´

Reykjavíkurborg

Reykjavíkurborg á Íslandskortinum.
Land Ísland
Postnummar 101-155
Valdømi Reykjavíkurvaldømi norður og
Reykjavíkurvaldømi suður
Sýsla Gullbringusýsla
Vídd 274,5 km²
Íbúgvar (2023) 139.875
Borgarstjóri Dagur B. Eggertsson
Heimasíða www.rvk.is Íslendskt

Reykjavík er høvuðsstaður í lýðveldinum Íslandi. Reykjavík hevur umleið 139.875 íbúgvar og er størsti býur í Íslandi. Stóra Reykjavíkarøkið hevur umleið 202 000 íbúgvar. Borgarstjóri er Dagur B. Eggertsson. Tað sigst, at Reykjavík er heimsins reinasti, grønasti, og tryggasti høvuðsstaður.

 
Reykjavík

Ingólfur Arnarson, sum kom úr Noregi, var fyrsti landnámsmaður Íslands og tók land í Íslandi í 874. Hann kom við konu sínari, Hallveig Fróðadóttur, syni sínum Þorsteini, og tveimum trælum sínum, sum itu Vífill og Karl. Vífill varpaði öndvegissúlurnar frá bátinum, tá ið Ingólfur sá landið. Vífill var nú frælsur, tí hann gjørdi hetta, og Ingólfur sendi hann á Vífilsstaðir, sum er nú øðrumegin bygdina Garðabær. Søgan er, at Ingólfur sá royk á víkini, sum hann var komin til, og hann kallaði tí víkina „Reykjavík“ (Roykja + vík), har sum býurin stendur nú.

Tað eru ikki nógvar upplýsingar um Reykjavík í miðøldini. Nógvir tekstir um Reykjavík vísa bert á, at Reykjavík var ein bóndagarður. Í 18. øld, hevði Danmark hug at gera Reykjavík til ein stóran bý. Í 1752 gav kongurin Danmarkar landsóðal Reykjavík til Innréttingarnar. Formaður fyri Innréttingunum var Skúli Magnússon. Umleið ár 1750 vóru hús og íbúðapartar gjørdir til ullarverksmiðjur. Ullarverksmiðja var størsta verksmiðja í Reykjavík, og orsøk til, at Reykjavík var verðandi bygt øki.


Í 1786 steðgaði Danmark einkarætt í Reykjavík og Íslandi. Reykjavík var nú keypstaður, og er 1786 mett sum føðingarárið hjá Reykjavík. Men Reykjavík var enn undir tí danska kongsríkinum. Nógv fólk úr Danmark komu og høvdu verkevni í Íslandi. Men í 19. øld bilgdust hugsanir um sjálvstøðu millum íslendingar. Síðan Reykjavík var størsta bygd í landinum, vaks hugsanin um sjálvstøðu í Reykjavík. Í 1845 endurstovnaðu íslendingar í Reykjavík Alþingið (Løgtingið Íslandi), sum var gamalt løgting í Íslandi árið 930. Hetta „Alþingið“ var stovnað á Tingvellum fyrst, men í 1845 tað var í Reykjavík. Altingið var stovnð í Reykjavík í 1845, tí hon var var høvuðsstaður í Íslands.

Alþingið ella hitt íslendska løgting frá 1845 til 1874 hevði ikki løgstarv. Men í 1874 fekk Ísland stýrslagið og ið kom við løgstarv. Tann 1. desember 1918, Ísland var sjálvsálits land, men enn undir tí danska kongaríkinum. Hetta land æt Kongaríkið Íslands.

Íbúgvar í Reykjavík
1801 600
1860 1 450
1901 6 321
1910 11 449
1920 17 450
1930 28 052
1940 38 308
1950 55.980
1960 72 407
1970 81 693
1980 83 766
1985 89 868
1990 97 569
1995 104 258
2000 110 852
2005 114 800
2006 115 420
2007 117 721
2008 120 000

Tað var heimskreppa í Reykjavík frá 1920 til 1930. Tá var stórt arbeiðsloysi. Hin 10. mai 1940, meðan Danmark var hersett av Týsklandi, kom seinni heimsbardagi til Íslands. Tað vóru 4 bretskir bátar sum komu á Reykjavíkar Havn. Eingin gjørdi mótstøðu. Bretland og Amerika gjørdu Keflavík flogvøllin og Reykjavík flogvøllin. Ísland vildi ikki luttaka í heimsbardaganum, og tí var landið og er enn í dag uttanveltað. Tað var eingin mótstøða í Reykjavík. Tað búðu líka nógvir bretskir og amerikanskir hermenn í Reykjavík undir Seinna Heimsbardaga, sum tað búðu íslendingar. Í 1904 fingu íslendingar heimastýri, og var skrivstova forsetisráðharrans í Reykjavík. Í 1944 gjørdist Ísland lýðveldi. Forseti Íslands fekk bústað á Bessastøðum tætt við Reykjavík, í bygdini Garðabær.

Landafrøði

rætta

Veðurlag

rætta
Mánaður Jan. Feb. Mar. Apr. Mai Jun. Jul. Aug. Sep. Okt. Nov. Des. Ár
Heitast 2 °C 2,5 °C 4 °C 6 °C 10 °C 12 °C 14 °C 14 °C 11 °C 7 °C 4 °C 2 °C 7,4 °C
Kaldast -2 °C -2 °C -1 °C 1 °C 4 °C 7 °C 9 °C 8 °C 6 °C 3 °C 0 °C -1 °C 2,7 °C
Avfall 89 mm 64 mm 62 mm 56 mm 42 mm 42 mm 50 mm 56 mm 67 mm 94 mm 78 mm 79 mm 779 mm

Búskapur

rætta

Stórar fyritøkur

rætta

Mentan

rætta

Hallgrímskirkja er størsta kirkjan í Reykjavík og í Íslandi, og er 74,5 metrar høg. Perlan liggur á einum heyggi nærindis, har tað er lætt at síggja allan býin Reykjavík. Tað eru eisini fleiri listasøvn í Reykjavík. Um náttina eru tað nógv fólk sum "djamma" í miðbýnum Reykjavík, ella 101 Reykjavík.

Ítróttur

rætta

Kend fólk úr Reykjavík

rætta

Vinabýir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið