipað fyri mentanartiltøkum.
  • Reynagarður varð bygdur um 1630 til prestin Hans Rasmussen. Ein lonin stendur eftir, og nú er hon einasta bindingverkshús í landinum.
  • H. N. Jacobsens Bókahandil ella Gamli Bókahandil, er bygdur í 1860 sum realskúli, og friðaður.
  • Sjósavnið: Úti á Argjum er eitt gamalt hús úr gróti, Íshúsið, sum í dag er Sjósavn.
  • Skansapakkhúsið varð í 1750 bygt har, sum Tinganesskansin hevði staðið.
  • Smiðjan: Tað var Restorffs Handil, sum bygdi smiðjuna í 1870-árunum.
  • Niels Finsens gøta er einasta gongugøta í Føroyum.
  • Glaðsheyggjur: Her hava fólk kanska búð síðan í 1600-talinum. Gamalt og nýtt rennur saman, men býlingurin er sermerktur við smáum, gomlum húsum.
  • Kongaminnið varð reist í 1882. Til minnis um fyrstu kongsvitjanina í 1874.
  • Káta Hornið er mitt í Niels Finsens gøtu við brunnin við dansandi børnum.
  • Sparikassagarðurin: Í sparikassagarðinum er standmyndin "Maður og kvinna" eftir Janus Kamban. Trøini við Gamla Bókahandil og í sparikassagarðinum eru síðst úr í 19. øld.
  • Telefonverkið
  • Havnar Kirkja: Fyrsta kirkjan varð bygd í 1609 Úti á Reyni, tann næsta í 1788 við Bryggjubakka, tað er sama kirkjan, sum enn stendur, men hon varð heilt umbygd í 1865.
  • Býráðssalurin: Síðan í mai í 1983 hevur Tórshavnar Býráð havt sínar regluligu býráðsfundir í Býráðssalinum.

Viðgitið fólk frá TórshavnRætta

SysturstaðirRætta

MyndasavnRætta

Sí eisiniRætta

KeldurRætta