1960
Árstal |
1957 1958 1959 – 1960 – 1961 1962 1963 |
Áratíggju |
1950-árini – 1960-árini – 1970-árini |
Øldir |
19. øld– 20. øld – 21. øld |
1960 var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. Árið er eisini kallað "Ár Afrika" (Year of Africa), vegna teir nógvu stóru atburðir, ið hendu í heimspartinum. Millum annað fingu 17 afrikanskar tjóðir fullveldi hetta árið.
Hendingar
rætta- 2. januar - John F. Kennedy, senatorur, boðar frá at hann stillar upp til amerikanska forsetavalið.
- 9. januar - Farið verið undir at byggja Aswan High byrgingina í Egyptalandi.
- 21. januar - Ein mina fellur saman í Suðurafrika, og hevur við sær at 500 lata lív.
- 22. januar - Jacques Piccard og Don Walsh síga 10.911 metrar niður í Marianagrøvina, og verða fyrstir manna at røkka lægsta punkt á jørðini.
- 1. februar - Fýra afroamerikanskir studentar seta seg niður í eina matstovu í mótmælisørindum. Teimum verður noktað tænasta útfrá húðarlit teirra, men sleppa at verða sitandi. Hetta hevur við sær at fleiri líknandi mótmælistiltøk fyri javnrættindi afroamerikanara verða runt suðurstatirnar í USA. 6 mánaðir seinni fáa afroamerikanarir tænastu á jøvnum fóti við hvítum fólkum í somu matstovu sum mótmælið hevði átt stað.
- 10. februar - Ráðstevna verður hildin í Brussel í Belgia um eftirspurt fulvelldi Belgiska Kongo.
- 13. februar - Fraklendingar avprøva teirra fyrstu atombumbu í Sahara oyðimørkini.
- 29. februar - Ein jarðskjálvti í Marokko, oyðileggur býin Agadir.
- 3. mars
- Elvis Presley vendir aftur til USA, eftir at hava tænt hertænastu í Týsklandi í tvey ár.
- Lucille Ball verður skild frá manni sínum Desi Arnaz, eftir 19 ára hjúnarband. Hetta hevur við sær at umtókta amerikanska sendirøðin I Love Lucy endar gongu sína.
- 5. mars - Alberto Korda tekur tí heimskendu og ikonisku myndina Guerrillero Heroico av Che Guevara í Havanna í Kuba.
- 6. mars
- Vjetnamkríggið: USA boðar frá teir fara at sendaat 3.500 hermeverðverðverðverðn vrð enir til Vjetn
- Kvinnur fáa valrætt í Sveis.
- 29. mars - Frakland vinnur Eurovision Song Contest, sum verður hildin í London hetta árið, við sanginum Tom Pillibi sungnum av Jacqueline Boyer.
- 1. apríl
- USA sendir upp tann fyrsta veðurfylgisveinin (weather satellite).
- Fólkateljing byrjar í USA. 179.323.175 íbúgvar eru skrásettir at búgva í USA hendan dag.[1] Fólk frá Latínamerika eru skrásett sum hvít. Tað sama verður gjørt við fólk frá Dominikanalýðveldinum, evropeisk hvít frá Argentinu og meksikanarar, ið líkjast indiánarum.
- 4. apríl
- 32. Oscar-virðislønin verður handað í Hollywood. Filmurin Ben-Hur vinnur met í flestu Oscar vinningum hetta kvøldið. Hann vinnur eisini Oscarin fyri besta film.
- Elvis Presley sangurin "Are You Lonesome Tonight?" verður upptikin fyri fyrstu ferð.
- 12. apríl - Eric Peugeot, yngsti sonur stovnaran av Peugeot bilverksmiðjuni, verður rændur í París. Hann verður leyslatin 15. apríl afturfyri 300.000 dollarar í loysigjaldi.
- 19. apríl - Suðurkoreanskir studentar mótmæla kring landið, forsetanum Syngman Rhee. Mótmælistiltøkini hava við sær at forsetin til síðst leggur frá sær.
- 21. apríl - Høvuðstaður Brasil skiftir frá Rio de Janeiro til Brasília.
- 27. apríl - Togo fær fullveldi.
- 9. mai - Amerikanarir góðkenna P-bollan, sum verður heimsin fyrsta góðkenda, orala, gitnaðarforðandi fyribyrging.
- 15. mai - Sovjetsamveldið sendir upp fylgisveinin Sputnik 4.
- 22. mai - Heimsins kraftigasti jarðskjálvti, ið er máldur (9.5 á richter-skalanum) rakar Kili. Talið av deyðum er óvist, men liggur ímillum 2.300 og 6.000 mans.
- 1. juni - Fyrsta sjónvarpstøðin í Nýsælandi tekur til starva í býnum Auckland.
- 9. juni - Ódnin "Mary" rakar Kina, og hevur við sær at 1.600 lata lív.
- 10. juni - Domino's Pizza verður sett á stovn í Michigan, USA.
- 15. juni - Ógvislig mótmæli við háskúlan í Tokyo (Tokyo University), hava við sær at 182 verða handtikin og 589 meiðslast.
- 26. juni - Malagsi Lýðveldið, ið nú kallast Madagaskar fær fullveldi.
- 30. juni - Belgiska Kongo fær fullveldi, og før navnið Lýðveldið Kongo (Republic of the Congo (Léopoldville)).
- 1. juli
- 4. juli - USA vísir, fyri fyrstu ferð, eitt nýtt flagg við 50 stjørnum, eftir at Hawaii varð góðkendur sum 50indi statur ríkisins í august 1959.
