Repiblik Ayiti
République d’Haïti
Tjóðveldið Haiti
Flagg Haiti
(Flagg Haiti)
Skjaldarmerki Haiti
(Skjaldarmerki Haiti)
Tjóðarslagorð: "Liberté, Égalité, Fraternité"
Tjóðsangur: "La Dessalinienne"
Alment mál Franskt kreólskt, Franskt
Høvuðsstaður Port-au-Prince
Forseti Claude Joseph
Forsætisráðharri Ariel Henry
Fullveldi 1. januar 1804
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
27 750 km²
0,7 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
9 719 932
350,27/km²
Gjaldoyra Gourde (HTG)
Tíðarøki UTC -5
Økisnavn á alnetinum .ht
Telefonkota +509

Tjóðveldið Haiti (franskt kreólskt: Repiblik Ayiti, franskt: République d’Haïti), sum er annað landið í oynni Hispaniola, hitt er Dominikanalýðveldið, er fátækasta land í Vesturheiminum [1]. Síðan 1945 varð eisini einaræði í landinum. Frá 1957, til hann doyði í 1971, stýrdi François Duvalier (14. apríl 1907 – 21. apríl 1971), nevndur Papa Doc Haiti við harðari hond. Sonurin Jean-Claude Duvalier (f. 3. juli 1951), nevndur Baby Doc, ið tók eftir hann, gjørdi einki at bøta um støðuna í landinum, og í 1980-árunum kyknaði upp mótstøðurørsla, ið bardist ímóti kúganini og rotinskapinum. Politiskur ófriður er enn vanligur, og landið er blóðfátækt.

Søga rætta

 

Í 1791 gjørdu afrikanskir trælir, við Toussaint Louverture (20. mai 1743 – 7. apríl 1803) á odda uppreistur og feldu franska yvirvaldið [2]. Í mong ár stýrdi eirindaleysi einaræðisharrin François Duvalier, nevndur "Papa Doc", [3] og til 1986 stýrdi sonur hansara "Baby Doc" (Jean-Claude Duvalier) í landinum. Ein av oddamonnunum í rørsluni var katólski presturin Jean-Bertrand Aristide (f. 15. juli 1953). USA gavst at stuðla Haiti, og í 1986 flýddi Duvalier til Fraklands. Eftir tað var eitt hernaðarkvett fyri og annað eftir, men niðurundirkomni búskapurin og vaksandi ófriður trokaðu herin burtur.

Í 1990 vann Aristide stórsigur á fyrsta frælsa valinum í søgu Haiti. [4] Fyrsta politiska stig hansara var at koyra fólk úr herinum, men nýskipanir hansara fingu øði í tey ríku, og níggju mánaðir seinni gjørdi herurin aftur kvett, og Aristide fór í útlegd. Raoul Cédras herovasti (f. 9. juli 1949) stóð fyri kvettinum. Umheimurin fordømdi kvettið og ST setti revsiatgerðir í verk, og felagsskapurin av amerikonskum londum viðurkendi ikki hernaðarstýrið. Í 1994 góðkendi ST, at USA stóð fyri einari innrás í landið, ið skuldi seta Raoul Cédras frá. Innrásin var friðarlig. Cédras legði frá sær, og Aristide fekk valdið aftur.

Búskapur rætta

 

Haiti er fátækasta land í Karibia. Sum aðrastaðni í Karibia livir mesta fólkið av jarðarbrúki, men jarðardrottar sita við tí mesta av tí uppdyrkaðu jørðini, og korini hjá tí minna manninum eru ógvuliga fátækslig. Tað nógva av fólkinum dugir hvørki at skriva ella lesa (uml. 50 % av tí samlaðu fólkinum). Mangir haitianar royna at vinna sær pening til lívsins uppihald við at selja ferðafólki handgjørdar lutir, til dømis træskurðir og stráhattar, og eisini bjóða teir seg fram óalment at vísa ferðafólkið í kring.

Flestir haitianar eru bøndur og eiga eitt lítið jarðarstykki, har teir dyrka ymiskt til matna og halda geitir. Inntøka er at kalla eingin, og til tess at fáa dyrkilendi fella teir skógin. Ein partur av viðinum verður brendur til trækol og nýttur til brenni á bygd. Geitirnar fara illa við skóginum, ið eftir er. Hildið verður, at triðingurin av jørðini á Haiti nú er oyðilagdur.

Mentan rætta

Voodoo rætta

Mangir haitianar fáast við voodootrúnna (uml. 50 % av tí samlaðu fólkinum [5]), ið hevur røttur aftur í afrikanskar náttúruátrúnaðir og katólska trúgv. Voodoofólkini trúgva á máttmiklar andar, og dansur og tróttugur sláttur á halgar trummur er partur av voodoosiðum. Síðan 1930-árunum hava listamálarar í Haiti verið gitnir fyri sín litfagra, einfalda málningastíl, sum er ávirkaður av prýðingunum í voodootemplum.

Keldur rætta

  1. http://news.bbc.co.uk/2/hi/8456728.stm
  2. http://lcweb2.loc.gov/cgi-bin/query/r?frd/cstdy:@field%28DOCID+ht0012%29
  3. http://lcweb2.loc.gov/cgi-bin/query/r?frd/cstdy:@field%28DOCID+ht0025%29
  4. http://www.historyworld.net/wrldhis/PlainTextHistories.asp?historyid=ab41
  5. "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/ha.html. Heintað 2011-06-29. 
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið