Illinois
Staturin Illinois (alment enskt heiti: State of Illinois) er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 12,8 mió. íbúgvum. Í norðri hevur Illinois mark við Wisconsin, í suðuri við Kentucky, í eystri við Indiana og í vestri við Iowa og Missouri. Springfield er høvuðsstaðurin, og størsti býurin er Chicago. Í desember 1818 bleiv Illinois stakríki í USA.
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Springfield |
Størsti býur: | Chicago |
Innlimað: | 3. desember 1818 |
Guvernørur: | JB Pritzker (D) |
Vídd: | 149,998 km² |
Íbúgvar (2010): | 12 830 632 |
fyri km²: | 91/km² |
Tíðarzona: | UTC -6/-5 |
Heimasíða: | www.illinois.gov |
Fjørutiundi forsetin, Ronald Reagan (1911-2004), Republikanski Flokkurin, var føddur í Illinois.
Eyknevni er Graslendisstaturin (enskt: The Prairie State).
Søga
rættaIndiánarnir
rættaÍ Illinois vórðu í 1200-1400 bygdir stórir býir og andaligir miðdeplar fram við Mississippiá. Tann týdningarmesti varð bygdur í Cahokia í St. Clair County. Tað, sum eyðkendi búsetningarnar fram við Mississippiá í Suðurillinois, var allir ferhyrntu heyggjarnir, ið vóru flatir omaná og vórðu seinni brúktir sum grundir undir templum og húsum hjá tignarligum monnum. Heyggjarnir stóðu á víðum, innigirdum vøllum ella fram við breiðum vegum. Fjølbygdasta búsetingin var Cahokia í Suðurillinois, har fleiri enn 100 heyggjar vóru. Moldin til heyggjarnar varð borin í kurvum. Gággur og aðrar skeljar vórðu brotnar og eltar upp í leirin, so at hann skuldi verða sterkari.
Samfelagsskipanina í Cahokia vita vit einki um, men helst var tað høvdingadømi, og fólkið dýrkaði høvdingarnar sum gudar. Grivnar eru út nakrar prýðiligar høvdingagravir: ein høvdingur fekk 20.000 perlur við sær í grøvina, og líkini uttan um hann vísa, at alt húskið og tænararnir vórðu grivin við honum.
Flestu fólk í Suðurillinois vóru bøndur. Tey búðu í leirklíndum húsum av flættaðum greinum, sum stóðu uttan um heyggjarnar og í bygdum fram við ánni, har fruktabesta jørðin var. Bøndurnir dyrkaðu mais, bønir og grasker - moldin varð loyst við hakkara. Bøndur veiddu eisini hjørt við ørv og boga.
Við hvørt hús varð djúpt hol grivið í jørðina, har ið meginparturin av matinum varð goymdur. Grøðin, sum leyp, varð borin inn í býin og skift ímillum embætisfólk og handverkarar, ella hon varð latin fremmandum handilsmonnum í býti við mariuglas, kopar og skeljar. Hvørt húski gjørdi sær búnyttur og amboð til egna nýtslu og at selja.
Myndir
rætta-
Henda pipan er úr Cahokia, Illinois.
-
Trægirðing var uttan um torgið.
-
Størsti heyggjurin var Monks Mound (omanfyri), stíviliga 30 m. høgur.
-
Hjávegur miðskeiðis í Illinois
-
Størsti býurin í stakríkinum er Chicago
Størstu býir
rættaTeir 10 størstu býirnir í Illinois eftir íbúgvatali vóru í 2018 hesir:[1]
- Chicago – 2 705 994
- Aurora – 199 602
- Naperville – 148 304
- Joliet – 148 099
- Rockford – 146 526
- Springfield – 114 694
- Elgin – 111 683
- Peoria – 111 388
- Champaign – 88 029
- Waukegan – 86 792
Sí eisini
rættaÁvísingar úteftir
rætta- Heimasíða hjá stjórnini: illinois.gov
- Illinois, wikivoyage (á enskum)
Coordinates: 40°2′34.8″N 89°0′46.8″W / 40.043000°N 89.013000°W
Keldur
rætta- ↑ City and Town Population Totals: 2010-2019 - Illinois, citypopulation.de