Hav er sjógvur landa millum, sjógvurin uttansyndis. Hav fjalir 71 % av jarðarknøttinum, og alt tað, vit rokna sum hav, hongur meira ella minni saman. Í veruleikanum er alt eitt stórt hav; men vanliga býta vit tað sundur. Vit tosa um trý heimshøv: Atlantshavið, Indiahavið og Kyrrahavið. Øll onnur høv kunnu roknast sum partar av hesum trimum; men ofta verða smærri havøki býtt frá.

Atlantshavið

Plast elvir til stórar trupulleikar í heimshøvunum. Uml. 8 milliónir tons av plasti verða latin út í havið um árið. Av hesum 8 milliónum tonsunum av plasti, sum enda í havinum um árið, søkka 70% til botns. Tað kann skjótt enda við, at meiri plast verður í havinum enn fiskar. Áleið 100,000 súgdjór og skjaldbøkur og 1 millión sjófuglar doyggja hvørt ár, orsaka av plasti. 95% av øllum sjófuglum hava evarska lítil plastpetti í maganum. Tá djór eta plast, kemur mikroplast í tann matin, vit eta úr havinum. Heimsmál nr. 14 hjá ST er m.a. um at minka dálkingina av høvunum.

Vert at vita

rætta

Sí eisini

rætta

Slóðir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið