Gjaldoyra er peningseind í einum landi. Peningur er rætt og slætt pappírslepar og smá metalpetti, sum myndugleikarnir hava givið okkum at gjalda við, tá ið vit keypa. Tað hevur tí einki at siga, hvørjum tað er, vit gjalda við, bara fólk eru samd um virðið á gjaldoyranum.

Í gomlum døgum hava fólk ymsastaðni í heiminum brúkt til dømis neyt, tubbak, te og metal sum gjaldoyra. Fyri meira enn 2000 árum síðan gjørdu fólk pengar av dýrum metalli, til dømis silvuri og gulli. Men fyri 1000 árum síðan fóru kinverjar at brúka pengaseðlar, t.e. pappírslepar, sum bankin lovaði at taka og lata gull í staðin. Fyrstu kinversku pengarnir vóru gjørdir úr bronsu og høvdu skap sum amboð. Í langar tíðir gav eisini Tjóðbanki Danmarkar henda umbýtingarrætt, men varð hann avtikin í 1931. Elstu myntirnir eru næstan 3000 ára gamlir og eru úr Lýdia í Turkalandi. Í dag eru myntir helst tað, vit kalla smápengar.

Pengaseðlar eru størri upphæddir, teir eru torførir at falsa og nógv lættari enn myntir. Pengaseðlar eru gjørdir úr serligum pappíri. Vatnmerki er á teimum. Tað sæst, um tú heldur seðilin upp móti ljósi. Stjórnirnar í teim ymsu londunum geva út pengaseðlar og svara fyri virðinum, sum er skrivað á teir. Á seðlunum eru mynstur og myndir, sum eru sera torfør at falsa. Tað er bannað at falsa ella prenta pengaseðlar, og tey, ið falsa pengaseðlar, skulu rokna við harðari revsing. Danski Tjóðbankin hevur einkarrætt at gera føroyskar og danskar pengaseðlar. Fyri at tryggja okkum ímóti falsan, er ein plasttráður ella metaltráður drigin ígjøgnum pappírið. Allir seðlarnir eru eisini talmerktir. "Den Kongelige Mønt" (partur av Tjóðbanka Danmarkar) hevur eisini einkarrætt at sláa mynt. Hvør einstakur myntur hevur serstakt snið og eitt tal, sum sigur, hvussu nógv hann er verdur, og árið, hann er sligin. Pengaseðlar og myntir hava enn stóran týdning sum gjaldoyra, men reiðipeningur verður alt minni brúktur millum manna, í staðin fara vit at gjalda fyri okkum á annan hátt, til dømis við plastkorti.

Ávisingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið