Shanghai er størsti býur í Kina eftir fólkatali.[1][2] og heimsins størsti býur yvirhøvur eftir fólkatali.[3] Býurin er ein av teimum fýra beinleiðis-strýrdu kommununum í Kina, við einum fólkatalið á tilsamans knappar 24 milliónir (2013).[4] Býurin er ein altjóða fíggjarmiðdepil,[5] og ein miðdepil fyri ferðasamband við heimsins virknastu bingjuhavn.[6] Býurin liggur í deltaðini við Yangtze-ánna í Eysturkina og liggur har ið Yangtze-áin rennur út miðskeiðis á kinesisku strondini. Shanghai kommuna hevur mark við landslutirnir Jiangsu og Zhejiang móti norði, suðri og vestri, og er avmarkað móti eystri av tí Eysturkinesiska havinum.[7]

Shanghai myndir

Í øldir vaks Shanghai sum ein fyrisitingarligur býur, flutningshavn og handilsbýur og í 19. øld vaks týdningurin av býnum orsakað av evropiskari viðurkenning av tí góðu havnini, staðsetingini og teimum búskaparligu møguleikunum. Býurin var ein av teimum fimm havnunum, ið var latin upp fyri útlendskum handli eftir at Stórabretland vann yvir Kina í tí Fyrra Opiumskrígnum, meðan tann eftirfylgjandi 1842 Nanking-sáttmálin frá 1842 og Whampoa-sáttmálin frá 1844 loyvdi stovnanini av Shanghai International Settlement og French Concession. Býurin blómaði tá sum ein miðdepil fyri handil millum eystur og vestur og gjørdist fíggjarligur miðdepil í asiatiska Stillahavsøkinum í 1930-árunum.[8] Men, tá ið Kommununistaflokkurin tók valdið á meginlandinum í 1949, var handil orienteraður við fokus á sosialistisk lond, og alheimstýdningurin hjá býnum minkaði. Í 1990-árunum, gjørdi tann búskaðarligi reformurin sum Deng Xiaoping innførdi, at býurin mentist aftur og hjálpti við til at útlendskar íløgur aftur vóru gjørdar í býin.[9]

Shanghai er eitt vælumtókt ferðavinnumál sum er kent fyri søgulig eyðkenni sum Bund, Chenghuang Miao Savnið og Yuyuan havin og harumframt eisini fyri Lujiazui sum sæst í havsbrúnni. Onnur kend ferðavinnumál í býnum eru Shanghai Savnið og Kina Listasavnið.

Keldur

rætta
  1. http://courses.washington.edu/chinageo/ChanCityDefinitionsEGE2007.pdf Archived 2013-01-15 at the Wayback Machine courses.washington.edu, s. 395.
  2. "What are China's largest and richest cities?". University of Southern California. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-11-09. https://web.archive.org/web/20131109005931/http://china.usc.edu/(S(swqn0p55xbqmsu45cwso5lzy)A(IEcheuFczAEkAAAAODRlNTk2OTMtMDViMC00Yjk5LWFmZTgtODc1OTA1YWYxMDM4e9e8O7-g5_HYhuft0Huy7h2GlGg1))/ShowAverageDay.aspx?articleID=910. Heintað 2014-04-08. 
  3. "Cities: largest (without surrounding suburban areas)". Geohive. http://www.geohive.com/earth/cy_notagg.aspx. Heintað 13 September 2011. 
  4. http://news.xinhuanet.com/politics/2013-02/19/c_114725465.htm
  5. "The Competitive Position of London as a Global Financial Centre". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2010-07-15. https://web.archive.org/web/20100715034730/https://www.zyen.com/PDF/LCGFC.pdf. Heintað 2014-04-08. 
  6. "Top 50 World Container Ports". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-07-04. https://web.archive.org/web/20120704184751/http://www.worldshipping.org/about-the-industry/global-trade/top-50-world-container-ports. Heintað 2014-04-08. 
  7. "Geographic Location". Basic Facts. Shanghai Municipal Government. http://www.shanghai.gov.cn/shanghai/node23919/node24059/node24061/userobject22ai36489.html. Heintað 14 September 2011. 
  8. Scott Tong (October 2009). "Shanghai: Global financial center? Aspirations and reality, and implications for Hong Kong". Hong Kong Journal. http://www.hkjournal.org/PDF/2009_winter/3.pdf. Heintað 17 October 2011. 
  9. "Historic Transformation". Shanghai.gov.cn. 27 May 1949. http://www.shanghai.gov.cn/shanghai/node17256/node17432/node17433/userobject22ai24.html. Heintað 11 December 2011. 
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið