Dominikanalýðveldið

República Dominicana
Dominikanalýðveldið
Dominikanska Lýðveldið
Flagg Dominikanalýðveldið
(Flagg Dominikanalýðveldið)
Skjaldarmerki Dominikanalýðveldið
(Skjaldarmerki Dominikanalýðveldið)
Tjóðarslagorð: Dios, Patria, Libertad
Tjóðsangur: Himno Nacional
Alment mál Spanskt
Høvuðsstaður Santo Domingo
Forseti Luis Abinader
Varaforseti Raquel Peña de Antuña
Fullveldi 27. februar 1844
(frá Haiti)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
48,730 km²
1,6 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
10 464 474
204,3/km²
Gjaldoyra Dominikanapeso (DOP)
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .do
Telefonkota +1-809 og +1-829

Dominikanalýðveldið (spanskt: República Dominicana) ella Dominikanska Lýðveldið, er lýðveldi í Karibia.

Landið var undir Spania í mong ár, men nú er ávirkanin úr USA stór.

Fólkið

rætta

Fólkið og mentanin hava røtur aftur í spanska, afrikanska og indiánska mentan.

Búskapur

rætta

Fólkið í Dominikanalýðveldinum hevur betri kor enn í Haiti, har ógvuliga fá hava ráð at søkja sær læknahjálp. Mest eru tað ferðavinnan og námsvinnan, ið hava styrkt búskapin í lýðveldinum. Eisini hava myndugleikarnir stuðlað nýggjum vinnugreinum, til dømis klædnavirkjum. Seinastu árini eru bygdir mangir frítíðarstaðir, og hevur tað givið nógv arbeiði. Nógv fólk úr Haiti kemur eisini higar at arbeiða.

Har er silvur, platin, uran og nikkul, og har er eisini størsta gullnám í Karibia. Ferðavinna og sukur eru høvuðsinntøkukeldur.

Landafrøði

rætta

Skógarklædda fjallalandslagið í Dominikanalýðveldinum líkist nógv tí í grannalandinum fyri vestan. Nógv náttúruríkidømi er í oynni.

Hygg eisini at

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið