Skjøldur Kort
Skjøldur hjá Oslo
Grunddáta
Land: Noreg
Vídd: 454
Íbúgvar (2018): 673,469
fyri km²: 1,483
Kommuna: Oslo kommuna
Mál: Norskt (bókmál)
Heimasíða: Oslo kommuna

Oslo er Noregs høvuðsstaður, og uml. 10 % av landsins fólki býr í býnum. Tað búgva 626 953 fólk í Oslo. Oslofjørðurin er tættast fólkaði fjørður í Noregi. Býurin, sum upprunaliga æt Christiania, er 1000 ára gamal. Norski høvuðsstaðurin verður eisini nevndur víkingahøvuðsstaðurin. Hetta er ein býur, sum er tætt við hav og strond, náttúrðuna og skíøkir. Í Oslo er Stórtingið, har eru stjórnarbygningarnir, kongsborgin og almennir stovnar, til dømis útvarpið (NRK), Ríkissjúkrahúsið og Landsbanki Noregs. Longu um ár 500 e.Kr. var Oslo handilsstaður. Spakuliga vaks staðurin og fekk keypstaðarheitið 1048, tá ið Haraldur kongur Harðræði læt gera keypstað har. Býurin hevur góða havn, og har er altíð fult av ferðamanna- og farmaskipum; meira enn helvtin av tí, sum verður flutt inn til Noregs, verður uppskipað í Oslo. Í Oslo býr kongurin, og har kemur stórtingið saman, har er lærdur háskúli og nógvir aðrir skúlar. Ráðhúsið í Oslo er bæði stórt og prýðiligt. Tað stendur niðri við havnina, og er bygt av reyðum múrsteini. Inni í teirri stóru høllini hanga myndir, sum lýsa høvuðsstaðarsøguna.

Ráðhúsið í Oslo

Oslo er heimsins dýrasti býur at búgva í, frammanfyri London og Keypmannahavn.

Mentan Edit

Kendi norski listamaðurin, Edvard Munch testamenteraði Oslo kommunu umleið 1100 málningar, 1550 grafisk bløð, 4700 tekningar og seks standmyndir. Hesi eru øll at finna í Munch savninum, sum læt upp fyri almenninginum í 1963, hundrað ár eftir, at listamaðurin varð føddur. Munch savnið í Oslo eigur í dag umleið helvtina av øllum málningum Munchs, og hetta hevur gjørt tað møguligt hjá savninum at hava serligar framsýningar bæði á sjálvum savninum og aðrastaðni í heiminum.

Gustav Vigeland er kendur fyri høggmyndirnar í Vigelandsparkini í Oslo. Har eru fleiri enn 200 høggmyndir. Tilfarið, ið høggmyndirnar eru evnaðar úr, er bronsa, granitt og smíðijarn. Við umleið 2 milliónum vitjandi hvørt ár er parkin tann mest vitjaða býarparkin í Skandinavia. Hóast Gustav Vigeland gjørdi nógv av arbeiðinum undir Øðrum veraldarbardaga, slapp hann at halda áfram uttan at verða steðgaður av nazistunum. Parkin varð í høvuðsheitum liðug millum 1939 og 1949.

Fólkið Edit

Triðja hvørt barn í Oslo kemur frá ikki-norskari bakgrund. Norskir miðlar hava eina uppgerð yvir mest nýttu nøvn í 2008. Henda uppgerð vísir, at nógv mest nýtta navn í Oslo er Mohammed, meðan fremsta gentunavnið er Sara. Í Oslo komu 120 dreingir við navninum Mohammed til verðina í 2008, meðan nummar tvey á listanum er navnið Jakob, ið 76 smádreingir fingu. Mest nýttu gentunøvn í Oslo vóru í fjør Sara, Sofie, Nora og Selma.

Myndasavn Edit

Vinarbýir Edit

Sí eisini Edit


  Kongsríki Noreg  
Fylki
Agder · Innlandet · Møre og Romsdal · Nordland · Oppland · Oslo · Rogaland · Troms og Finnmark · Trøndelag · Vestfold og Telemark · Vestland · Viken
Hjálond
Bouvetoy · Maudland · Peteroy
Øki
Jan Mayen · Svalbarð

Coordinates: 59°57′N 10°45′E / 59.950°N 10.750°E / 59.950; 10.750

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið