Chicago er ein býur í stakríkinum Illinois í USA. Hann hevur umleið 2,9 mió. íbúgvar og er triðstørsti býur í USA. Orðið Chicago kemur úr Illinois-Miami "shikaakwa" og merkir villleykur. Millum annað liggur fyrrverandi heimsins hægsti bygningur, Sears Tower, í býnum. Men Chicago er sjálvandi nógv meir enn tað. Í 1850 búðu bert 30 000 fólk í Chicago, men í 1890 var íbúgvatalið meira enn ein millión fólk.

Chicago, Illinois
Skjøldur Kort
Skjøldur hjá Chicago
Grunddáta
Land: USA USA
Stakríki: Illinois Illinois
Vídd: 606.1 km²
Íbúgvar (2011): 2 714 856
fyri km²: 4,614,7/km²
Heimasíða: www.cityofchicago.gov Archived 2013-08-01 at the Wayback Machine

Mentan

rætta
 
Chicago er ikki gamal býur; í 1830 vóru har bara nøkur fá hús, men nú er fólkatalið 2,7 milliónir.

Listarliga er býurin ómetaliga ríkur, og umframt øll hugsandi tónleikanøvn, sum koma hendavegin, eru nógv listasøvn við bæði klassiskari og nútímans list. Fjølbroyttu býarpartarnir Belmont og Wicker Park eru á tremur við barrum og kaféum, har tey ungu hittast, lítlum sølubúðum, har tú fært alt frá vatnpípum og brúktum bókum til heimagjørd klæði, og bíligum konsertstøðum, har alt frá etniskum tónleiki og jazzi til Heavy Metal og elektroniskan tónleik verður spælt.

Um 1910 tók jazzurin sær nýggjan høvuðsstað, stórbýin Chicago, norðarlaga í Amerika. Nógvir afroamerikanarar fluttu norðureftir, tí í verksmiðjum á Chicagoleiðini var arbeiði at fáa. Tey tóku jazzin við sær. Mangir tónleikarar, eitt nú Joe King Oliver, Louis Armstrong og Kid Ory spældu sín besta New Orleans-jazz í Chicago. Hvítir tónleikarar fóru at taka eftir teimum. Hesin jazzur varð eyknevndur dixieland. Dixieland er í m.a. Louisiana.

Ítróttur

rætta
 
Chicago

Sí eisini

rætta

Ávísingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 41°52′48″N 87°38′0″W / 41.88000°N 87.63333°W / 41.88000; -87.63333

Keldur

rætta


  Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana