17. august
dagfesting
<< | august 2024 | >> | ||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | |||
5 | 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 |
12 | 13 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 |
19 | 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 |
26 | 27 | 28 | 29 | 30 | 31 | |
MMXXIV |
17. august er dagur 229 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 230 um skotár er). 136 dagar eru eftir av árinum.
Hendingar
rætta- 1740 - Benedict XIV pávi, áður kendur sum Prospero Lambertini tekur yvir frá Clement XII, og gerst pávi nummar 247.
- 1883 - Tjóðsangur Dominikanalýðveldisins, Himno Nacional, verður framførdur alment fyri fyrstu ferð.
- 1908 - Fantasmagorie, fyrsti animeraði teknifilmurin, gjørdur av Émile Cohl, verður vístur í París, Fraklandi.
- 1960 - Gabon fær fullveldi frá Fraklandi.
- 1962 - Peter Fechter verður skotin og letur lív í Týsklandi, tá hann roynir at sleppa yvirum tann nýggja Berlinmúrin.
- 1978 - Double Eagle II gerst fyrsta luftballón, ið flýgur yvir Atlantshavið. Ballónin lendir í Miserey, Fraklandi, 137 tímar aftaná at hon fer frá Presqueoyggj, Maine, USA.
- 1982 - Tær fyrstu tónleikafløgurnar (Compact Disc) verða givnar út í Týsklandi.
- 1998 - Lewinsky skandalan: Bill Clinton, forseti USA, viðgongur á bandi, at hava átt "improper physical relationship" (ósømandi kynsligt samband) við Monicu Lewinsky, lærlingi í Hvíta Húsinum. Sama dag viðgongur hann í sjónvarpi, fyri amerikonsku tjóðini, at hann ikki hevur tosað satt um samband teirra.
- 1999 - Ein jarðskjálvti, ið málar 7.4 á Richterstiganum, rakar Ísmit í Turkalandi. 17.000 fólk lata lív, og 44.000 verða skadd.
- 2005 - Yvir 500 bumbur verða brostnar av yvirgangsfólki á 300 støðum í Bangladesj.
- 2008 - Amerikanski svimjarin Michael Phelps, gerst fyrsti persónur at vinna 8 medaljur á somu Olympisku Leikum.
Ítróttur
rættaFótbóltur
rættaGrindir
rættaFøðingar
rætta- 1786 - Davy Crockett, amerikanskur hermaður og politikari (d. 1836)
- 1893 - Mae West, amerikonsk sjónleikarinna (d. 1980)
- 1901 - Heðin Brú, føroyskur rithøvundur (d. 1901)
- 1920 - Maureen O'Hara, írsk-amerikonsk sangkvinna og sjónleikarinna (d. 2015)
- 1943 - Robert De Niro, amerikanskur sjónleikari og leikstjóri
- 1960 - Sean Penn, amerikanskur sjónleikari og leikstjóri
- 1977 - Thierry Henry, franskur fótbóltsleikari
- 1993 - Sarah Sjöström, svenskur svimjari
Andlát
rætta- 1969 - Otto Stern, týskur alisfrøðingur og Nobel-vinnari (f. 1888)
- 1987 - Rudolf Hess, týskur hermaður og politikari (f. 1894)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |