Teknarin, sum ger teknifilm, teknar hvørt minsta sindur av rørsluni á plastsíður, nevndar sellur. Baksýnið er málað á serstaka plastsíðu og sæst ígjøgnum glæru og síðurnar, omaná eru lagdar. Verða síðurnar avmyndaðar í røttum rað, síggja vit verurnar røra seg. Við hvørt mugu teknarar tekna eina mió. tekningar til teknifilm, ið er sum spælifilmur til longdar. Tað var amerikanarin Walt Disney úr Chicago, sum gjørdi teknisøguna viðgitna. Í 1928 gjørdi Walt Disney hin ódeyðiliga Mikkjal Mús, og í 1937 gjørdi hann fyrsta teknifilmin, ið var sum vanligur filmur til longdar, Snóhvíta og teir sjey dvørgarnir. Kendar amerikanskar teknifilmsrøðir eru til dømis Familjan Griffin, Dunnaldur Dunna, South Park og Lívið við Louie.