- 20. juli - Í Ceylon verður Sirimavo Bandaranaike vald til forsætisráðharra. Hon verður samstundis heimsins fyrsti kvinnuligi ríkisstjórnarleiðari.
- 1. august - Dahomey, ið nú kallast Benin fær fullveldi frá Fraklandi.
- 3. august - Niger fær fullveldi frá Fraklandi.
- 4. august - Upper Volta, ið nú kallast Burkina Faso, fær fullveldi frá Fraklandi.
- 7. august - Fílabeinsstrondin fær fullveldi frá Fraklandi.
- 11. august - Tjad fær fullveldi frá Fraklandi.
- 13. august - Ubangi-Shari, ið nú kallast Miðafrikanska lýðveldið, fær fullveldi frá Fraklandi.
- 17. august - Gabon fær fullveldi frá Fraklandi.
- 20. august - Senegal fær fullveldi.
- 22. september - Mali verður til "Lýðveldið Mali", eftir at Senegal tók seg burturúr ríkisfelagskapi teirra ein mánað áðrenn.
- 26. september - Richard Nixon og John F. Kennedy, leiðandi forsetavalevnir, kjakast í amerikanskum sjónvarpi.
- 1. oktober
- 7. oktober - Nigeria verður 99inda limatjóð í Sameindu Tjóðunum.
- 29. oktober - Muhammad Ali vinnur sín fyrsta boksing kamp sum yrkisleikari.
- 30. oktober - Fyrsti væleydnaði nýraflutningurin (transplantatión) verður í Englandi.
- 8. november - John F. Kennedy vinnur tað amerikanska forsetavalið.
- 28. november - Móritania fær fullveldi frá Fraklandi.
- 4. desember - Sovjetsamveldið sýtir Móritania atgongd til limaskap í Sameindu Tjóðunum.
List
rættaBókmentir
rætta- 11. juli - How to Kill a Mockingbird hjá Harper Lee verður útgivin. Bókin vinnur seinni eina Pulitzer-virðisløn fyri bestu amerikansku skaldsøgu í 1960.
Sjónvarp
rætta- 30. september - Teknifilmsrøðin The Flintstones verður víst fyri fyrstu ferð á amerikonsku sjónvarpsrásini ABC.
- 9. desember - Enska dramarøðin Coronation Street verður víst fyri fyrstu ferð. Røðin skuldi upprunaliga bert vera 13 partar, men koyrir enn í dag (2015) 5 ferðir um vikuna í enskum sjónvarpi.
Ítróttur
rætta- 18. - 28. februar - Vetrar-OL í Kalifornia, USA.
- 25. august - 11. september - Summar-OL í Róm, Italia.Muhammad Ali, tá nevndur Cassius Clay, vinnur gull fyri USA í boksing í light-heavyweight flokki.
Fótbóltur
rætta- 18. mai - UEFA-Cup finala: Real Madrid - Eintracht Frankfurt 7-3 (3-1) í Glasgow, Skotlandi. Hetta verður fimti UEFA-Cup sigur Real Madrid á rað.
Føðingar
rætta- 22. januar - Michael Hutchence, avstralskur rokktónleikari (INXS) (d. 1997)
- 21. mars - Ayrton Senna, brasilskur F1 rasarakoyrari (d. 1994).
- 24. mars - Nena, týsk songkvinna
- 4. apríl - Hugo Weaving, avstralskur sjónleikari (The Matrix)
- 11. apríl - Jeremy Clarkson, enskur tíðinda- og sjónvarpsmaður (Top Gear)
- 15. apríl - Susanne Bier, danskur filmsleikstjóri
- 28. apríl - Jón Páll Sigmarsson, íslendskur kraftamaður (d. 1993)
- 10. mai - Bono, írskur rokksangari (U2)
- 21. mai - Jeffrey Dahmer, amerikanskur raðmordari (d. 1994)
- 14. juli - Jane Lynch, amerikanskur sjónleikari (Glee)
- 7. august - David Duchovny, amerikanskur sjónleikari (X-files)
- 10. august - Antonio Banderas, spanskur sjónleikari (The Mask of Zorro)
- 17. august - Sean Penn, amerikanskur sjónleikari (I am Sam)
- 9. september - Hugh Grant, enskur sjónleikari (Notting Hill)
- 10. september - Colin Firth, enskur sjónleikari (The King's Speech)
- 18. oktober - Jean-Claude Van Damme, belgiskur sjónleikari (Universial Soldier)
- 30. oktober - Diego Maradona, argentinskur fótbóltsleikari (d. 2020)
- 5. november - Tilda Swinton, enskur sjónleikari (The Chronicles of Narnia)
- 11. november - Stanley Tucci, amerikanskur sjónleikari og filmsleikstjóri
- 18. november - Kim Wilde, ensk songkvinna
- 25. november - John F. Kennedy Jr., amerikanskur blaðútgevi (d. 1999)
- 3. desember
- Daryl Hannah, amerikanskur sjónleikari (Steel Magnolias)
- Julianne Moore, amerikanskur sjónleikari (The Hours)
- 10. desember - Kenneth Branagh, norðurírskur sjónleikari og filmsleikstjóri
Andlát
rætta- 17. apríl - Eddie Cochran, amerikanskur rokksangari (f. 1938)
- 4. mai - Thorstein Petersen, føroyskur politikari (f. 1899)
- 10. november - Sverre Patursson, føroyskur rithøvundur og yrkjari (f. 1871)
- 16. november - Clark Gable, amerikanskur sjónleikari (Gone with the Wind) (f. 1901)